Tíðindi
Týðandi at fáa gongd á trygdarnevndirnar
Øll arbeiðspláss skulu hava trygdarumboð. Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum arbeiðsplássum, har ið tíggju ella fleiri starvsfólk eru, at velja trygdarumboð og samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum í eini trygdarnevnd. Tað er tó ein sannroynd, at tað skortar í nógvum skúlum at fáa gongd á arbeiðið í trygdarnevndunum, tí sambært tølum í Undirvísingarstýrinum er lítið goldið í nevndarsamsýning til arbeiðið í trygdarnevndunum. Formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum hevur evstu ábyrgdina á økinum, saman við Undirvísingarstýrinum eigur at áleggja øllum skúlum at fáa trygdarumboð vald innan ávísa freist, so arbeiðið í trygdarnevndunum av álvara fer í gongd.
- Hetta arbeiðið eigur at verða raðfest, bæði hjá evstu myndugleikum og úti í hvørjum einstøkum skúla. Trygdarumboð mugu veljast og skrásetast; harnæst mugu tey útbúgvast til uppgávuna, og arbeiðið í trygdarnevndini skipast við regluligum fundum, fyri at arbeiðið við arbeiðsumhvørvnum liggur í einum føstum leisti, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Í trygdarnevndini í skúlunum skulu vera umboð fyri leiðsluna og lærararnar. Talið á umboðum er samsvarandi støddini á skúlanum. Trygdarnevndin í hvørjum skúla sær skal skipa arbeiðið, soleiðis at arbeiðsumhvørvið í skúlanum, bæði tá ið talan er um fysisku karmarnar og tað sálarliga, er trygt.
- Tú kanst væl trívast á arbeiðsplássinum, hóast tað eru viðurskifti, sum als ikki eru trygg, og hinvegin kanst tú arbeiða í einum tryggum arbeiðsumhvørvi, men trívast illa.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag hevur fleiri ferðir víst á, at arbeiðsplássmetingar eru gott og neyðugt amboð hjá trygdarnevndunum at brúka at fáa yvirlit yvir, hvussu støðan er.
- Eftir mínum tykki eiga trygdarnevndirnar at gera arbeiðsplássmetingar. Arbeiðsplássmetingin byggir á ein eftirkanningarlista, har starvsfólk verða spurd um øll hugsandi viðurskifti, sum viðvíkja arbeiðsumhvørvinum, frá hvussu inniluft, ljós- og ljóðviðurskifti eru til mannagongdir fyri ágangi, harðskapi og happing frá starvsfelagum, foreldrum og næmingum. Starvsfólkini svara øll dulnevnd. Tá ið starvsfólkini eru spurd, og svarini greinað, kemur ein støðumynd fram, sum vísir, á hvørjum økjum arbeiðsumhvørvið tykist at vera í lagi, og hvar tørvur er á at gera ábøtur. Sannlíkt er okkurt, sum gongur aftur, sum trygdarnevndin saman við leiðslu skúlans eigur at arbeiða við, eisini saman við starvsfólkunum. Tá trygdarnevndin hevur fingið eina greiða mynd av arbeiðsumhvørvinum á staðnum, eigur ein virkisskrá at verða gjørd, har tað, sum mest trokar á, verður sett á skránna við hægstu raðfesting, og onnur viðurskifti, ið tørvar ábøtur ella tillagingar, eisini verða sett í skránna. Fyri at tryggja, at neyðugar ábøtur í arbeiðsumhvørvinum verða framdar, eigur ein ábyrgdarpersónur og ein tíðarfreist at vera ásett fyri hvørt øki, og nær tillagingar vera eftirmettar.
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2026
Onnur tíðindi
-
13.11.2026Hvat skulu vit við skaldskapinum?
-
11.11.2026Alt, vit gera, er ikki framstig
-
10.11.2026Ikki skilagott at fara aftur til boð- og setningsbókina
-
09.11.2026Kervi+ gevur foreldrum einki annað enn høvuðbrýggj
-
06.11.2026Yngri barnið er, tá tað byrjar á sosialum miðlum, verri klárar tað seg
-
05.11.2026Skeiklað miðlamynd?