Tíðindi
Lyklaorðini eru tíð og umstøður
Sum formaður í Føroya Lærarafelag fer Jacob Eli S. Olsen eisini at vera partur av arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin hevur sett at orða tilmæli í kjalarvørrinum á nýggjastu PISA-kanningini. Hann fer eitt nú at mæla arbeiðsbólkinum til at hyggja nærri at landsroyndunum.
- Landsroyndirnar í fjórða flokki geva lítla meining; eftir mínum tykki hevði verið best at strika tær. Eitt er, at tær leggja upp til arbeiðshættir, sum PISA ikki metir hava týdning, annað er, at hesar royndirnar eru óneyðugar, bæði hjá einstaka barninum, foreldrunum og læraranum. Í fjórða flokki eiga vit heldur at hava góðar støðuroyndir, sum lærarin kann brúka at eftirmeta undirvísingina og at boða heimunum frá um gongdina hjá næminginum. Skulu vit framhaldandi hava landsroyndir í sætta flokki, so eiga vit at savna okkum um nakrar ávísar førleikar, sum hava týdning, og ikki sum nú eina rúgvu í senn. Tað er eitt nú at kanna grundleggjandi førleikar í lesing og støddfrøði heldur enn at kanna niður í allar smálutir í námsætlanini. So míni ráð eru at strika landsroyndirnar í fjórða flokki og tillaga royndirnar í sætta flokki munandi til tað, sum vit halda, at næmingarnir grundleggjandi skulu duga. Hetta fer at fáa undirvísingina burtur frá smálutum og geva betri tíð til at lata næmingarnar fara niður í dýpdina í einum evni.
Teir arbeiðshættirnir, sum PISA leggur dent á í eitt nú náttúruvísindum, leggja upp fyri, at næmingarnir hava tíð til at fordjúpa seg í evninum og uppgávuni. Ein onnur fortreyt er, at flokkarnir ikki eru stórir.
- Ein treyt fyri at læra er at sleppa at fordjúpa seg og fáa tíð at fordjúpa seg. Tíverri síggja vit royndir upp á tað øvuta, nevniliga, at lærugreinir verða niðurlaðaðar við færri tímum, ofta tí, at vit halda, at næmingar vilja hava tað so, og so verða færri krøv sett. Vit skulu ikki seta færri krøv. Vit skulu hinvegin gera umstøðurnar at læra betri, og somuleiðis umstøðurnar hjá lærarum betri. Góðar umstøður hjá læraranum eru, at hann fær ta førleikamenning, honum tørvar, og at hann hevur tíð og umstøður at vera um næmingarnar. Um tvílæraraskipan verður sett í verk á øllum floksstigum, so kann lærarin skipa eina góða undirvísing, soleiðis at allir næmingar fáa tað, teimum tørvar.
Fyri góðum tveimum vikum síðan kallaði landsstýrismaðurin við skúlamálum inn til fundar. Allir partar, ið varða av fólkaskúlanum, vóru við. Arbeiðsbólkur er nú settur at gera tilmæli; hann er farin til verka 1.oktober. Í bólkinum sita umboð fyri land og kommunu, myndugleikar og fakfeløg. Foreldrafelagið Heim og skúli, Námsvísindadeildina, Nám og Undirvísingarstýrið.
Hesi átøk eru umrødd at vera partur av menningartilgongdini:
• dagføra lesivanakanningina frá 2018
• fyrireika eitt breitt lesi- og málátak, har fleiri samfelagspartar luttaka
• styrkja fakliga lesing og málrættað arbeiði við lesing í hádeild
• kanna lesing og lesiáhuga hjá dreingjum og tørvin á hóskandi tilfari
• styrkja málmenningina í dagstovnum og samstarv millum dagstovn og skúla
• styrkja leiklutin hjá skúlabókasøvnum
• seta arbeiði í verk at menna arbeiðsfrið, motivatión og næmingaluttøku
• styrkja fakliga stuðulin til fleirmæltar næmingar
• greina samsvarið millum PISA-hugtakskarmar, námsætlanir, undirvísingartilfar, landsroyndir og próvtøkur
• skráseta og nýta hagtøl frá Pisa-kanningum, landsroyndum, próvtøkum fólkaskúlans, trivnaðarkanningum og øðrum viðkomandi keldum
• styrkja eftirmetingar- og góðskutryggingarskipanir í fólkaskúlanum
• seta í verk gransking innan lesing, málføri og lesimenning
• almenn kunning um, hvat PISA mátar, og hvussu úrslitini skulu skiljast.
Onnur tíðindi
-
13.11.2026Hvat skulu vit við skaldskapinum?
-
11.11.2026Alt, vit gera, er ikki framstig
-
10.11.2026Ikki skilagott at fara aftur til boð- og setningsbókina
-
09.11.2026Kervi+ gevur foreldrum einki annað enn høvuðbrýggj
-
06.11.2026Yngri barnið er, tá tað byrjar á sosialum miðlum, verri klárar tað seg
-
05.11.2026Skeiklað miðlamynd?