Tíðindi

Skeiklað miðlamynd?

05.11.2026
Um nógva miðlingin av lesiúrslitunum í PISA fær fólk – lærarar, foreldur, næmingar og myndugleikar – at skilja, hvussu stóran týdning lesing hevur, so er tað gott, at miðlarnir hava savnað seg meiri um lesing enn støddfrøði og náttúrvísindi. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

OECD hevur eyðmerkt førleikar, sum eru týdningarmiklir hjá komandi ættarliðum at duga. Triðja hvørt ár eru PISA-kanningar fyri at vita, hvussu støðan er í umleið 80 londum og búskaparøkjum fyri at finna út av, hvussu næmingarnir duga hesar førleikarnar. 

- Tað, sum PISA heldur hevur týdning at duga, sæst betur í námsætlanunum hjá okkum í dag samanborið við fyrr. Tað, sum er óheppið, er, at allar námsætlanirnar ikki verða endurskoðaðar og koma í gildi í senn, og at kunningin um innihald og broytingar ikki er nóg munadygg. Av tí at námsætlanirnar verða endurskoðaðar lærugrein fyri lærugrein, og tær koma í gildi so hvørt, tær eru lidnar, er ivasamt, um lærararnir taka við teimum og brúka tær. Tá tær seinastu námsætlanirnar eru lidnar, so eru tær elstu eftir hesum leistinum ov gamlar, tí vitanin um læring broytist. Vilja vit, at lærarar skulu brúka aðrar og nýggjar arbeiðshættir, er ikki nóg mikið við at gera námsætlanir. Lærarar mugu útbúgvast í nýggju arbeiðsháttunum, sum nýggja námsætlanin leggur upp til.

Náttúruvísindi eru høvuðsøkið í PISA 2025, men lesing hevur fylt mestsum alla miðlamyndina, síðan úrslitið gjørdist alment. Tað er ikki so løgið, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Um nógva miðlingin av lesiúrslitunum í PISA fær fólk – lærarar, foreldur, næmingar og myndugleikar – at skilja, hvussu stóran týdning lesing hevur, so er tað gott, at miðlarnir hava savnað seg meiri um lesing enn støddfrøði og náttúrvísindi. Lesing og mál hanga saman, og okkara mál er undir sera stórum trýsti av enskum, at tað er umráðandi at varpa ljós á. Av teirri orsøk er tað kanska ikki so løgið, at miðlarnir hava gjørt meiri burtur úr lesing. OECD leggur stóran dent á týdningin at hava góðar førleikar at lesa og fáa vitan úr tí lisna og viðgera tað. Eftir fyrstu miðlingina kunnu vit nú fara niður í partsúrslitini í hinum lærugreinunum. Tað hevur eisini týdning at varpa meiri ljós á, hvat hevur týdning at læra í náttúruvísindum og støddfrøði.

Í Føroyum er, eins og í hinum Norðurlondunum, størsti parturin av frábrigdunum millum næmingarnar innan skúlarnar. Tað bendir á, at føroyskir skúlar, eins og norðurlendskir skúlar sum heild, líkjast hvørjum øðrum meira enn í londum, har ein størri partur av frábrigdunum er millum skúlar. Við øðrum orðum eru munirnir í Føroyum fyrst og fremst at finna millum einstøku næmingarnar heldur enn millum skúlarnar. Bara í Íslandi eru munirnir millum skúlarnar minni enn í Føroyum.

- Hetta sigur mær, at tað er innanhýsis eftirmetingin í hvørjum skúla sær, vit eiga at savna okkum um, heldur enn at hugsa um, um tað eru ávísir skúlar, sum skara framúr ella halta aftaná. Allir skúlar hava sína egnu mentan og siðir og óivað onnur sereyðkenni. Sjálvsagt kunnu vit læra av hvørjum øðrum, og í einum lítlum samfelag sum okkara, har øll kenna hvønn annan, og tað er stutt frástøða millum skúlarnar, so er tað eingin trupulleiki at fáa í lag, men tað er ringt bara at flyta loysnir úr einum skúla í annan. Tí eigur tann stóran eftirmetingin at verða gjørd innanhýsis í hvørjum skúla sær.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2026