Tíðindi

Tey, sum skara framúr sum børn, skara sjáldan framúr sum vaksin

27.03.2026
Hvat eyðkennir tey, sum røkka hægstu tindunum á yrkisleiðini? Gransking vísir áhugaverd úrslit.

Tað ljóðar logiskt. At tey, sum á ungum árum finna tað, tey duga væl og sum venja og venja og venja, eru tey somu, sum vinna heimsmeistaraheiti og fáa nobelvirðisløn, tá tey gerast vaksin. Men soleiðis er ikki sambært eini samandráttarkanning.

Granskarar hava savnað 19 kanningar við næstan 35.000 íðkarum, sum hava klárað seg fram úr væl í ítrótti, tónleiki og talvi – og nobelvinnarar, og í kanningunum hava teir sæð eitt týðiligt mynstur. Bólkurin við ungum íðkarum, sum høvdu klárað seg framúr væl, vóru ikki umboðað í bólkinum við vaksnum íðkarum, sum kláraðu seg framúr væl. Bara 10 prosent av teimum, sum avrikaðu sera væl sum børn og tannáringar, hildu fram at avrika framúr væl sum vaksin. Restin av íðkarunum – tað er umleið 90 prosent – rukku tindunum sum vaksin og gjørdust stigvíst betri við árunum.

– Hetta samsvarar ikki við fatanina, sum vit hava havt, at tað krevur miðvísa og nógva venjing í barnaárunum fyri at røkka tindunum altjóða, sigur Arne Güllich, professari og ein av granskarunum í kanningini, til New Scientist.

At finna tað besta, tú dugir

Granskarar greinaðu eisini dátur úr 66 kanningum, sum eru gjørdar av ungum íðkarum, eisini íðkarum, sum ikki eru úrvalsíðkarar, men kortini góðir íðkarar. Felagsnevnarin fyri íðkararnar, sum dugdu væl, var, at teir tíðliga vóru sera dugnaligir og vandu nógv og miðvíst. Fyri íðkararnar, sum skaraðu framúr sum vaksin, var felagseyðkennið nærum tað øvuta. Teir brúktu tíð at finna tað, teimum dámdi best at gera, áðrenn teir satsaðu alt. Teir brúktu minni tíð í barnaárunum til bara eitt slag av venjing og nógva tíð til ymisk ítriv. Sum frá líður funnu teir sína røttu hill og gjørdu serstakliga dugnaligir stig fyri stig. Henda stígvísa tilgongdin kann minka um vandan fyri, at yrkisleiðin verður avbrotin ella avbjóðað av skaðum, misnøgd og at vera útbrendur, halda granskarar. 

Væl kent – kortini gera vit tað øvuta 

Siv Gjesdal granskar eitt nú í motivatión og ítróttasálarfrøði, eitt nú ítrótt, sum børn og ung íðka. Hon er ikki bilsin av tí, sum kemur fram í áður nevndu kanningum. Aðrar kanningar vísa somu úrslit. Tað nýggja er, at nógv gransking er savnað í eini samandráttarkanning.

– Tað er fyri so vítt væl kent, og eg hugsi, at ítróttaheimurin er greiður yvir samanhangin. Tí er áhugavert, at vit samstundis síggja, at mann ofta ger tað øvuta – nevniliga satsar tíðliga og í ógviliga ungum árum, sigur Gjesdal.

Gjesdal sigur um somu tíð, at kanningin eigur at verða tulkað væl og virðiliga.

– Tað eru nógv, sum klára seg væl sum ung og eisini vaksin. Tað kann vera ógviliga ymiskt frá ítrótti til ítrótt, sigur hon.

Snýr seg um úrmælingar, ikki fólk flest 

Kanningin snýr seg ikki neyðturviliga um teg og meg. Tað, sum verður mátað, er, hvussu tað gongur teimum, sum longu eru úrmælingar í ítrótti á sínum øki.

– Slíkar kanningar verða onkuntíð brúktar fyri at geva eina kenslu av, at øll børn kunnu gerast heimsmeistarar, um tey vilja. Men kanningin mátar ikki breiddina. Í Noregi hevur kjakið um fótbóltsakademiini verið heitt síðstu árini. Málið er at finna bestu spælararnar, helst á so ungum árum sum til ber, soleiðis at venjing og professiónaliseringin kann byrja. Privatar fyritøkur eru við og leggja trýst á skipaða ítróttin, sambært ítróttagranskaranum.

– Vit hava funnist at hesi gongdini, soleiðis sum vit síggja hana, har vit síggja, at tey, sum verða rekrutterað, gerast yngri og yngri, sigur Gjesdal.

– Tað snýr seg um at vaksa til og búning, men eisini um ungdómstíð og áhuga. Hví eru nógv av teimum, sum gerast dugnalig, tá tey eru ung, ikki longur dugnalig seinni? Eru tað skaðar og slíkt yvir tíð, sum ávirkar? Verður mann overvaður at íðka so miðvíst á so ungum árum? spyr Gjesdal.

Men tann nýggja kanningin er ikki neyðturviliga atfinning ímótí slíkum kanningum.

– Tað, sum vit vísa á í kanningini, er, at vit ikki vita, hvør, sum gongur á akademii, verður best, men sannlíkt verður onkur av teimum, sum spælir á bestu liðunum, best; soleiðis er skipanin. Tað nýtist ikki at vera tann, sum ger mest vart við seg, sigur hon.

Eitt yvirlit, sum TV2 gjørdi í fjør, vísti, at 90 prosent av spælarunum í størstu feløgunum í Noregi hava verið á ítróttaakademii.

Tí er gott at royna nógv ymiskt 

Granskararnir, sum hava staðið fyri hesi kanningini, hava nøkur ástøði um, hví tað sær út til at vera skilagott ikki at satsa upp á eina einstaka ítrótt so tíðliga:

·       Tá tú testar ymiskt, er tað mest sannlíkt, at tú finnur tað, sum er best fyri teg.

·       Fjølbroytt læring lærir teg at laga teg til ymiskar støður og hættir. Tað kann gera, at tú dugir betur at gagnnýta møguleikar og vitan á ein betri hátt.

·       Avmarkaður vági. Tey, sum gerast úrmælingar tíðliga, eru í vanda fyri at brenna út, fáa skaðar, gerast misnøgd við at hava ov lítið av tíð saman við familju og vinum, og kanska sita føst í einhvørjum, sum teimum í grundini ikki dámar.

Tey, sum eydnast, eru lukkulig 

– Hetta bjóðar ímyndanina um undurbarnið av. At tey, sum avrika væl, av sær sjálvum gerast sukserík – tað er eingin trygd fyri tí, sigur Nils Harald Sødal.

Sødal hevur sjálvur verið tónleikari á høgum stigi. Í fleiri ár var hann solistur við Norsku operuna. Í dag er hann professari við Universitetið í Agder og granskar í júst sálarfrøðini aftan fyri avrik. Úrslitið av doktararitgerðini hjá honum váttar eitt av ástøðunum, sum ein av granskarunum vísir á – nevniliga týdningin av at finna eina disiplin, sum tær dámar.

– Eg havi havt samrøðu við fleiri av fremstu íðkarunum og listafólkunum í Noregi, og felagsnevnarin, ið vísir seg aftur og aftur, er, at tey, sum hava havt eydnuna við sær, eru glað fyri tað, tey gera. Suksessfaktor nummar eitt er at trívast við tí, tú gert.

Men tú mást byrja tíðliga …

Sødal heldur, at venjarar og lærarar eiga at hugsa meiri um gleðina at læra og mennast heldur enn at velja út og hugsa um, hvar ein er á einum stiga. Men samstundis:

Skalt tú liva av at spæla eitt ljóðføri, eigur tú at byrja at venja tað sum ungur, heldur hann.

– Musikalitetsástøði er rættiliga eintýðug, at tú mást byrja at venja ljóðføri sum ungur. Eg haldi ikki, at tað eru virknir tónleikarar í dag, sum ikki eru byrjaðir tíðliga at venja. Tú sært tað sama við fótbóltinum; tey, sum hava ein grundleggjandi teknikk, eru longu komin á lagið sum fimm-seks ára gomul. So tað at byrja sum ungur … rokni eg ikki, at vit koma heilt burtur frá.

Eggja børnum at royna eitt sindur av hvørjum

Granskararnir halda, at hetta, sum kemur fram í granskingini, eigur at fáa avleiðingar. Um skúlar fyri úrmælingar og venjiskráir taka fólk inn grundað á avrik, tey hava gjørt, eiga tey at vera greið yvir, at hesi ikki eru tey somu, sum fara at røkka tindunum sum vaksin. Í staðin eigur dentur at verða lagdur á tey, sum eru í miðal dugnalig, sum venja nógv, men ikki ov nógv, og sum duga ymiskt. Fótbóltsvenjarar eiga at eggja spælarunum til ikki bara at spæla fótbólt, men eisini at íðka aðrar ítróttagreinar, og klaverlærarin eigur at heita á sínar næmingar um eisini at spæla eitt sindur av violin.

– Eg veit ikki, um tað er uppgávan hjá venjaranum at heita á børn um at gera alt møguligt, men teir eiga í øllum førum ikki at halda teimum frá at gera tað. Tað hevur stóran týdning at gera alt møguligt so leingi sum møguligt.

Kelda: forskning.no

Mynd: freepik.com