Tíðindi
Soleiðis kanst tú hjálpa barninum í lesitilgongdini
Sum lærari hjá yngstu næmingunum hevur tú bestu uppgávuna, sum er til: At vera tann, sum er hjá, tá ið barnið varnast, at bókstavir kunnu gerast til orð. Tað er vegurin inn til søgur, vitan og nýggjar heimar. Men hvat eiga vit at hava í huga, tá ið vit tosa um at læra at lesa?
Eitt barn kennir bókstavirnar, s, o og l. Men hvussu gerast bókstavirnir til «sól»?
Hjá einum royndum lesara gongur tað næstan av sær sjálvum. Byrjanarlesarin má kenna bókstavirnar aftur, finna ljóðini og seta tey saman. Síðan gevur orðið meining.
Eitt forvitið seks-sjey ára gamalt barn kemur í skúlan við royndum, sum lærarin kann byggja víðari á.
– Seks ára gomul hava brúkt alt lívið at fortelja, spyrja og hava meiningar um nógv. Lesiupplæringini eigur at byggja víðari á royndirnar og orkuna, tey hava við sær, sigur Karianne Megard Grønli, granskari við Lesisentrið í Stavanger í Noregi.
Mest týdning
Tú hevur óivað mangan hoyrt eitt barn fortalt tær reglurnar í einum spæli, tú ongantíð hevur hoyrt um. Tey hava teknað familjuna við risastórum høvdum og evarska lítlum beinum og skrivað MAMMA við stórum, skeivum bókstavum á tekningina. Tey hava nógv upp á hjarta. Tey vilja verða hoyrd, og tey vilja hava svar. Grønli hevur savnað granskingargrundað ráð um fyrstu lesitilgongdina. Tað týdningarmesta er, at børnum tørvar bæði at læra, hvussu bókstavirnir virka, og at uppdaga, hvat tey kunnu brúka lesing og skriving til, sigur hon.
Bókstavirnir mugu koplast til ljóð
Børn, sum læra sambandið millum bókstavir og orðaljóð, fáa eitt amboð at lesa orð, sum tey ongantíð hava sæð fyrr, sambært granskaranum. Í eini stórari kanning vísa granskararnir Anne Castles, Kathleen Rastle og Kate Nation, at skipað undirvísing í slíkum samanhangum eru týðandi í byrjanarlæringini.
Tá ið børn kopla bókstavir til ljóð, kunnu tey finna fram til orð, tey ikki hava sæð fyrr, ístaðin fyri at skula læra hvørt orð uttanat. Samstundis tørvar teimum gott orðfeingi og góða málfatan til at skilja innihaldið í tekstinum.
Grønli mælir til stutta og týðiliga vegleiðing:
- Sig hvussu bókstavurin eitur og ljóðar og vís, hvussu hann verður skrivaður.
- Finn orð, har ljóðið verður brúkt.
- Vís, hvussu ljóðini verða sett saman til orð.
- Lat næmingarnar royna saman við læraranum, áðrenn teir royna einsamallir.
Í orðinum «sól» kann lærarin halda fast í s-ljóðinum og toga tað víðari til næstu ljóðini, meðan fingurin fylgir bókstavunum.
Lat næmingarnar lesa og skriva við bókstavunum
Fleiri kendir bókstavir geva fleiri møguleikar at gera orð. Gransking frá Universitetinum í Stavanger vísa, at næmingar, sum møta bókstavum oftari gjøgnum fyrsta skúlaárið, menna betri vitan um bókstavir, orðlesing og staving, enn næmingar, sum møta teimum sjáldnari. Næmingar, sum kláraðu seg ringast, høvdu stórt gagn av at møta bókstavum oftari og við styttri millumbili. Tað merkir kortini ikki, at bara ferðin – hvussu ofta og títt tú møtir bókstavum – ger allan munin.
Granskararnir leggja dent á, at næmingarnir mugu brúka bókstavirnar, teir læra. Tá næmingarnir læra at lesa og skriva við nýggjum bókstavum, fáa teir møguleikan at granska, hvussu skriftmálið er.
Næmingarnir kunnu eitt nú:
· Byggja orð við bókstavakortum, býta bókstavir um og lesa nýggja orðið.
· Skriva nøvn og lítil boð.
· Gera skelti ella skrá til sjónleik.
Skriving og lesing hanga tætt saman, sigur Grønli. Tá ið næmingarnir skriva orð og setningar, tey sjálv finna uppá, venja tey, hvussu bókstavir og orð virka saman.
Upplestur gevur atgongd til tekstir, tey ikki kunnu lesa sjálv
Ein næmingur í fyrsta flokki skilir spennandi søgur, langt áðrenn hann dugir at lesa sjálvur.
– At lesa fyri næmingunum gevur teimum atgongd til tekstir og innihald, sum tey ikki sjálv kunnu lesa. Samrøðurnar geva teimum møguleika at undrast, grunda, tulka og møta nýggjum orðum, sigur Grønli.
Hon mælir til at seta tíð av fast á skránni til at lesa upp og at tosa um tekstir. Lærarin kann greiða frá orðum, sum hava týdning, og lata næmingarnar brúka orðini aftaná. Spurningar, so sum «Hví gjørdi hon tað?» og «Hvat halda tit fer at henda?» lata upp fyri, at barnið kann greiða frá og hugsa seg um. Lat tey tosa saman og svara spurningunum hjá hvørjum øðrum, sigur granskarin. Slíkt mennir bæði orðfeingi, málfatan og evnini at reflektera yvir ein tekst.
Lurta eftir hvørjum einstøkum næmingi og tillaga stuðulin
Tá næmingurin lesur hart, fær lærarin upplýsingar um, hvussu barnið megnar at lesa, og hvat er trupult.
Legg til merkis um næmingurin:
- er ótryggur við ávísar bókstavir
- megnar at kopla ljóð saman
- varnast tá eitt orð verður sagt skeivt
- skilir orðini og innihaldið
Eygleiðingarnar kunnu brúkast til at gera av, hvat næsta stigið í undirvísingini eigur at vera. Barnið tørvar kanska meiri venjing við summum bókstavum, meðan okkurt annað barn tørvar hjálp at skilja orðini í tekstinum. Eyka hjálp tíðliga kann gera munin, sigur Grønli. Í eini norskari kanning fingu næmingar, sum fingu miðvísan stuðul í fyrsta flokki, betri úrslit í lesing og skriving, enn næmingar, sum ikki fingu hjálp tíðliga.
Týðandi grundarlag fyri restina av skúlatíðini
At øll børn fáa góða undirvísing í byrjanini loysir ikki allar avbjóðingarnar, sum PISA-úrslitini vísa á. Samstundis bendir granskingin í eina ávísa ætt: Børnum tørvar hjálp at skilja, hvussu bókstavir og ljóð hanga saman, tey hava brúk fyri at lesa og skriva sjálv, og tey hava brúk fyri vaksnum, sum lesa fyri teimum og tosa við tey um tekstir.
Jesper Bremholm er leiðari á Lesisentrinum í Stavanger. Hann er sannførdur um, at PISA-úrslitini vísa á, hvussu umráðandi arbeiðið við lesing, sum røkkur yvir langa tíð, er.
– Vit hava ongantíð hava so stóran tørv á átøkum, sum seta inn tíðliga, sum røkka yvir langa tíð, og sum krevja av okkum, at vit hava tol.
Eitt av støðunum, har hetta byrjar, er í skúlastovuni hjá teimum yngstu næmingunum. Hóast nógv viðurskifti ávirka lesimenningina gjøgnum alla skúlatíðina, vísir gransking, at fyrstu skúlaárini hava stóran týdning. Børn, sum fáa eina góða byrjan við lesing og skriving, fáa eitt týðandi grundarlag fyri menningini í lesing.
– PISA-úrslitini í lesing minna okkum á, at førleikarnar at lesa ognar tú tær yvir tíð. Ein góð byrjan í tilgongdini at læra at lesa loysir ikki allar avbjóðingarnar, men hon gevur næmingunum eitt týðandi grundarlag at læra víðari, sigur Jesper Bremholm.
Kelda: forskning.no
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum