Tíðindi

PISA-tilmælini eiga at taka støði í fólkaskúlanum

30.09.2026
Vit eiga at gera, sum vit gjørdu fyrstu ferð, vit vóru við í PISA, og tað er at lata arbeiðsbólkin, sum verður settur eftir, at PISA-úrslitið er alment, um at orða tilmælini. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Í frágreiðingini í PISA-kanningini hava tey, sum hava greinað úrslitini, orðað nøkur tilmæli, sum hava til endamáls, at næmingarnir í 9. flokki fáa betri førleikar í teimum trimum lærugreinaøkjunum, sum verða kannað. Har verður eitt nú mælt til, at undirvísing í náttúruvísindum longu byrjar í 1. flokki, at meira og dagført føroyskt lesitilfar, serliga til eldri næmingar og dreingir, verður ment og givið út, og at arbeitt verður fram ímóti, at fleiri næmingar røkka teimum hægru førleikastigunum í støddfrøði. Formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at tilmæli eiga ikki at verða orðað í sjálvari frágreiðingini.

- Tað er ein ógviliga trupul uppgáva at geva teimum, sum greina úrslitini, at gera tilmæli, tí skulu tilmælini vera nóg munadygg, mugu tey, sum arbeiða í fólkaskúlanum og við lærugreinunum, ið verða kannaðar, at verða tikin við í hesum arbeiðinum. Annars geva tey lítla meining. Í norsku PISA-frágreiðingini eru eingi tilmæli. Tilgongdin at orða tilmælini í Noregi fer í gongd eftir at frágreiðingin er almenn, og allir avvarðandi partar hava møguleika at koma til orðanna í hesum arbeiðinum. Eftir mínum tykki áttu vit at gjørt tað sama.

Tilmælini í føroysku PISA-frágreiðingini taka í stóran mun støði úr sjónarhornunum hjá teimum, sum hava greinað úrslitini, heldur enn við støði í fólkaskúlanum, heldur lærarafelagsformaðurin.

- Tað er kanska sjálvsagt, tí líka til tann dagin, tá ið úrslitið verður almannakunngjørt, eru tey loynilig, og tí hava tey, sum greina úrslitini, ikki møguleika at spyrja læraran til ráðs, sum undirvísir í fólkaskúlanum. Eg undrist á, hví tey, sum hava ábyrgdina av føroysku kanningini, eru so altrá eftir, at tilmæli eru partur av fyrstu frágreiðingini. Vit eiga at gera, sum vit gjørdu fyrstu ferð, vit vóru við í PISA, og tað er at lata arbeiðsbólkin, sum verður settur eftir, at PISA-úrslitið er alment, um at orða tilmælini. Hesin arbeiðsbólkurin, sum er settur saman av nógvum, ið varða av fólkaskúlanum, hevur møguleika at brúka nógvar aðrar kanningar og royndir úr øllum viðkomandi økjum, sum grundarlag undir tilmælunum. Sjálvandi skulu tey, sum hava greinað PISA-kanningina, vera við í hesum arbeiðinum, men tá kanningarúrslitini eru almenn, so kunnu allir partar saman finnu bestu loysnirnar. Landsstýrismaðurin hevur sett ein breiðan bólk at koma við tilmælum. Felagið tekur undir við hesum leistinum og fegnast um at vera við í hesum arbeiðinum.

Fleiri kanningar bæði hjá okkum og uttanlands lýsa stóra týdningin, sum einstaki lærarin hevur fyri úrtøkuna hjá næmingunum. Tíðin er komin at kanna umstøðurnar hjá lærarum og skúlastjóranum, heldur Jacob Eli S. Olsen. Kanningin eigur at lýsa gerandisdagin hjá læraranum, hvørjar umstøður hann hevur, hvørja vitan hann hevur, hvørjar arbeiðshættir hann brúkar og so framvegis – sum heild allar umstøðurnar.

