Tíðindi
Málið er, at hjálpin kemur fyrr, og stuðulin verður betri
“Orðblindaøkið má raðfestast og skipast betri í skúlaverkinum.“ Tað stendur í samgonguskjalinum. - Orðblindaøkið er eitt øki, sum liggur mær nógv á sinni. Fyri meg snýr tað seg bæði um næmingarnar og lærararnar. Vit mugu tryggja, at børn og ung við orðblindi fáa hjálpina tíðliga, røttu amboðini og møta einum skúla, sum í størri mun er tillagaður teirra tørvi. Samstundis mugu vit eisini skapa betri arbeiðsumstøður hjá orðblindalærarunum, so teir fáa tíð og møguleika at brúka sínar fakligu førleikar til annað enn bara kanningar og skrásetingar, sigur Bárður á Lakjuni.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er sera jaligt, at Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur boðið út førleikagevandi skeiðið Lesi- og skriviavbjóðingar, orðblindi og tøknilig amboð á masterstigi. Skeiðið hevur til endamáls at menna vitan og førleikar innan lesi- og skriviavbjóðingar, orðblindi, inkluderandi orðblindaundirvísing, lesi- og skrivitøkni og vegleiðing og stuðul í verki.
- Skeiðið er ein týðandi liður í at menna føroyska fakligheit og førleikar á økinum. Eg fegnist eisini um, at skeiðið hevur stóran áhuga. Í løtuni eru 27 luttakarar knýttir at skeiðnum, og meginparturin av luttakarunum starvast í fólkaskúlanum. Samstundis er tað jaligt, at fleiri lærarar nú eisini eru í gongd við alla eftirútbúgvingina innan inkluderandi sernámsfrøði á 60 ECTS, sum gevur førleikar at starvast sum serlærarar. Tað vísir mær, at tað er ein greiður vilji úti í skúlunum at styrkja arbeiðið við orðblindi og geva næmingunum betri stuðul.
At tað er komið í samgonguskjalið, at orðblindaøkið skal raðfestast og skipast betri í fólkaskúlanum, merkir neyðturviliga ikki, at nakað hendir her og nú.
- Vit mugu ásanna, at øll málini í samgonguskjalinum ikki kunnu setast í verk í senn, men orðblindaøkið er raðfest hjá mær og í ráðnum, og í heyst fara vit saman við viðkomandi pørtum at taka stig til at lýsa økið nærri og gera ítøkilig uppskot til, hvussu vit kunnu betra skipanina bæði fyri orðblindalærarar og fyri næmingar við orðblindi. Málið er, at vit fáa eitt meira samanhangandi og fakliga sterkt orðblindaøki, har hjálpin kemur fyrr, stuðulin verður betri, og lærararnir fáa møguleika at brúka sínar serligu førleikar til fulnar.
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum