Tíðindi

Vitlíki broytir alt – broytist skúlin við?

30.03.2026
Í heyst kemur kendi danski antropologurin, Rane Willerslev, til Føroya at hava fyrilestur um, hví skúlin eigur at steðga vitleysa karakterresinum til heldur at raðfesta kreativu lærugreinirnar og nýhugsan.

Rane Willerslev, antropologur, rithøvundur, fyrilestrahaldari og stjóri á danska tjóðsavninum, er ein kend, vird og bersøgin rødd í danska kjakinum um ymisk viðurskifti; seinastu árini hava tankar hansara um fólkaskúlan birt í kjak. Rane Willerslev sigur eitt nú, at okkara skúlaskipan byggir á hugskot, sum eru avoldað. Og sambært honum gevur tað ikki meining, at vit viga, máta og royndarkanna børn í evnunum hjá teimum at megna uppgávur, sum tøkni kann klára uppá minni enn eitt sekund. Hann heldur ikki, at børn ikki skulu ogna sær førleikar í teimum ymsu lærugreinunum í fólkaskúlanum, men hann metir stóra fokusið á, at næmingar skulu megna at loysa fastlæstar uppgávur – tað er uppgávur, sum hava eitt rætt svar – hoyrir eini farnari tíð til, har verksmiðjuarbeiðarar høvdu arbeiði, hvørs uppgávur vóru einfaldar og fastlæstar. Soleiðis er arbeiðsmarknaðurin ikki longur. Tískil eiga vit ístaðin at eggja til kreativitet, nýhugsan og dannilsi, tí tað er hetta, sum framtíðarsamfelagið fer at hava tørv á, metir Rane Willerslev. 

Í 2024 átti Rane Willerslev eina ta mest lisnu greinina á heimasíðuni hjá danska lærarafelagnum, folkeskolen.dk, við heitinum:

 “Tag konsekvensen af, at vi har fået lommeregner og stavekontrol og giv pladsen til kreative fag”

Greinin verður støðugt – eisini í dag – deild aftur og aftur á sosialum miðlum, bæði í Danmark og Føroyum. Rane Willerslev hevur verið nógv umbiðin at halda fyrilestur um tankar sínar hesum viðvíkjandi, og mong halda, at hann nemur við evni, ið skúlafólk vita er viðkomandi og týdningarmikið at viðgera.

Um Rane Willerslev rakar seymin á høvdið, ella um hann fer ov radikalt til verka við sínum tonkum, kann eftirtíðin meta um, men flest skúlafólk eru samd um, at vitlíki broytir heimin við rúkandi ferð, og at vit, m.a. av teirri orsøk eiga at viðgera okkara leiklut í hesum broytingum.

Avoldað skúlaskipan

Grundleggjandi sigur Rane Willerslev, at vit undirvísa børn til eina fortíð – til eina verð, sum ikki longur er til. Stóri spurningurin er so, hvørjir kunnleikar eru týdningarmiklir í dag? 

“Vit hava skapt tøkni so sum rættstavaran, lummaroknaran og appir, sum umseta. Men í skúlanum bera vit okkum at sum um, at hesi ikki eru uppfunnin. Hví skulu vit brúka hundraðvís av tímum til at føra roynd í nøkrum, sum telefonin hjá tær kann klára uppá minni enn eitt sekund?”

Rane Willerslev metir, at hetta er burtur úr vón og viti. Og hjá honum rakar hetta persónliga. Rane Willerslev hevði tað trupult í fólkaskúlanum við m.a. rættstaving, men hóast hetta gjørdist hann professari og síðani stjóri á tjóðsavninum. Tað vísir, sambært Rane Willerslev, at tað neyðturviliga ikki er samanhangur millum førleikar, sum skúlin vigar og mátar, og førleikar, sum kunnu føra til, at ein í arbeiðshøpi fer at klára seg væl í veruliga lívinum.   

Rættleikans tyranni

Kreativitetur verður revsaður. Einstáttaða fokusið á at gera tingini røtt stríðir ímóti og revsar innovatión og kreativa hugsan hjá børnum okkara, heldur Rane Willerslev. 

“Bæði næmingar og lærarar verða kannaðir í høvd og reyv. Hesin áhaldandi streymurin av royndum og at skula vigast og mátast elvir til eina mentan, har ein gerst bangin fyri at gera mistøk. Og fokus flytur seg frá veruliga at læra nakað fyri lívið til bara at skula yvirliva komandi próvtøkuna.” 

Rane Willerslev heldur hetta vera vitleysan logikk, sum skipanin stuðlar undir. Øðrumegin hava vit næmingin, sum er eitt slag av pappageyki, sum kann endurtaka lærubókina orð fyri orð. Hesin næmingur fær eitt 12-tal. Hinumegin hava vit tann kreativa heilan, sum torir at samanflætta vitan og tankar á ein nýggjan og kanska eitt sindur minni struktureraðan hátt. Hesin næmingur verður revsaður við einum lægri karakteri. Skipanin er rætt og slætt skapt til at virðismeta uppafturtøku og endurskapan, heldur enn at virðismeta nýggj og original hugskot. Rane Willerslev fer so langt sum at kalla skúlan fyri eina pylsufabrikk, har endamálið ikki er at skapa heil, hugsandi og dannað menniskju, men heldur at framleiða fólk, ið hugsa eins á einum stað, sum ikki eggjar til, at kritiskir spurningar verða settir.  

Rane Willerslev metir, at hendan – við hansara orðum – avoldaða skipanin ella pylsufabrikkin stendur yvir fyri eini risa avbjóðing, nevniliga vitlíki. Hetta er ein tøkni, sum longu er í ferð við at venda fullkomiliga upp og niður upp á arbeiðsmarknaðin.     

Ávirkanin av vitlíki

Rane Willerslev sigur, at vitlíki fer at taka yvir 40% av arbeiðum, sum eru til í dag. Tá hann verður spurdur um, hvat vit skulu liva av, um metingar hansara eru rættar, svarar Rane Willerslev, at vit skulu raðfesta og kveikja til innovatión, sum er eitt snøggari orð fyri kreativitet. Innovatión og kreativitetur eru sambært Rane Willerslev: “evnini at taka eitt hugskot ella vitan frá einum øki og síðani brúka tað upp á ein nýggjan og óvæntaðan máta í einum heilt øðrum stað.” 

Tað vera hesir førleikar, sum vit fara at fáa brúk fyri, og ikki førleikar, sum vitlíki longu kann geva okkum svarini til. Rane Willerles greiðir frá, at vit t.d. venja evnini at samanflætta hugskot úr ymiskum økjum í kreativum spæli, tí tá hava vit tíð og eru ikki eru bangin fyri at gera mistøk. Hetta er við til at læra barnið at hugsa út um kassan. Av hesi orsøk eiga vit at raðfesta kreativu lærugreinarnar hægri, heldur hann.

Ferðin til dannilsi

Hvat skulu vit so gera fyri ikki at hava ein skúla, sum minnir um eina pylsufabrikk? Her minnir Rane Willerslev okkum á eitt gamalt, klassiskt, og næstan gloymt hugtak, nevnliga dannilsi. Dannilsi er ikki bara nakað, sum tú kanst lesa teg til. Tað er ikki paratvitan, men ein persónlig umskapan. Tað er løtan, har ein bók, tónleikur, handverk ella vísindaligt innlit fullkomiliga ristir teg og tín grundvøll. So nógv at tú verður noyddur at endurbyggja tína heimsmynd. Og hendan ferðin krevur tíð at gloyma seg burtur.

Dannilsi er munurin á bara at kunna minnast eitt árstal uttanat, til harafturímóti at skilja, hvussu ein søgulig hending broytir tína áskoðan av heiminum. Tað er ikki nakað, sum bara er ein krossa-av-listi við fakta. Og tað er júst tíðin til veruliga at hugsavna seg og eksperimentera, sum Rane Willerslev heldur er spart burtur í okkara skúlaskipan.

At fáa fram skapandi gávur hjá børnum

Øll børn hava potentiali til at eydnast, og uppgávan hjá skúlanum eigur at vera at menna talentið í barninum heldur enn at krevja, at øll skulu megna tað sama. Rane Willerslev sigur, at nógvir politikkarar síggja útbúgving sum ein fótbóltsdyst. Teir meta, at talent er nakað, ein antin er føddur við ella ikki. Tað skal verða uppdagað tíðliga, og síðani skal tað venjast miðvíst. Men Willerslev heldur, at vit heldur skulu møta børnum, sum vit gera við einum urtagarð. Eitthvørt fræ, eitthvørt barn hevur potentiali til at gerast til nakað serstakt, um tað einans fær rætta røkt, føðslu og mest týdningarmikið av øllum, tíð at vaksa.

“Elita er ikki tilskilað nøkrum fáum útvaldum. Tað kann røktast fram í øllum børnum, um vit bara geva teimum røttu umstøðurnar. Altso tíð til at hugsa seg um og frælsi at spæla við ta vitan, tey ogna sær.” 

Hvussu koma vit so hartil? Uppskriftin, sigur Rane Willerslev, er hendan:

1. Fyrst og fremst mugu vit steðga vitleysa karakterresinum.

2. Raðfesta tær kreativu lærugreinirnar, tí at tað er her, at vit venja inovationsvøddan.

3. Geva rúm til hugsavnan heldur enn konstanta strongd.

4. Geva lærarunum álit til at skapa góða undirvísing.

Meta vit virði vera í tonkunum og sjónarmiðunum hjá Rane Willerslev, so standa vit eftir við stórum spurningum at viðgera. Tí eru vit samd við Rane Willerslev í, at skúlin byggir ov nógv á eina fabriksmodell ella pylsufabrikk, sum hann málber seg, hvat skulu vit so byggja ístaðin? Skal skúlin vera ein urtagarður, ein verkstaður, eitt laboratorium? Framtíðin hjá okkara samfelag og okkara børnum er treytað av svarinum, vit í felag koma fram til.

Rane Willerslev fer at leggja tankar sínar um hetta fram og lýsa teir gjøllari 26. oktobur á Hotel Føroyum við einum fyrilestri og Q&A, ið ber heitið “12-tals elever eller kreativitet?”.                

Luttøka fæst við at skriva til salarfrodi@salarfrodi.fo

Les meira um fyrilesturin á salarfrodi.fo