- Hyggja vit ikki at umstøðunum hjá lærarunum nú, so taka vit ikki úrslitið av PISA-kanningini í nóg stórum álvara ella tí álvara, hon eigur at verða tikin. So fáa vit rætt og slætt ov lítið burturúr. Tí tá vit skulu gera átøk, sum skulu gagna næmingunum, so sleppa vit ikki uttanum at hyggja at umstøðunum hjá læraranum, tí tað er lærarin, sum drívur verkið.

Landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við PISA-kanningini og gera tilmæli. Vit eiga kortini ikki at sita og bíða, til tilmælini frá arbeiðsbólkinum koma, og ein virkisætlan er gjørd, tí vit vita um nøkur øki, hvar vit eiga at seta inn alt fyri eitt.

- Lesi- og málførleikin hjá børnum er viknaður, okkara móðurmál er undir stórum trýsti, og tí eiga vit øll alt fyri eitt at seta inn í lesing og málmenning. Dreingirnir eru verri fyri enn genturnar í so máta, og tí eiga átøk at verða gjørt at fanga lesihugin hjá dreingjunum. Vit eiga eisini at spyrja næmingarnar, hvat teir halda og vilja. Trivnaðarkanningin, sum kom fyri tveimum-trimum árum síðan, vísti, at nógvir næmingar halda, at skúlin ikki er so týdningarmikil, og at ávísar lærugreinir hava minni týdning, enn kanningin vísti fyri 10 árum síðan. Vit mugu venda hesum hugburðinum, soleiðis at næmingar taka skúlan, lærugreinir og skúlatíðina í størri álvara. Í hesum arbeiðinum er neyðugt at fáa foreldrini og frítíðarítrivini hjá næmingunum við eisini, so at eingin ivi er um, at skúlin og skúlatíðin altíð er fyrsta val, og at alt annað má bíða.

Danir hava í kjalarvørrinum á PISA skipað fyri stórum fundum við foreldrum, har evnið hevur verið týdningurin av einum góðum skúla, og hvat skal til fyri, at børnini hava eina góða skúlagongd. Vit eiga at gera tað sama, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Vit eiga øll at spyrja okkum sjálv, hvat vit kunnu gera fyri, at okkara børn fáa eina góða skúlagongd. Tá ið talan er um fartelefonnýtsluna í fólkaskúlanum, so eru vit á eini betri kós enn í Norðurlondum annars; tað síggja vit í PISA-kanningini. Men sambært lærarum órógva telefonirnar enn, hóast næmingar ikki sleppa at brúka tær í skúlatíðini. Tað vísir seg, at bara við at hava telefonina við í skúla, órógvar hon – sjálvt um hon liggur innilæst í einum skápi. Tí eiga vit at umhugsa at seta sum krav, at snildtelefonin skal verða liggjandi eftir heima. Skulu næmingar hava telefon, kann tað vera knappatelefon. Svøvnur og orkudrykkir eru eisini tvey evni, sum vit eiga at taka í álvara. Vit vita, hvønn týdning tað hevur, at børn og ung sova nóg mikið, og orkudrykkir kunnu ikki vera partur av myndini, tá børn og ung skulu hugsavna seg og sovna um kvøldarnar.

Formaðurin í Føroya Lærarafelag ivast ikki í, at tað eru viðurskifti í skúlanum, sum kunnu gerast betri. Vit eiga í hesum sambandi eisini at hyggja at, hvat vit kunnu gera heima.

- Tíðin er komin, at skúlin og foreldrini eru greiðari um sínar uppgávur, so at børnini fáa eina góða skúlagongd. Ein niðurstøða er, at foreldur eiga at bíða við at geva børnum sínum snildfon til seinni. Vit eiga eisini at seta orð á, hvussu vit í skúlanum betur kunnu møta ymisku børnunum, og hvussu foreldur kunnu tryggja, at børn eru væl útborin, tá ið tey koma í skúla, hava fingið tann svøvnin tey eiga at fáa, at tey eru mett og eru fyrireikað til skúladagin. Ein annar partur er, at tað kemur alt ov ofta fyri, at børn og ung ikki møta í skúla, tí at frítíðarítriv og persónligar avtalur verða tiknar fram um skúlan.