Tíðindi
Ein av størstu varðunum í okkara mentanarsøgu rundan dag
Góðar søgur síðan 1956. Í sambandi við at Bókadeild Føroya Lærarafelags fyllir 70 ár í ár, skipa Lærarafelagið og Bókadeildin fyri almennum hátíðarhaldi við fyrilestrum, upplestri, tónleiki og ábiti í Finsen í Havn á altjóða læraradegnum 5. oktober kl. 13.00-17. Øll eru vælkomin.
Dagurin verður skipaður í tvey tiltøk, sum hanga saman. Tað fyrra við framløgum um føroyskar barna- og ungdómsbøkur, og tað seinna sum 70 ára móttøka.
Skráin er hendan:
Barna- ungdómsbøkur á føroyskum kl. 13.00 – 14.45
- Vælkomin og upplegg um Bókadeild Føroya Lærarafelags – Sigfríður Sólsker, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Søgan hjá Bókadeildini – Niels Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Upplestur – Ingun Christensen, rithøvundur
- Føroyskar barnabókmentir í dag – Paula Gaard, phd í bókmentafrøði
- Upplestur – Rakel Helmsdal, rithøvundur
- Takk fyri – Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Móttøka – Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár kl. 15.00
- Vælkomin – Sigfríður S. Sólsker og Jacob Eli S. Olsen
- Ábit
- Upplestur – Elin á Rógvi, rithøvundur
- Rithøvundavitjanir verða kunngjørdar
- Avdúking
- Marius Ziska spælir nøkur løg
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum