Tíðindi
Lesiskeiðið gott fyri bæði tryggar og veikar lesarar
Alt arbeiðstilfarið er praktiskt, lætt og ítøkiligt at fara í holt við, og tað snýr seg um at hava so góða undirvísing í at lesa raðið sum gjørligt. Hetta er eitt amboð at venja lesingina í undirvísingini. Tilfarið er sett saman av eini grundbók og eini avritsmappu við arbeiðsørkum. Í avritsmappuni er tilfar til tvey ymisk lesiskeið: “Orð um minuttin”, sum er ætlað at venja lesiferð og rættleika, og “Miðvísa lesiskeiðið”, sum er eitt lesiskeið, har tað miðvíst verður arbeitt við at menna orðfeingi, lesifatan, lesiferð og góðan, livandi upplestur. Á miðvísa lesiskeiðnum lesa næmingarnir frílesibøkur, sum tey velja saman við læraranum fyri at tryggja eitt hóskandi støði
- Vit lesimettu nakrar flokkar áðrenn og aftan á “Miðvísa lesiskeiðið” við einum teksti, sum er aldurssvarandi. Vit kundu staðfesta, at tey lósu bæði skjótari og betur, tey lósu betur upp og høvdu færri feilir. Onkur næmingur flutti seg frá at lesa 60 til 90 orð um minuttin. Sjálvandi er tað ymiskt, hvussu nógv næmingarnir taka seg fram, tá spennið er vítt, men vit kunnu staðfesta, at skeiðið hevur givið úrslit fyri bæði tryggar og veikar lesarar – umframt at tey fáa so nógvar góðar lesiupplivingar. Teir næmingarnir, sum ikki høvdu lætt við at lesa, lurtaðu eftir føroyskum ljóðbókum á KvF, á e-reolen og á Youtube, meðan teir fylgdu við í tekstinum, og veiku næmingarnir arbeiddu við tillagaðum tilfari, sigur Pálin Olsen.
- Eitt annað, sum er gleðiligt, er, at áhugin fyri at lesa bøkur er vaksin munandi. Hetta síggja vit eisini í útláninum her á bókasavninum. Lærararnir siga, at tað er nógv lættari at seta næmingar at lesa frílesing, aftan á teir hava verið ígjøgnum lesiskeiðið.
- Eg havi eftirmett skeiðið saman við lærarunum her í skúlanum. Øll eru á einum máli um, at hetta eigur at verða gjørt aftur – og hesa ferð fara vit at leggja tað soleiðis til rættis, at skeiðið er í fimm samanhangandi vikur.
Góð ráð at fáa lesiskeiðið at eydnast:
- Ger tað lætt við at prenta øll avritsørk út í góðari tíð
- Far á bókasavnið saman við næmingunum og læn bøkur at hava inni í skúlastovuni
- Fyrireika foreldrini væl (brævið er bæði á føroyskum og enskum á ibok.nam.fo)
- Halt eyga við, um bókin, sum næmingurin lesur, er á hóskandi støði
- Tryggja tær at fáa leiðsluna við, og at leiðslan sær endamálið við lesiskeiðnum.
Børnini siga:
- Eg dugi betur at lurta eftir og lurta eftir lesivininum, meðan hann lesur
- Tað er torført at steðga á við torfør orð
- Nú dugi eg betur at lesa og skriva
- Nú dugi eg betur at steðga á við punktum
- Nú er tað nógv stuttligari at lesa.
Pálin Olsen er útbúgvin lærari og lesivegleiðari og starvast sum lærari í Skúlanum við Løkin.
Nám gav Kom og les raðið út í 2024. Gertrud Brandt hevur skrivað, og Pálin Olsen hevur týtt bæði grundbók og avritshefti. Bókin fæst til keyps í bókahandlunum, meðan avritsheftið er at finna á ibok.nam.fo.
Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2026.
Mynd: Árni Øregaard
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum