Tíðindi
Ein fortreyt, at undirvísingin kennist viðkomandi
Kannar PISA teir røttu partsførleikarnar í náttúruvísindum? Tað var spurningurin, sum tey, ið tóku stig til ROSE-kanningina fyri 20 árum síðan, settu sær. Í heyst fara allir næmingarnir í 9. flokki at geva sítt boð uppá, hvat teir vilja læra um í náttúruvísindum. Úrslitið av kanningini fer óivað at kasta ljós á ymiskt, sum hevur undrað nógv í kjalarvørrinum á PISA-úrslitinum í náttúruvísindum, eitt nú at næmingar í 9. flokki ikki vita, hvat vatntrot er. Eisini Erla Olsen, ph.d., lektari í lívfrøði og náttúrulæringarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, undrast á summi av partsúrslitunum í náttúruvísindaliga partinum av PISA-kanningini.
- Tað kann undra, at næmingar ikki vita, hvat vatntrot er, tí hóast tað regnar nógv í Føroyum, er vatntrot ikki sjáldsamt. Tað kann hugsast, at tað er vinklingin í undirvísingini, sum ger, at næmingar ikki kenna hetta fyribrigdið. Tí tú mást fortelja søguna, soleiðis at hon er viðkomandi hjá næmingum, sigur Erla Olsen.
OECD setir við PISA nøkur mát fyri, hvat minsta krav fyri virkisførleika er. Tey vísitøl, sum telja mest í føroyska høpinum, eru umhvørvismedvit og fatanin hjá næmingunum um eyðkennini hjá náttúruvísindum. Hóast lítla framgongd samanborið við úrslitið í 2022 vísa nýggjastu úrslitini fyri náttúruvísindini, at tað haltar í fleiri partsførleikum.
- Okkara næmingar eru ikki so stinnir í fleiri av partsførleikunum, sum vit høvdu viljað og vónað. Forvitnið hevur minni týdning fyri úrtøkuna enn í hinum Norðurlondunum. Tilknýtið millum áhaldni hjá næmingunum og teirra gleði við at loysa trupulleikar eru øll minni tongd at úrtøkuni í náttúruvísindum í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum, serliga innan trupulleikaloysn.
Ungfólk kring heimin eru vitni til sera fløktar umhvørvisligar avbjóðingar, sum teir eru noyddir at taka støðu til og út frá tí eisini at gera sær tankar um, hvussu meira burðardygg framtíð kann verða skipað, og hvat tey kunnu gera fyri, at framtíðin verður betri. Hetta kann síggjast í ítøkiligum átøkum til frama fyri umhvørvinum, og í hvørjari starvsleið tey ætla sær. Svarini hjá føroyskum næmingum benda á, at slík aktivisma sum læring er mestsum ókend, sigur Erla Olsen.
- Er tað nakað, sum mennir og flytur teg, so er tað, um tú hevur eldhuga fyri einum ávísum evni og heilhjartað arbeiðir við tí. Hjá okkum tykist tað ikki at vera siðvenja millum ungfólk at vera aktivistar, eitt nú at vera partur av til dømis veðurlagsverkfalli, sum javnan vóru á skránni fyri stuttum, og sum eru vanlig uttanlands. Tað kann hugsast, at okkara ungfólk ikki eru nóg væl kunnað um slík aktivistisk átøk, sum verða fyriskipað, men óivað liggur tað eitt sindur í okkum føroyingum at vera afturhaldandi, tá ið talan er um aktivismu. Helst verður tað sæð at vera nakað negativt og kanska politiskt heldur enn eitt slag av læring. Men aktivisma kann vera ein transformativur máti at undirvísa, tí hon leggur upp til, at vit taka støðu. Taka vit ikki støðu, yppa vit ístaðin øksl. Aktivisma kann elva til orðadrátt, – fyri og ímóti – og tað er bara gott, tí fyri at kunna taka grundaða støðu í einum máli ella evni, er fortreytin, at vit seta okkum inn í problematikkin. Hetta er sera góð læring.
