Tíðindi
Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
Næmingarnir, sum tóku lut í PISA-kanningini 2025, hava eisini svarað nógvum spurningum um egin persónlig viðurskifti, so sum sosiobúskaparligu viðurskiftini hjá familjuni, útbúgvingarstigið hjá foreldrunum, hvussu nógvar bøkur eru í heiminum, um ljóðføri eru í familjuni, og um familjan eigur summarhús. Næmingarnir eru eisini spurdir, hvaðani foreldrini eru, og hvat mál verður tosað heima umframt mangt annað.
- Sosiobúskaparliga støðan hjá eini familju í Føroyum nýtist neyðturviliga ikki siga nakað um, hvussu børnini klára seg fakliga. Í eldri PISA-kanningum hava vit sæð, at útbúgvingarstigið hjá mammuni hevur nógv at siga fyri, hvussu børnini klára seg. Í næstseinastu PISA-kanning sóu vit nakað nýtt, og tað er, at útbúgvingarstigið hjá pápanum hevur týdning fyri úrtøkuna hjá børnunum. Tað er framvegis galdandi, at útbúgvingarstigið hjá foreldrunum hevur nógv at siga; børn hjá foreldrum við hægri útbúgving klára seg betur, enn børn hjá foreldrum, sum hava lægri útbúgving. Hetta er í samsvari við gransking og kanningar uttanlands.
Eisini tal av ljóðførum í heiminum kann siga nakað um støðuna hjá næmingum. Erla Olsen hevur ein varhuga av, at talið á ljóðførum í føroyskum heimum er minkað.
- Ljóðføri er mentanarkapitalur, og mentanarkapitalur hevur nógv at siga fyri fakliga úrtøku. Á sama hátt er talið á bókum í heiminum eisini mentanarkapitalur, og hetta hevur eisini týdning fyri úrtøkuna hjá næmingum. Tað er áhugavert at síggja, at hevur familjan summarhús, so hevur tað ikki positivan týdning fyri fakligu førleikarnar hjá næmingum. Hetta kann snúgva seg um, at tað eru nógvar familjur í Føroyum, sum forvinna nógvar pengar av tilfeingisvinnuni, og hetta eru neyðturviliga ikki familjur við høgum útbúgvingum. Uttanlands hanga útbúgving og inntøka nógv meiri saman enn tað ger í Føroyum. Í Føroyum hava nógv høga løn uttan at hava høga útbúgving. So skulu vit samanbera sosiobúskaparligu støðuna hjá næmingunum við næmingar uttanlands, mugu vit hyggja til lond, sum hava somu fortreytir sum vit, eitt nú lond, sum eru trongd av tilfeingisvinnu.
Bakstøðið hjá næmingunum er ikki samankoyrt við úrslitini hjá næmingunum enn, men tað fer at verða gjørt í næstum. Væntandi fara vit at síggja úrslit og niðurstøður eftir ársskiftið.
Onnur tíðindi
-
13.11.2026Hvat skulu vit við skaldskapinum?
-
11.11.2026Alt, vit gera, er ikki framstig
-
10.11.2026Ikki skilagott at fara aftur til boð- og setningsbókina
-
09.11.2026Kervi+ gevur foreldrum einki annað enn høvuðbrýggj
-
06.11.2026Yngri barnið er, tá tað byrjar á sosialum miðlum, verri klárar tað seg
-
05.11.2026Skeiklað miðlamynd?