Tíðindi

Einki um læraran uttan um læraran

01.09.2026
Fleiri verkætlanir eru í gongd í fólkaskúlanum í løtuni, har lærarar ella Lærarafelagið ikki er ein partur. - Lærarans sjónarhorn hava týdning, tá ið verkætlanir verða gjørdar í fólkaskúlanum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Nevndin í Føroya Lærarafelag hevur søguliga verið virkið í ráðum, nevndum og bólkum, ið hava arbeitt við at menna fólkaskúlan. Tætta samstarvið við skúlamyndugleikan at menna fólkaskúlan hevur verið eitt eyðkenni, tá myndugleikin hevur viljað sett út í kortið; hetta hevur eisini sæst aftur, tá varandi loysnir skulu finnast. Síðstu árini eru tó átøk í fólkaskúlanum skipað og fyrireikað, uttan at myndugleikarnir hava boðið Lærarafelagnum at vera við. Í summum førum biðja myndugleikarnir lærarar uttan um Lærarafelagið. Tí heitir Lærarafelagið á lærarar og skúlastjórar, sum verða valdir í nevndir, ráð og verkstovur, um at kunna felagið um hetta, soleiðis at Lærarafelagið kann stuðla viðkomandi í arbeiðnum, og at viðkomandi betur kann umboða fjøldina av lærarum.

- Tað hevur týdning, at tá lærari ella skúlastjóri verður valdur í nevnd ella arbeiðsbólk, at viðkomandi umboðar hópin av starvsliðnum og ikki bara seg sjálvan. Vit halda sjálvandi, at tað er gott, at myndugleikarnir biðja lærarar og skúlastjórar koma í nevndir og ráð, tá talan er um menning av fólkaskúlanum. Tað týdningarmesta er at velja fólk, sum umboða fleiri og eitt breitt sjónarhorn. Hugsar Lærarafelagið við í hesum, fáa vit fleiri sjónarmið hjá lærarum, skúlaleiðslum og undirfeløgum hjá felagnum við upp í arbeiðið, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Formaðurin í Lærarafelagnum heldur tað vera eina styrki fyri arbeiðið í nevndum og ráðum, sum hava við fólkaskúlan at gera, at umboðini í nevndunum og ráðunum verða vald umvegis Lærarafelagið, og at Lærarafelagið veit av arbeiðinum, sum fer fram.

- Felagið setir tíð orku av til slíkt arbeiði, tá tørvur er á hesum, tí tað er eitt av endamálunum við felagnum at arbeiða fyri menning í fólkaskúlanum og fremja væl skipaðan skúlaskap. Tað snýr seg ikki um, at vit skulu ráða fyri tí, sum verður gjørt; tað snýr seg um, at lærarans, skúlastjórans og felagsins sjónarmið í breiðum týdningi hava stórt virði, tá ið skúlamyndugleikin skipar verkætlanir og verkstovur, ið skulu vera við til at seta út í kortið í fólkaskúlanum.