Tíðindi

Hvat vilja næmingar læra í náttúruvísindum?

23.09.2026
Í heyst taka allir næmingar í 9. flokki í Føroyum lut í eini altjóða kanning, har teir svara eini rúgvu av spurningum um náttúruvísindi og tøkni. Endamálið við kanningini er at fáa størri innlit í áhugan og hugburðin hjá næmingum til náttúruvísindi.

Hvat halda næmingar er viðkomandi at læra, vita og duga, tá ið talan er um náttúruvísindi og tøkni? Tað fáa vit væntandi gott og neyvt innlit í, nú stór kanning verður gjørd í næstum. Talan er um altjóða ROSES-kanningina, sum í hesum umfarinum verður gjørd í 50 londum. Granskarar í Føroyum, Danmark og Grønlandi samstarva um verkætlanarpartin í teimum trimum áðurnevndu londum.

ROSES stendur fyri ROSES – The Relevance of Science Education – Second. ROSE, sum kanningin æt upprunaliga, kom fyri 20 árum síðan í kjalarvørrinum á PISA-kanningini; endamálið var at nágreina, um PISA kannar teir førleikar í náttúruvísindum, sum næmingarnir hava áhuga fyri og halda vera viðkomandi.

- Endamálið við kanningini er at savna saman og greina dátur um áhuga, virði, hugburð og framtíðarætlanir hjá skúlanæmingum í aldrinum 14-16 ár, tá ið talan er um náttúrulærugreinir, tøkni og undirvísingina í náttúruvísindum, sigur Erla Olsen, ph.d., lektari í lívfrøði og náttúrulæringarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Erla Olsen samskipar føroyska partin av kanningini.

Tilknýti hjá føroyingum og grønlendingum til náttúruna eru sannlíkt øðrvísi enn tilknýtið hjá næmingum í øðrum londum, sum ikki eru eins tongd at og av náttúruni, sum vit, og tí verða nakrir spurningar lagdir aftrat til føroysku og grønlendsku næmingarnar at svara, sum kunnu kasta ljós á hesi viðurskifti. Hetta kunnu vera spurningar so sum: ganga næmingar á fjalli, eru teir við í fletting, fara teir á flot og annað slíkt.

- Vit vita nøkulunda frammanundan, hvat vit vilja, at næmingarnir skulu duga, og hvat hevur týdning, at teir duga, tá ið talan er um náttúruvísindi, men ein slík kanning kann geva okkum nógva henta vitan um, hvussu vit kunnu vinkla undirvísingina miðvísari, soleiðis at hon kennist næmingunum meiri viðkomandi og betur fangar áhugan hjá teimum. Vit vita frá fyrstu ROSE-kanningini, at sumt í undirvísingini í náttúruvísindum ikki hevur stórvegis áhuga hjá næmingum, men vit vita ikki hví. ROSES leggur dent á, hvat næmingarnir hava áhuga í og vilja læra um, heldur enn avrik, sum aðrar kanningar leggja dent á.

Kanningin var fyrstu ferð framd í 2003 í 40 londum; tá vóru hvørki føroyingar ella grønlendingar við. Kanningin, sum nú verður gjørd, er annað stig í verkætlanini. Í 2003 vórðu dátur fingnar til vega úr 40 londum; hesa ferð er talan um enn fleiri lond.

- Í 2003 vóru vit ov sein at gerast partur av formligu kanningini, men næmingar og lærarar í Føroyum sluppu kortini at svara spurningunum seinni. Tey svarini vístu eitt nú, at tað var stórur munur á áhuganum hjá gentum og dreingjum fyri náttúruvísindaligum evnum, og eisini, at næmingar fyrst og fremst hava áhuga í viðurskiftum, sum hava við tey sjálv at gera, eitt nú um kroppin.

ROSE-kanningin kom á sinni sum ískoyti til PISA-kanningarnar. Nú kanningin er á skránni aðru ferð, er hon tillagað og eitur ROSES. Í kanningini eru nógvir spurningar, sum røkka heilt frá veðurlagsbroytingum, upprunanum hjá lívi á jørðini, burðardyggari menning til sosialar/talgildar miðlar. Samanlagt skulu spurningarnir lýsa áhugan og hugburðin hjá næmingum.

Í kanningini hesa ferð taka væntandi 700 næmingar í Føroyum, 800 í Grønlandi og 1000 í Danmark í tilsamans 40-60 skúlum lut. Farið verður undir at savna dáturnar í heyst, og ætlandi verður úrslitið av kanningini almannakunngjørt komandi ár.

NovoNordisk-grunnurin stuðlar kanningini við sløkum 5 milliónum krónum.