Tíðindi
Raðfestið upplestur í barnagarðinum
Lesið fyri – bæði við at hava tað fast á skránni og í steðgum
Brúkið upplestur skipað í gerandisdegnum. Tá ið tit arbeiða við onkrum evni, til dømis árstíðunum ella øðrum, sum tit kanna í nærumhvørvinum – brúkið so bókmentir til at lesa og tosa um tekstir, mál og myndir. Góðar barnabókmentir kunnu verða lisnar ofta við at brúka ymiskar tilgongdir. Í til dømis Bukkarnir Brúsi eru nógvir tvídráttir at tosa og kjakast um: dirvi, ótti, øvundsjúka og viðurskifti millum fólk.
Bøkur kunnu virka sum kveikjarar og íblástur, sum seta nógv í gongd hjá børnum og fáa tey at menna tankar og hugflog. Upplestur skal sjálvandi eisini bara vera brúkt sum avbrot ella hvíld frá ymsa virkseminum.
Brúkið ymisk sløg av bókum
Børn eiga at hava atgongd til ymisk sløg av bókum: sagnir, faktabøkur, fagurbókmentir, poesi, sangtekstir og annað. Nógvir barnagarðar í dag hava talgild amboð og tilsamans við pappírsbókum kunnu bøkurnar vera virðismiklar í málmenningini, spælinum og tí, sum barnið lærir. Um barnið brúkar talgild amboð heima, so er gott um bara pappírsbøkur verða brúktar á stovninum.
Tá ið søgur og bøkur eru ein natúrligur partur av tí, sum hendir í barnagarðinum, kunnu børn og vaksin tosa um søgurnar, meðan tað verður etið, ella meðan børnini sita í rundingi, á sama hátt sum vaksin hava lesiring ella bókaklubb. Við at lesa um Álv Ákason, kunnu børnini kenna seg aftur í ymiskum; tað, sum Álvur hugsar og grundar um, verður universelt.
Kannið bókaúrvalið – og hugsið øðrvísi um, hvussu tit brúka bøkur
Hóast barnabókmentir eru høgt í metum, er ymiskt, hvussu nógvar barnabøkur ymsu barnagarðarnir eiga. Sambært serfrøðingum eigur tað at vera í minsta lagi tvær bøkur fyri hvørt barnið í hvørji einstakari stovu á hvørjum einstøkum stovni. Ráðini frá granskarunum eru: Gerið upp, hvussu nógvar bøkur tit eiga! Eru bøkurnar í góðum standi og settar fram, soleiðis at tað er lætt og spennandi hjá børnunum at koma til? Hvussu er úrvalið? Brúkið eisini bókasøvn.
Summastaðni gera starvsfólk á stovnum myndabøkur, sum taka støði í umhvørvinum á staðnum, og so sita børn og vaksin og hyggja, blaða og lesa saman. At hava fjølbroyttar bøkur í gerandisdegnum á stovninum kann hava smittandi effekt: Við at síggja onnur lesa saman, kunnu børn fáa hug at lesa og eisini lesa meiri, og tað kann aftur føra til, at børn eisini vilja lesa saman við vaksnum heima.
Gerið málrættað átøk til frama fyri børn, har tað ikki verður lisið nógv heima
Fortreytirnar hjá børnunum at lesa kunnu vera ógviliga ymiskar – summi børn hava als ongar bøkur heima. Um øll børn skulu mennast málsliga í barnagarðsaldri, so er tað ikki nóg mikið, um tað bara verður lisið fyri øllum børnunum í senn í stórum bólkum. Meiri miðvís átøk eiga at vera til frama fyri tey børn, sum hava størstan tørv at mennast málsliga, ikki minst tey børn, sum hava annað móðurmál. Lesið tí í smærri bólkum! Lesið fyri einstaklingum! Vit vita, at tað kann vera ein avbjóðing, um nógv børn eru á stovuni – men upplestur eigur at verða høgt raðfest. Gerið børn von við tekst, greiðið frá tí, tit lesa um. Í kjaki verður nógv tosað um børn við serligum tørvi í skúlanum, men øll børn eiga at verða stuðlað longu í barnagarðsaldri.
Um granskararnar
Elisabeth Mellgren og Pia Williams eru granskarar í námsfrøði við Göteborgs universitet, stovninum fyri námsfrøði, samskifti og læring. Tær hava saman við tveimum øðrum granskarum kannað dygdina í 153 barnagørðum í Svøríki, har partur av kanningini var um mál og lesføri. Tey gjørdu eygleiðingar í hvørji einstakari deild í 153 barnagørðum, og tey brúka altjóða viðurkendar arbeiðshættir.
Kelda: vilarare.se
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
01.10.2026Lesiskeiðið gott fyri bæði tryggar og veikar lesarar