Tíðindi
Foreldrasamstarv krevur tíð og umstøður
Tá mentanarligu fortreytirnar hjá skúla og heimi eru ymiskar, kann samstarvið teirra millum vera ymiskt. Tað kann føra við sær, at lærarin og foreldrini hava hvør sína fatan av, hvussu samstarvið eigur at vera, og avbjóðingar kunnu stinga seg upp í samskiftinum. Hesin problematikkurin verður lýstur í ritgerð, sum Durita Mikkelsen og Julian Mikkelsen skrivaðu á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini í fjør. Ritgerðin eitur Samstarv millum lærarar og foreldur, ið hava annan etniskan uppruna og snýr seg í høvuðsheitum um, hvussu lærarin samskiftir og samstarvar við foreldur, ið hava annan etniskan uppruna, og hvussu millummentanarligur førleiki kann stuðla læraranum í samskiftinum.
Í ritgerðini hava Durita Mikkelsen og Julian Mikkelsen samrøður við tríggjar lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál, um samstarvið við foreldur við øðrum etniskum uppruna. Teir hava ymiska fatan av samstarvinum. Ein av lærarunum sigur, at lítlar avbjóðingar eru í samskiftinum
- Boð kunnu verða mistikin, tí foreldrini fata tey út frá egnari mentanarfatan. Orsøkin kann eisini vera, at eg ikki havi verið nóg greiður í samskiftinum og so royni eg at vera greiðari.
Hesin lærarin brúkar nógva tíð og orku til samstarvið, soleiðis at foreldrini merkja, at hann ynskir teimum og barninum tað besta. Hann greiðir frá eini hending, har foreldur fóru við barninum á ein hátt, sum vit ikki gera í Føroyum, og hvussu hann sum lærari loftaði støðuni. Fyrst mátti hann upplýsa foreldrunum um, at hann hevur skyldu at boða frá, tá slíkar hendingar fara fram. Síðani greiddi hann teimum frá, at hvat lógarverkið í Føroyum sigur um slíkt. Hetta førdi til eina opna og jaliga samrøðu, har foreldrini spurdu svargevan um ráð, hvussu foreldur í føroysku mentanini handfara slíkar støður, har barnið eitt nú ikki ber seg at á rættan hátt, og hann fekk høvi at greiða teimum frá.
Hóast foreldrini eru positiv og vísa stóra virðing fyri skúlanum, so kann samstarvið í stundum kennast tungt, vísir ein annar lærari á. Samstarvið kann onkuntíð kennast sum einvegissamskifti, har foreldrini ikki eru virkin, hóast hann mangan hevur boðað frá, at tey altíð kunnu seta seg í samband við hann.
“Eg upplivi, at tey eru øgiliga lítið uppsøkjandi. Nú snakki eg rættiliga generelt, og tað er ikki altíð, at øll eru líka, men eg vil siga, at tað eru fleiri av teimum, ið eg havi samband við. Tey spyrja ikki nógv inn til skúlan ella til barnið hjá sær. Tey seta ikki ordiliga spurnartekin við nakað, so sum hví? Hvussu er tað nú við hesum? Hvussu er tað nú við hasum og soleiðis. Tað er nokk nakað, sum tey ikki eru von við frá sínum heimlandi, at tað ger man ikki, altso man forstýrar ikki læraran ella skúlan.”
Tann triði lærarin, sum Durita Mikkelsen og Julian Mikkelsen hava tosað við, hevur eina fatan av, at foreldrini ikki vilja seta seg í samband við hann orsakað av síni mentanarfatan. Hetta er í samsvari við gransking, ið vísir, at fleiri foreldur meta, at tað er at vísa vanvirðing móti læraranum, um tey seta spurnartekin við læraran ella skúlan. “Tað er nokk nakað, sum tey ikki eru von við frá sínum heimlandi, at tað ger mann ikki, altso mann forstýrar ikki læraran ella skúlan.”
Samstarvið við foreldur at næmingum av øðrum etniskum uppruna krevur tíð, og hevur tú ikki tíðina, kann tað vera tungt, vísir lærari á.
“Vit kundu eisini gjørt meir fyri at havt eina tættari kontakt, men tað er aftur hattar har ... Tað er eisini tíðin. Eg eri lærari her, men eg eri flokslærari eitt heilt annað stað. Eg havi nógv at gera har so ... Og virka sum flokslærari her møguliga ella soleiðis ha? Tað hevði kanska virka øðrvísi.. Men eg hugsi onkuntíð um tað, og havi onkuntíð sindur ringa samvitsku um tað. Eg burdi sikkurt gjørt uppaftur meir við tað, uppá tann mátan, men tað kanska kemur. Tað er í hvussu so er nógv at gera sum lærari - arbeiða fulla tíð og bara at fyrireika seg til tímarnar og í hesum fakinum (FSA) er ikki nógv tilfar, so mann skal sita og gera nógv tilfar.”
Henda útsøgnin vísir á, at tað ikki er manglandi vitan, men manglandi umstøður, ið avmarka, hvussu hann fær loftað samstarvinum. Umstøður kunnu føra við sær, at lærari sær samstarvið við foreldrini sum eina byrðu, hóast hann er tilvitaður um, at samstarvið er eitt tilfeingi.
Foreldur við øðrum etniskum uppruna eru ikki ein eins bólkur, og tað er umráðandi, at lærarin er tilvitaður um tað, verður víst á í ritgerðini.
- Ein stórur partur av gransking lýsir leiklutin hjá foreldrum við øðrum etniskum uppruna sum passivan, tá talan er um skúlagongdina hjá barni teirra. Sambært onkrum granskara nýta foreldur við øðrum etniskum uppruna mangan óformellar hættir, har tey eitt nú seta seg í samband við lærarar uttan fyri skúlans høpi, soleiðis at samskiftið er javnbjóðis og óformelt. Hetta samsvarar við eina frágreiðing hjá einum av lærarunum, sum vísir á ymisk foreldur, har onkur gevur skarvin yvir, tí tey ikki duga at hjálpa børnunum við skúlatingum, men onnur royna at finna loysnir, soleiðis at skúlatingini verða gjørd.
Les alla greinina í Skúlablaði nr 2, 2026
Onnur tíðindi
-
16.09.2026Mentanarligt fjølbroytni ein styrki í skúlanum
-
14.09.2026Mugu taka gongdina á sernámsøkinum í størsta álvara
-
11.09.2026Danskir næmingar søguliga vánaligt úrslit í PISA
-
11.09.2026275 næmingar í serflokkum og 69 í serskúla
-
10.09.2026Munirnir at finna millum næmingar heldur enn millum skúlar
-
10.09.2026PISA-tilmælini nóg munadygg?