Tíðindi
Ov lítið at røra seg í ein tíma
60 minuttur um dagin við ymsum likamligum virksemi, sum fær pulsin upp. Tað er tað, sum altjóða heilsumyndugleikar hava viðmælt børnum í aldrinum 6 til 17 ár at røra seg hvønn dag. Men er tað í grundini nóg mikið?
Granskarar á ítróttaskúlanum NIH í Noregi hava gjørt eina tvørskurðarkanning, sum tekur støði í 14 altjóða kanningum. Teir hava hugt at sambandinum millum likamligt virkni og at sita still/ur og samamborið við ymisk tekn fyri hjarta- og æðrasjúkur.
Pulsin upp
Umleið 13.000 børn og ung úr 16 londum og fýra heimspørtum eru við í kanningunum, sum granskararnir hava kannað nærri. Eingin hevur áður gjørt ein tvørskurð, sum fatar um so nógvar kanningar, har likamligt virkni hjá børnum er mátað við rørslusensorum.
– Hetta er tann mest umfatandi kanningin, sum er gjørd higartil á hesum økinum, sigur Ulf Ekelund, professari við Instituttið fyri ítróttarmedisinsk fak á NIH. Har granskar hann í fólkaheilsu og likamligum virkni.
Tað, sum kemur fram, vísir, at tað týdningarmesta, sum foreldur kunnu gera, er at skipa so fyri, at børnini hvønn dag eru so mikið og nógv virkin, at tey fáa pulsin upp.
- Venjing við miðal til høga ferð hevur gagnliga ávirkan á hjarta og æðrar. Tí er gott at ganga við góðari ferð, soleiðis at tú fært pulsin upp og sveittar.
- Granskararnir sóu einki samband millum at sita leingi og vánaliga hjarta- og æðraheilsu hjá ungum.
- At vera likamliga virkin og fáa pulsin upp umleið ein tíma um dagin bøtir um heilsustøðuna, serliga alt sum hevur við hjartað hjá ungum at gera.
Broytast til 90 minuttir um dagin?
– Hetta bendir á, at tað týdningarmesta er at tryggja, at børn fáa pulsin upp ein tíma um dagin. Tað at sita still/ur í sjálvum sær er ikki orsøkin til, at børn kunnu fáa trupulleikar við hjartanum. Tað sigur Anders Husøy frá Instituttinum NIH. Hann granskar í likamligum virkni og fólkaheilsu.
Orsøkin til, at granskarar halda, at tilmælið um rørslu eigur at verða tillagað, er tí at teir í kanningunum sóu, at bara børn, sum rørdu seg nógv, vóru í minni vanda at fáa hjarta- og æðrasjúkur.
– Tey, sum vóru í hesum bólkinum, vóru í miðal virkin 92,8 minuttir um dagin. Tað bendir á, at tilmælið eigur at vera umleið 90 minuttir um dagin, sigur Husøy.
Tillagast eftir aldri?
Tilmælið um at røra seg 60 minuttir um dagin kom í 1998. Ekelund heldur, at tíðin er komin til, at WHO broytir tilmælið, tí síðan 1998 eru fleiri og betri kanningar gjørdar á økinum.
– Tilmælið um ein tíma rørslu byggir á eldri tvørskurðarkanningar. Bara tríggjar av teimum kanningunum høvdu mátingar av blóðtrýsti og blóðmarkørum, sigur Ekelund.
Hann heldur, at heilsumyndugleikarnir eiga at hyggja at tilmælinum aftur og umhugsa ymisk tilmæli til ymsar aldursbólkar. Sambandið millum likamligt virkni og vandatekn fyri hjarta- og æðrasjúkur er týðiligast hjá yngstu børnunum.
– Tilmælið, sum er galdandi í dag, er galdandi fyri øll í aldrinum 6 til 17 ár; tað er eitt alt ov stórt spenni. Vit áttu at havt eitt tilmæli galdandi fyri børn í aldrinum 6 til 12 ár og síðan eitt fyri ung, sigur Ekelund.
Granskararnir leggja áherðslu á, at meiri gransking skal til fyri at gera greiðar niðurstøður, eitt nú orsakað av at børn í tannáringaárunum broytast skjótt á ymsan hátt.
Likamligt virkni størst týdning fyri henda bólkin
Í tvørskurðarkanningini sóu granskararnir, at sambandið millum likamligt virkni og tekn um betri hjarta- og æðraheilsu var greiðast hjá teimum, sum høvdu høgt BMI.
– Tað bendir á, at likamligt virkni er gagnligast og mest týðandi hjá júst hesum bólkinum.
Granskararnir leggja dent á, at tvørskurðarkanningin ikki tekur øll heilsuviðurskifti við.
– Hjarta og æðrar eru sjálvsagt bara ein lítil partur av heilsuni hjá børnunum. Likamligt virkni hevur so ógviliga nógv at siga fyri onnur viðurskifti, sum ikki eru mátað – eitt nú betri kognitiva funktión og læring, betri sálarheilsu og trivnað, sterkari beinagrind og likamligan form, sigur Jakob Tarp, sum er ein av granskarunum, ið hevur gjørt tvørskurðarkanningina.
Kelda: forskning.no
Savnsmynd
Her kanst tú lesa tað, sum føroysku heilsumyndugleikarnir viðmæla
Onnur tíðindi
-
13.11.2026Hvat skulu vit við skaldskapinum?
-
11.11.2026Alt, vit gera, er ikki framstig
-
10.11.2026Ikki skilagott at fara aftur til boð- og setningsbókina
-
09.11.2026Kervi+ gevur foreldrum einki annað enn høvuðbrýggj
-
06.11.2026Yngri barnið er, tá tað byrjar á sosialum miðlum, verri klárar tað seg
-
05.11.2026Skeiklað miðlamynd?