Tíðindi
275 næmingar í serflokkum og 69 í serskúla
Talan er um stóran vøkstur. Í svarinum kemur fram, at fyri fimm árum síðam, í 2021, gingu 175 næmingar í serflokkum og 54 næmingar í Skúlanum á Trøðni, tilsamans 229 næmingar. Fyri landið er kostnaðurin til serflokkar í 2026 mettur til 57 mió. kr. Rættað fyri lønarhækkingar svarar hetta til um 51 mió. kr., sum er 19 mió. kr. meira enn í 2021. Harumframt er játtanin til Skúlan á Trøðni 25,6 mió. kr. í 2026. Mentamálaráðið hevur ikki tøl fyri ítøkiliga kostnaðin hjá kommununum til hesar skipanir. Til samanberingar var kostnaðurin hjá landinum í 2021 til serflokkar 32 mió. kr. Játtanin til Skúlan á Trøðni var sama ár 16,3 mió. kr.
Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, vildi vita, um nakað úrslit sæst av hesi hækkanini í útreiðslunum. Til tað svarar landsstýrismaðurin, at serligar kanningar av úrslitunum av sertilboðunum eru ikki gjørdar, og tí ber ikki til at staðfesta eina beinleiðis ávirkan av hækkaðu útreiðslunum. Sambært upplýsingum frá Undirvísingarstýrinum er fatanin tó, at sertilboðini hava havt týdning fyri fleiri børn, m.a. børn í mistrivnaði og við álvarsligari ella drúgvari skúlafráveru, umframt børn við serligum tørvi á sernámsfrøðiligum stuðli. Sertilboðini hava í fleiri førum givið hesum næmingum neyðugar og tryggar karmar, tá vanligi skúlin ikki hevur megnað at veita eitt nøktandi tilboð.
102 ársverk eru í sertilboðum kring landið. Talið er ein meting, sum byggir á samlaðu lønarútreiðslurnar, rættaðar fyri lønarhækkingar. Til samanberingar var talið í 2021 64 ársverk grundað á samlaðu lønarútreiðslurnar.
Í viðmerking til skrivliga fyrispurningin segði løgtingskvinnan eitt nú, at vaksandi næmingatal í serskúla og sertilboðum umframt bíðilisti til útgreining eigur at fáa okkum at spyrja, um vit hava bygt eitt samfelag, sum veruliga rúmar øllum børnum.
- Gera vit nóg mikið fyri, at hvørt einstakt barn sleppur at blóma? Børn hava ymiskar gávur, áhugamál og ikki minst ymiskan máta at læra uppá. Kortini hava vit skipanir, sum í ov stóran mun vænta, at øll skulu mennast eftir sama leisti. Hetta gagnar summum, men als ikki øllum. Her er tað serliga fólkaskúlin, sum hevur eina týdningarmikla uppgávu. Hann skal geva øllum børnum eina góða barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning, at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, so sum at lesa, skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar, ið hava stóran týdning. Eitt nú at vera kreativur, duga at samstarva, duga at taka ábyrgd og mest av øllum evnið til at hugsa sjálvstøðugt.
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum