Tíðindi

Danskir næmingar søguliga vánaligt úrslit í PISA

11.09.2026
Fakliga stigið hjá donskum næmingum hevur ongantíð verið lakari sambært nýggjastu PISA-kanningini.

Førleikarnir hjá donskum næmingum í bæði lesing, støddfrøði og náttúruvísindum eru versnaðir munandi samanborið við PISA-kanningarnar, sum áður eru gjørdar. Donsku næmingarnir liggja á higartil lægsta stigi, síðan Danmark gjørdist partur av PISA í 2000. 

Danskir næmingar skora 460 PISA-stig í lesing, 471 PISA-stig í støddfrøði og 478 PISA-stig í náttúruvísindum (til samanberingar skora føroyskir næmingar 428 PISA-stig í lesing, 452 í støddfrøði og 451 PISA-stig í náttúruvísindum).

PISA mátar úrslitini hjá næmingum í stigum – og OECD, sum stílar fyri PISA-kanningini, metir, at umleið 20 stig svarar til eitt ár við læring. Eitt ár við læring svarar til tað, sum væntað verður av einum næmingi at flyta seg fakliga framá eftir einum ári. Við slíkum mátistokki er fakliga stigið versnað við sløkum tveimum árum í læring í bæði lesing og støddfrøði og eitt ár í læring í náttúruvísindum frá 2015 til 2025. Tað kann umroknast til, at fakliga stigið hjá einum fimtan ára gomlum næmingi í 2025 svarar til á leið fakliga stigið hjá einum trettan ára gomlum í lesing og støddfrøði og einum 14 ára gomlum í náttúruvísindum í 2025.

Úrslitini benda á eina læringarkreppu í Vesturheiminum

Versnandi úrslit síggjast sum kunnugt ikki bara í Danmark. Fakliga stigið er versnað í nógvum av teimum 90 londunum, sum eru við í PISA. Í 43 londum er úrslitini í lesing verri, tað sama er galdandi fyri 39 lond í støddfrøði og 11 lond í náttúruvísindum. Úrslitini hjá hinum Norðurlondunum og øðrum londum í Vesturheiminum eru eisini verri í nýggjastu kanningini samanborið við eldri kanningar. Hetta bendir á, at talan er um eina størri læringarkreppu í Vesturheiminum.

Úrslitini hjá donskum næmingum eru í samsvari við miðal í OECD í lesing og náttúruvísindum. Tá ið talan er um støddfrøði eru danskir næmingar oman fyri OECD-miðal. Í norðurlendskum høpi eru danskir næmingar í miðal í náttúruvísindum og lesing, og í støddfrøði oman fyri Noreg og Ísland og á jøvnum føti við Finnland og Svøríki. Samanborið við Føroyar skora danskir næmingar betur í øllum trimum lærugreinum.

Fakliga stigið lægri tvørtur um næmingabólkar

Úrslitini hjá donskum næmingum vísa eina afturgongd á øllum fakligum stigum. Tað merkir, at tað er ikki bara galdandi fyri teir næmingar, sum frammanundan klára seg illa. Afturgongdin er eisini galdandi fyri teir fakliga sterku næmingarnar.

Í nýggjastu PISA-kanningini klára dreingir seg betur enn gentur í støddfrøði, meðan gentur klára seg betur enn dreingir í lesing. Eingir kynsmunir eru í náttúruvísindum. Afturgongdin er størri hjá dreingjum í náttúruvísindum og lesing, meðan afturgongdin er tann sama fyri dreingir og gentur í støddfrøði síðan PISA síðan 2022.

Talgilt órógv

PISA 2025 vísir, at órógv frá talgildum tólum og miðlum framhaldandi er ein munandi avbjóðing í donskum skúlastovum. 36 prosent av av næmingunum svara, at teir í teimum flestu ella næstan hvønn einasta tíma í náttúruvísindum verða órógvaðir av talgildum tólum ella miðlum. Sama er galdandi fyri 32 prosent av næmingunum í støddfrøði í 2022.

Úrslitini benda á, at henda distraktiónin nú er ein størri avbjóðing millum danskar næmingar. Tað er bara fjórði hvør næmingur, sum svarar, at teir ongantíð ella næstan ongantíð verða órógvaðir. Donsku næmingarnir liggja ovast í OECD-miðal, tá ið talan er um distraktión. 

PISA-kanningin hevur verið framd triðja hvørt ár síðan 2000, og Danmark hevur verið við hvørja ferð. Føroyar hava verið við síðan 2006.

Umleið 6300 fimtan ára gamlir næmingar í 300 skúlum í Danmark hava tikið lut.

Kelda: uvm.dk

Savnsmynd