Tíðindi

Styttur skúladagur er bara symptomviðgerð

31.03.2026
At stytta skúladagin er tað sama sum at geva upp. Tað hjálpir ikki næmingunum, og tað gongur nógv út yvir úrtøkuna hjá teimum. Tað sigur Astrið Breckmann, lærari.

Styttur skúladagur merkir, at nógvar lærugreinir eru skornar í tímatali – summar nógv. Við øðrum orðum er væl styttri tíð at undirvísa næmingunum í tí, teir sambært námsætlanunum skulu duga, og sum teir skulu í próvtøku í. Tað sigur seg sjálvt, at tað gongur út yvir úrtøkuna hjá næmingum. Astrið Breckmann, sum er lærari í Skúlanum á Argjahamri, undrast á, at skúlar hava fingið loyvi at stytta skúladagur og skera í tímatalinum á lærugreinunum, áðrenn tað er kannað, hvørjar avleiðingar hetta hevur.

- Tú kanst ikki krevja tað sama av næmingum, sum fáa undirvísing færri tímar samanborið við tímatalið, sum var áðrenn skúladagurin var styttur, men tað virkar, sum eingin torir at taka henda spurningin upp til kjak, heldur ikki lærarar. Skúlakjakið vísir seg bara at snúgva seg um symptom; vit hoyra aftur og aftur, at næmingarnir eru troyttir, at teir orka einki, at teir orka ikki at vera í skúla so leingi, orka ikki at gera skúlating og so framvegis. At loysa hetta við at stytta skúladagin ístaðin fyri at taka um rótina á hesum trupulleikanum og viðgera og kjakast um, hví næmingar eru so troyttir, og hví teir einki orka. Styttur skúladagur er bara symptomviðgerð. Skúlaættarliðini í dag eru vaksin upp við eini telefon, einum skíggja, sum tey hava fingið upp í hendurnar sum heilt lítil børn. Sum lærari síggi og hoyri eg, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri hugsavnan og minni. Teir megna illa at hugsavna seg og hava trupult at minnast. Tað er so ræðandi, og eingin torir at tosa um tað.

At geva næmingunum færri tímar fyri at fáa teir at orka betur, er at gera teimum eina bjarnatænastu, heldur Astrið Breckmann. Hon sær ikki, at stytti skúladagurin fær næmingarnar at orka betur, og at teir eru minni troyttir.

- Sjálvt um skúladagurin er styttur, spyrja næmingarnir, nær teir fáa frí, so hvar enda vit? Trupulleikin er ikki, at skúladagurin er ov langur. Mær vitandi skuldi stytti skúladagurin vera ein royndarverkætlan í einum skúla, sum síðan skal granskast og eftirkannast, men tað, sum er hent, er, at nógvir, um ikki allir skúlar, hava stytt skúladagin, áðrenn nakað er granskað og kannað og eftirmett. Hvar er logikkurin? Hvat heldur mann, at mann loysir við bara at taka av, skera og stytta? Henda gongdin setir lærarin í eina ómetaliga trupla støðu; hann hevur ongan kjans at røkka øllum málunum, sum eru sett í námsætlanunum.