Tíðindi
Næmingar fáa ov lítið burtur úr p-fakskipanini
Fyrr í hesum árinum var støðulýsing av verkligu og estetisku lærugreinunum í fólkaskúlanum løgd fram og almannakunngjørd. Nakrar avbjóðingar eru við núverandi skipan, tá ið talan er um verkligu og estetisku lærugreinirnar í fólkaskúlanum, t.e. smíð, tónleikur, heimkunnleiki, hondarbeiði og myndlist, og tí metti Nám, sum hevur uppgávuna at dagføra námsætlanirnar, at tað var best at lýsa støðuna, áðrenn farið verður undir at dagføra námsætlanirnar. Ein arbeiðsbólkur við lærarum og ráðgeva varð settur at gera støðulýsing og tilmæli. Høvuðsendamálið við støðulýsingini er fyrst og fremst at fáa greiðu á, hvørjir trupulleikarnir við núverandi skipan eru, og síðani koma við tilmælum um broytingar og uppskotum til nýggja skipan.
Í niðurstøðuni og støðulýsingini verður sagt, at trupulleikarnir í verkliga og estetiska lærugreinaøkinum vísa seg bæði í fólkaskúlalógini, námsætlanunum, tímabýtinum, fakliga innihaldinum og í verki úti á skúlunum. Hesir trupulleikar hanga allir saman; tí er eyðsæð, at alt økið sum heild má endurskoðast, um dygd skal fáast í hetta lærugreinaøkið. Tað loysir ongar trupulleikar bara at umorða námsætlanirnar og at seta fleiri tímar inn, um fakliga menningin av lærarunum ikki fylgir við, verður sagt.
Tilmælini frá arbeiðsbólkinum eru rættiliga umfatandi. Mælt verður eitt nú til, at hvør einstøk lærugrein verður tilskilað í tíma- og lærugreinabýtinum; endamálið við tí er at tryggja, at tað ikki er upp til einstaka skúlan at gera av, um og nær næmingarnir hava verkligu og estetisku lærugreinirnar. Harumframt verður mælt til at endurskoða fólkaskúlalógina og námsætlanirnar fyri verkligu og estetisku lærugreinirnar, so tað er samsvar millum lógina og námsætlanirnar. Mett verður eisini, at lærugreinirnar skulu fáa fleiri tímar tillutaðar, so hetta letur seg gera í verki. Haraftrat heldur arbeiðsbólkurin, at p-fakskipanin eigur at verða avtikin, og nýggjur leistur mentur. Í høvuðsheitum leggur arbeiðsbólkurin upp til, at lærugreinaøkið sum heild verður endurskoðað, so tað er samsvar millum lóg, námsætlanir og tímabýti, og næmingurin fær samanhangandi og áhaldandi læring frá 1. til 9. floksstig.
Landsstýrismaðurin hevur ikki havt høvi at viðgera støðulýsingina sum heild enn saman við umsitingini. Hann hevur tó greiðar tankar um p-fakskipanina, sum hevur verið ráðandi í nógvum skúlum í nógv ár.
- P-fakskipanin hevur eftir mínum tykki ikki verið nóg góð, tí hon hevur við sær, at næmingarnir fáa ov lítið burtur úr hvørji lærugrein sær. Næmingarnir fáa undirvísing í ymsu evnunum í einar 6-8 vikur; tað er vónleyst at vænta, at einstaki næmingurin við so lítlari undirvísing í so stutta tíð sleppur at fordjúpa seg og hugsavna seg og lærir nakrar grundleggjandi teknikkir í nøkrum. Summir skúlar hava tó raðfest øðrvísi við at hava skapandi og kreativar lærugreinir ígjøgnum eitt heilt ár. Eftir mínum tykki undirmeta vit ymsu lærugreinirnar við bara at hava stutt skeið á nakrar vikur. Eg vil hava ein skúla, har tað skapandi fyllir meiri, og har næmingurin sleppur at fordjúpa seg og hugsavna seg í longri tíð um handarbeiði, evning, list, tónleik, smíð, ella hvat tað kann vera, soleiðis sum eg minnist tað frá míni egnu skúlatíð, har ymsu skapandi lærugreinirnar vóru fastur partur á tímatalvuni alt árið. Tað var ein nógv betri skipan enn tann skipanin, sum hevur verið ráðandi nógv ár.
Nógv, sum fara í læru eftir fólkaskúlan, velja at útbúgva seg innan el-, maskin- ella timburarbeiði. Landsstýrismaðurin heldur, at næmingar eiga at sleppa at nerta við hesi fakini í fólkaskúlanum. Hann heldur eisini, at tað er umráðandi, at sangur og tónleikur eru kravdar lærugreinir hjá teimum yngru og vallærugreinir hjá teimum eldru, og somuleiðis, at næmingar hava tað, sum fyrr æt tilevning, hvørja viku hvørt ár til og við 6. flokki.
Fólkaskúlaráðið hevur mælt til at gera royndarverkætlanir í nøkrum skúlum sambært tilmælunum í støðulýsingini. Har verður mælt til at royndarkoyra nýggja leistin við hugsaðu broytingunum við at skipa royndarverkætlan í fýra skúlum. Samstundis sum verkætlanin koyrir, verður tilfar ment, námsætlanir verða skrivaðar, og faklærarar útbúnir, so vit eru klár at lofta broytingunum, tá tær verða settar í verk, samstundis sum verkætlanin er liðug.
Ætlanin er, at fyrireikingarnar til hesa royndarverkætlan skulu fara fram skúlaárið 2026-2027, og at royndarverkætlanin síðan verður sett í verk í ávísum skúlum skúlaárið 2027-2028.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2026
Onnur tíðindi
-
13.11.2026Hvat skulu vit við skaldskapinum?
-
11.11.2026Alt, vit gera, er ikki framstig
-
10.11.2026Ikki skilagott at fara aftur til boð- og setningsbókina
-
09.11.2026Kervi+ gevur foreldrum einki annað enn høvuðbrýggj
-
06.11.2026Yngri barnið er, tá tað byrjar á sosialum miðlum, verri klárar tað seg
-
05.11.2026Skeiklað miðlamynd?