Tíðindi

Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir

09.10.2026
Hvat um lesingin ikki bara fer fram inni í høvdinum?

Hevur tú hugsað um, hvussu nógv tú rørir teg ein heilan dag? Tú ert í samband við kringumstøðurnar alla tíðina, eisini tá tú lesur. Legg til merkis, hvat hendir rundan um teg, tá tú lesur hesa greinina, og hvussu nógv tú í grundini rørir teg, ímeðan tú lesur. Kanska lesur tú hesa greinina á fartelefonini, sum tú hevur í hondini, og brúkar fingurin at skrolla við? 

– Tá vit lesa, røra við okkum ógviliga nógv. Tað kann hava nógv at siga fyri, hvussu vit læra og minnast tað, vit lesa.

Tað sigur Marte Pupe Støyva, granskari og bókavørður frá Lesisentrinum í Stavanger í Noregi. Hon hevur kannað hugsavnaða lesing við støði í lesandi á masterstigi og lesingini hjá teimum.

– Hendurnar, kroppurin og mátin, sum vit likamliga handfara ein tekst, kann hava nógv meiri at siga, enn vit eru greið yvir, sigur hon.

At fanglast við pappír og trumma við penninum

Støyva og Anne Mangen, starvsfelagi hennara, hava fylgt fýra universitetslesandi og teirra lesing, og úrslitið av tí er meiri enn 74 tímar við videoupptøkum. Tey lesandi hava sjálv filmað egnu lesiløtur, sum tí eru ymiskar í longd, formi og stødd. Lesingin hevur verið bæði á pappíri og talgild, og lesararnir gera ofta okkurt annað samstundis. Úrslitini, tey síggja, er, at nógv av rørsluni faktiskt kann stuðla sjálva lesingina.

– Hjá teimum lesandi síggja vit eitt nú, at fanglast tú við pennar og við at halda í og blaða pappír, kann tað gera, at tú hugsavnar teg betur, meðan tú lesur. Hetta kann benda á, at fanglingin er ein ótilvitaður háttur at halda kognitiva spenningin og fokusið uppi, sigur Støyva.

Talið á likamligum rørslum er líka ymiskt sum lesiløturnar eru ymiskar. Gjøgnum videobrotini hava granskararnir bólkað trý ymisk sløg av lesiløtum og rørslum.

– Vit hugsa ofta, at tað at vera hugsavnað snýr seg um at sita still. Henda granskingin vísir, at tað neyðturviliga ikki er so. Smáar rørslur nýtast ikki at vera nakað ringt, sigur Støyva.

Soleiðis bólkar granskarin trý ymisk sløg av lesimátum:

  • Áhaldandi lesing: Samanhangandi og kronologisk lesing.
  • Brotkend lesing: Tá lesarin hoppar aftur og fram og repeterar.
  • Lesing sum partur av øðrum virksemi: Lesing um partur av onkrum virksemi, sum tá mann til dømis skrivar notat, markerar í tekstinum ella skrivar eina uppgávu samstundis.

Lesing er samspæl millum kropp, tekst og umstøður

Støyva leggur dent á, at hetta er ein lutfalsliga lítil kanning, men at bólkingarnar og kortleggingin gevur okkum innlit í bæði hugsavnan og ymisleikan millum ymsu lesihættirnar.

– Vit eru øll ymisk og hava ymiskan tørv, men gransking á kropsliga ella sansaliga lesing vísir, hvussu lesing er samspæl millum kropp, tekst og umstøður, sigur Støyva.

Bestu ráðini frá henni til tín, sum vilt lesa meiri hugsavnað, er tí at finna út av, hvat riggar hjá tær, hvat fær teg at hugsavna teg og læra, serliga tá tú lesur truplar yrkistekstir. Í videotilfarinum sá hon nevniliga nógva distraktión og lítla hugsavnandi lesing í langa tíð.

– Eg sá dømi um lesiløtur, har tað tann, sum las, í mesta lagi var hugsavnaður samanhangandi í fimm minuttir. Tað hongur kanska saman við, hvussu samfelagið er vorðið, og at vit vænta, at øll skulu vera tøk alla tíðina, sigur hon.

Embodied reading

Embodied reading verður vanliga týtt til kropslig lesing ella sansalig lesing. Fyribrigdið verður brúkt innan kognitiva vísindi, bókmentavísindi og námsfrøði fyri at greiða frá, hvussu lesing ikki bara fer fram í høvdinum, men eisini er likamlig, sansalig og kropslig.

Bestu lesiráðini frá granskaranum

Støyva er eisini bókavørður við Universitetið í Stavanger. Hon hevur fleiri góð ráð til tín, sum vil gerast ein betri lesari:

  • Royn ymiskar lesihættir og hugsa um, um tað riggar hjá tær at hava ymiskar tilgongdir til lesing.
  • Finn út av, um tú heldur tað er munur á, hvussu tú hugsavnar teg, tá tú lesur á ymiskum miðlum, so sum á pappíri, teldli ella teldu.
  • Legg til viks aðrar talgildar eindir, sum kunnu órógva hugsavnanina í lesingini, sum snild-ur ella fartelefon. Finn út av, um tað gevur tær meiri ró í lesingini.
  • Steðga á. Hav stuttar stegðir, har tú hugsar og reflekterar, um tað, tú lesur. Ikki brúka steðgirnar til at svara t-postum ella boðum.

– Lykilin til betri lesing liggur kanska bókstaviliga í hondunum hjá okkum sjálvum, sigur hon.

Kelda: forskning.no

Mynd: Ólavur Frederiksen