Tíðindi
Týðandi at hava okkum við í tilgongdini
- Tá ið talan er um vitlíki, eru møguleikarnir óteljandi, eisini í undirvísingini. Fyrimunirnir eru fleiri, og vitlíki arbeiðir skjótt og uttan stórvegis hóvasták. Vitlíki kann lættliga koma við nýggjum og øðrum møguleikum, sum vit ikki hava hugsað um. Tað kann eisini gera upplagdar uppgávur fyri meg. Tó hevur tað grundleggjandi týdning, at eg sum lærari havi meg sjálvan við í tilgongdini. Vitlíki kann nevniliga hjálpa, og tí fekk tað jú heitið co-pilot – altso, annar skipari. Hinvegin skal eg tilvitað bara hugsa hetta sum samstarv, so vitlíki ikki er tað, sum stýrir og gerst skiparin, men heldur annar skipari, sigur Eyðbjørn Jacobsen.
Dagliga undirvísir Eyðbjørn Jacobsen mest í støddfrøði og alis- og evnafrøði, og seinastu tíðina hevur hann sjálvur sitið á skúlabeinki á Fróðskaparsetri Føroya, har menning av talgildari undirvísing í verki hevur verið á skránni. Endamálið við staklestrinum er at menna, royna og meta um talgilda undirvísing og styrkja førleikar at taka didaktiskar avgerðir um nýtslu av kt við støði í læring, trivnaði, luttøku og fakligum endamálum.
- Hóast útbúgvingin á Setrinum ikki bara viðger vitlíki, so koma vit ikki uttan um, at tað gerst ein partur av næstan øllum tí, vit gera í kt. Fleiri góð prát hava verið um ymiska gransking og tankar um gongdina seinastu árini, sum jú gongur við tí fúkandi ferð. Avbjóðingin við hesari granskingini er nevniliga, at tøknin mennist nógv skjótari enn granskingin um tøknina.
Eyðbjørn Jacobsen vísir á, at um vit á fólkaskúlaøkinum vilja varðveita sunna læring við hugsanini um, at læring tekur tíð og krevur nakað menniskjaligt við hugsavnan, sosialum sambondum og persónligum virksemi, so eiga vit at gera okkum greitt, hvussu vit vilja, at næmingarnir arbeiða við og brúka vitlíki.
Tá ið vit hugsa um vitlíki og undirvísing, kann vinningurin til dømis vera, at vitlíki lættliga eftir einhvørjum fyrispurningi kann gera tillagaðar uppgávur til ymiskar næmingar eftir tørvi og førleikastigi. Eisini ber til at lata vitlíki rætta ymiskar uppgávur, sum næmingarnir hava gjørt. Her kunnu vit spara tíð, og tó, heldur Eyðbjørn Jacobsen.
- Vit mugu sum lærarar altíð halda eyga við málsligum og fakligum villum. Vit skulu alsamt eisini vera spyrjandi, kritisk og kannandi, tá ið tað ræður um undirvísingartilfar og læring. Eisini kann vitlíki vera ein góður og skjótur felagi til dømis í flokkinum, har lærarar hava fleiri næmingar, sum hava tørv á hjálp í senn. Her kann vitlíki vera við til at hjálpa og vegleiða, vísir Eyðbjørn Jacobsen á.
- Næmingarnir kunnu fáa gagn av vitlíki og tó einans, um teir duga at brúka tað til at leita sær vitan og ikki við at fáa vitlíki at gera uppgávurnar fyri seg. Um næmingarnir ikki megna at síggja vitlíki sum ein hjálpara og lata vitlíki stýra ókritiskt, so gagnar tað als einki. Kanningar vísa tíverri, at vitlíki og tøkni sum heild hevur gjørt okkum fakliga og sosialt verri fyri enn fyrr. Hetta kann benda á, at vit lata okkum stýra fram um at gagnnýta vitlíki fyri at læra og fyri sjálv at vera við í læringartilgongdini.
Eyðbjørn Jacobsen gerst hugsanarsamur og vísir á, at hesi amboðini jú kunnu taka feil, taka skeivar avgerðir og vegleiða skeivt. Enntá kunnu tey geva skeivar fatanir, tá ið svarað verður so sannførandi, at svarini verða hildin at vera røtt, og hann leggur aftrat:
- Vit kunnu til dømis samanbera við ein knív. Hann kann bæði gera stórt gagn í hondunum, til dømis á einum dugnaligum skurðlækna, og hinvegin gera stóran og óbøtandi skaða, um hann eitt nú verður nýttur sum vápn.
Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2026
Onnur tíðindi
-
13.11.2026Hvat skulu vit við skaldskapinum?
-
11.11.2026Alt, vit gera, er ikki framstig
-
10.11.2026Ikki skilagott at fara aftur til boð- og setningsbókina
-
09.11.2026Kervi+ gevur foreldrum einki annað enn høvuðbrýggj
-
06.11.2026Yngri barnið er, tá tað byrjar á sosialum miðlum, verri klárar tað seg
-
05.11.2026Skeiklað miðlamynd?