Tíðindi

Mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara

14.09.2026
Eg brenni fyri serøkinum og fyri, at vit fáa skipað eitt fólkaskúlaverk, sum rúmar betur og styrkir møguleikarnar hjá øllum børnum. Tí fegnist eg um álitið um sernámsfrøðiliga økið. Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður við skúlamálum.

Í november í fjør handaði ein arbeiðsbólkur táverandi landsstýrismanninum við skúlamálum álit um sernámsfrøðiliga økið í mun til fólkaskúlanýskipanina. Landsstýrismaðurin hevði sett arbeiðsbólkin eitt ár frammanundan; hann var mannaður við fólki úr skúlafyrisitingini, Námi, Námsvísindadeildini, Sernámi, Skúlaleiðarafelagnum, Serlærarafelagnum og Skúlanum á Trøðni. Í álitinum verða fleiri av avbjóðingunum, sum fólkaskúlin stendur við í dag, viðgjørdar; víst verður á ymsar leiðir at styrkja sernámsfrøðiliga arbeiðið, inklusjónina og stuðulin í skúlanum. Millum annað verður víst á, at vit eiga at hyggja nærri at meira fleksiblum loysnum rundan um serflokkar og sertilboð. Har verða nevndar millumleiðir, eitt nú skáar og onnur sernámsfrøðilig átøk, sum kunnu leggjast tættari at vanliga flokkinum og gerandisdagnum hjá næminginum. 

- Tað snýr seg um at menna føroyskar loysnir, sum taka støði í okkara egna skúlaverki og veruleika, og at skapa smidligari loysnir, sum taka støði í tørvinum hjá einstaka barninum og samstundis styrkja felagsskapin, sigur Bárður á Lakjuni.

Landsstýrismaðurin vísir á, at í hesum sambandi er Sernám í eini spennandi menningartilgongd, har arbeitt verður við bæði strategiskari menning og samskapandi royndarverkætlanum í samstarvi við Barnaverkætlanina.

- Har verða nýggir arbeiðshættir og samstarvsleistir mentir tvørtur um fak og geirar, í tøttum samstarvi við dagstovnar, skúlar og fakfólk, fyri at finna meira smidligar og haldgóðar loysnir rundan um børnini.

Ein av royndarverkætlanunum snýr seg beinleiðis um samstarv rundan um sertilboð og serflokkar. Har verður millum annað arbeitt við, hvussu vit kunnu styrkja innsatsin so tíðliga sum til ber, gera ábyrgdarbýtið greiðari og skapa betri samanhang millum stuðul, ráðgeving og gerandisdagin hjá barninum.

Síðani álitið varð handað, er tikin avgerð um, at Sernám frá 1. juni í ár verður ein deild í Undirvísingarstýrinum. Endamálið er at skapa betri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild og at styrkja samstarvið um ráðgeving, inklusjón og fyribyrgjandi arbeiði.

Alt fleiri næmingar ganga í serflokki í dag samanborið við fyri 10 árum síðan. Fyri tíggju árum síðan vóru 68 næmingar í serflokkum, fyri fimm árum síðan 160 næmingar, og hetta skúlaárið, sum er farið at halla, eru 275 næmingar í serflokkum kring landið. Ein fýrfalding eftir tíggju árum.

- Eg haldi, at vit mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara. Tað liggur mær nógv á sinni, at tey børnini og tey ungu, sum hava tørv á hjálp og stuðli, fáa skjóta og dygdargóða hjálp. Tað skulu vit sum samfelag megna, og vit skulu hava eitt sterkt sernámsfrøðiligt øki við fakligheit og røttum tilboðum.

Samstundis mugu vit eisini tora at seta spurningin, hví vit síggja eina so stóra øking í talinum av næmingum í serflokkum og sertilboðum, heldur landsstýrismaðurin.

- At talið av næmingum í sertilboðum er so nógv vaksið seinastu árini er tankavekjandi, og vit eiga at seta spurning við, hví so man vera. Eru onkur grundleggjandi viðurskifti í samfelagnum broytt, og hvørji kunnu tey vera? Eru viðurskifti, sum vit áttu at viðgjørt og fingið greinað nærri? Vit mugu og eiga sjálvsagt at arbeiða miðvíst við at styrkja vanliga fólkaskúlan og framhaldandi at menna ein rúmligan og fevnandi skúla. Tey, sum hava tørv á serligum stuðli, skulu fáa hjálpina skjótt og við høgari fakligari dygd. Málið er ein skúli, har fleiri børn kenna seg sum part av felagsskapinum og fáa røttu hjálpina – uttan at vit ganga upp á kompromis við trivnaði ella læring.