Tíðindi
Takið mentanina hjá næmingunum við inn í skúlan
Tá skúlin ger mentanina hjá næmingunum og foreldrunum sjónliga, kann tað geva teimum eina kenslu av stoltleika og virðing, heldur enn kensluna av, at ein er skeivur og øðrvísi. Hetta kemur fram í einari av samrøðunum, sum Durita Mikkelsen og Julian Mikkelsen hava við lærarar í sambandi við ritgerðina, tey skrivaðu á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini í fjør. Ritgerðin eitur Samstarv millum lærarar og foreldur, ið hava annan etniskan uppruna, og hon snýr seg í høvuðsheitum um, hvussu lærarin samskiftir og samstarvar við foreldur, ið hava annan etniskan uppruna, og hvussu millummentanarligur førleiki kann stuðla læraranum í samskiftinum.
- Tað hevur týdning at rúma mentanarligum fjølbroytni í undirvísingini, soleiðis at næmingarnir og foreldrini kunnu fáa eina kenslu av stoltleika og týdningi. Tó kann hetta eisini metast sum ein avbjóðing fyri lærarar, tí tað krevur ein tilvitaðan hugburð og arbeiði við at menna millummentanarligan førleika. Lærarin má vera tilvitaður um, at einki sjónarmið er objektivt, og at hann sjálvur kann vera bundin av siðbundnum hugsanum frá føroysku mentanini.
Hugtakið millummentan hevur sín uppruna í sambandi við fólkaflyting millum evropeisk lond og vísir til eina gerð ella eina tilgongd. Millummentan viðurkennir tann veruleikan, at øll eru tongd at hvørjum øðrum, og tí er tað neyðugt við samskifti og virðing millum mentanir. Tann, ið hevur millummentanarligan førleika, dugir at samskifta hóskandi og virðiliga í millummentanarligum høpi. Hann hevur ein hugburð, ið sær eins stórt virði í øllum mentanum og er opin at læra frá og um onnur.
Í ritgerðini eru samrøður við tríggjar lærarar, sum undirvísa í føroyskum sum annaðmál. Í einari av samrøðunum greiðir ein lærari frá, hvussu hann brúkar vitanina hjá foreldrunum:
”Tá vit taka ymiskt mentanarligt upp sum t.d. páskir, jól, flaggdag ella grækarismessu, ella hvat tað kann vera, so ... Hetta er kanska meir við næmingum, tí tað snakki eg ikki altíð við foreldrini um, men tá vit undirvísa í tí, so spyrji eg inn til og eri forvitin eftir, hvussu tað er hjá teimum, so at tey sleppa at koma fram við sínum. Og onkuntíð, so havi eg eisini gjørt heimaarbeiði, har eg sigi “farið og spyrjið heima, hvørji ævintýr tit kenna heima frá tykkara landi”. So koma tey aftur við onkrum. At siga “far og spyr foreldrini um ting”, haldi eg eisini er ein máti at siga, at tað er viktugt sum tit eru, tað kann eisini brúkast ella so ha? So mann ger ein góðan dialog soleiðis: Hvussu halda tit? Hava tit ein tjóðfugl? Hvussu brúka tit flaggið? Og sovorðin har ting ha? Tað er faktiskt ordiliga interessant hjá øllum hinum at hoyra.”
Les alla greinina í Skúlablaði nr 2, 2026
Onnur tíðindi
-
13.11.2026Hvat skulu vit við skaldskapinum?
-
11.11.2026Alt, vit gera, er ikki framstig
-
10.11.2026Ikki skilagott at fara aftur til boð- og setningsbókina
-
09.11.2026Kervi+ gevur foreldrum einki annað enn høvuðbrýggj
-
06.11.2026Yngri barnið er, tá tað byrjar á sosialum miðlum, verri klárar tað seg
-
05.11.2026Skeiklað miðlamynd?