At PISA-kanningin vísir, at næmingar í 9. flokki hava størri álit á egnum sunnum fornufti enn vísindaligum arbeiði, er í andsøgn við at seta seg væl inn í viðurskifti fyri at kunna taka eina grundaða støðu, sigur Erla Olsen.
- Sum samfelag eiga vit at flyta okkum frá at mynda kjak og orðaskifti við páhaldum, og sum skúlaverk eiga vit at læra næmingar at grundgeva fyri sínum hugburði. Vit skulu øll duga nógv betur at grundgeva fyri tí, vit halda, men skulu vit tað, so er fortreytin, at vit seta okkum inn í viðurskifti. Í kjakinum eftir nýggjasta PISA-úrslitini hoyrdu vit í miðlunum næmingar siga, at teir hava størri orðfeingi á enskum enn føroyskum. Vit hoyra javnan hetta páhaldið, men er tað veruliga so, sum tað verður pástaðið? Tað ivist eg í. Eg ímyndi mær, at enskførleikin hjá næmingum er eyðkendur av teimum pallum, teir ferðast á, so hvat er tað fyri enskt, sum næmingarnir duga? Mínar royndir sum undirvísari á Setrinum eru, at okkara lesandi stríðast, tá ið tey lesa enskar yrkistekstir; tað fellur nógvum alt annað enn lætt. Komandi vár fáa vit úrslitið av eini kanning fyri 20 lond, har tað verður kannað, hvussu orðfeingið hjá næmingum er í enskum, ella um teir duga betur enskt enn móðurmálið. Føroyskir næmingar eru ikki við í júst hesi kanningini, men eg rokni við, at úrslitið av kanningini kann siga nakað um enskførleikar hjá okkara næmingum eisini.
Eitt av eyðkennunum hjá næmingunum, sum klára seg væl í PISA, er áhugin og gleðin at loysa trupulleikar. Tilknýtið millum áhaldni hjá næmingunum og teirra gleði við at loysa trupulleikar eru øll minni tongd at úrtøkuni í náttúruvísindum í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum, serliga innan trupulleikaloysn. Hetta hevur nógv við treysti at gera, men treysti og áhaldni eru ein førleiki, sum kann venjast og lærast, vísir Erla Olsen á.
- Tað er so einfalt, at hevur tú ikki áhuga at læra, lærir tú ikki. Tí hevur tað so stóran týdning at skapa áhuga og fanga áhugan. Vit mugu koma hartil, tí hóast tú kanska keðir teg onkuntíð í tímanum, so heldur tú á og fært eina fragd at duga tað, tú lærir. Hetta kunnu øll læra.
Næmingagrundarlagið í 9. flokki í Føroyum er ikki stórt, og tí er dátugrundarlagið viðbrekið og onkuntíð ikki nóg stórt. Tað ber ikki til út frá dátunum í PISA-kanningini at eyðmerkja, hvat fyri undirvísing eydnast væl.
- Gjørdu vit eina kanning við luttøku av nógvum næmingum á fleiri floksstigum, hevði betur borið til at greinað, hvat fyri undirvísing gevur bestu úrtøkuna og læringina. Sum heild vísir PISA, at tað meiri er talan um munir millum næmingar og innan fyri skúlan, heldur enn millum skúlar. Tí gevur tað eftir mínum tykki ikki meining at taka ávísar skúlar fram, ei heldur at almannakunngera góðar og minni góðar skúlar, tí tað flytur bara fokus frá tí, sum hevur týdning.
Í kjalarvørrinum á PISA fer nú eitt størri arbeiði í gongd. Fyrsta stigið er tikið við, at landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur sett ein breiðan arbeiðsbólk.
- Tað er gleðiligt, at úrslitið av hesi nýggju kanningini verður tikið í álvara hjá skúlamyndugleikunum, eisini í politisku skipanini.
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum