Tíðindi
Skúlabókasavnið er hjartað í skúlanum
Í Vonsild skúla, sum liggur beint sunnan fyri Kolding í Danmark, er bókasavn lærugrein á tímatalvuni á jøvnum føti við aðrar lærugreinir hjá øllum flokkum í skúlanum upp til sjeynda flokk; tímin verður lisin av læraranum hjá flokkinum saman við einum skúlabókavørði. Áttandi flokkur hevur bókasavnstíma aðru hvørja viku og níggjundi eftir tørvi. Á lærugreinadegi, sum Skúlabókavarðafelagið skipaði fyri síðst í februar á Námi, greiddi Mette Dahl Schmidt, varaskúlastjóri í Vonsild skúla, frá, hvønn týdning tað hevur, at skúlaleiðslan raðfestir skúlabókasavnið, og hvørjar ágóðar tað hevur fyri næmingarnar.
- Tað er eingin ivi um, at tað er ein fortreyt fyri einum livandi og góðum skúlabókasavni, at leiðslan í skúlanum raðfestir tað høgt. Lesimentanin kundi verið betri; ikki allir næmingar lesa so nógv, sum vit høvdu viljað, og nógvir lesa ikki av hugi. Vit leggja dent á hugin at læra. Vit tosa nógv um, at bókasavnið er hjartað í skúlanum, so tá vit royna at venda eini gongd, sum til dømis keðsemi, sum merkir nógvar næmingar, so roynir skúlabókasavnið at skipa fyri kveikjandi átøkum og spennandi tiltøkum fyri at tálma ella basa keðseminum.
Virðisgrundarlagið hjá Vonsild skúla er, at skúlin er eksperimenterandi, har dentur verður lagdur á útsýni (í breiðum týdningi), næmingalagaða undirvísing, trivnað og kveikjandi læriumhvørvi.
- Skúlabókasavnið kann verða brúkt á ymsan hátt. Tað kann vera við til at broyta lesimentanina, sum í hesum døgum er avbjóðað. Skúlabókasavnið kann eisini vera staðið, haðani mál og visjónir spretta. Tøl frá Koldingundersøgelsen, sum vísir, hvussu nógv børn lesa, vísir eina framgongd, tá talan er um yngstu næmingarnar. Flestu børn í grunddeildini lesa nógv; í 2018 lósu 78% børn í yngstu flokkunum 5-7 dagar um vikuna antin sjálv ella saman við einum vaksnum, samanborið við 80% í 2025. Í okkara skúla liggja vit væl hægri samanborið við hinar skúlarnar í kommununi, tá talan er um yngstu næmingarnar; tað rokni eg við skyldast, at vit hava førleikabýtta lesiundirvísing.
Í somu kanning eru tølini ikki eins góð fyri eldru floksstigini. Næmingarnir í miðdeildini og hádeildini eru spurdir, um teir halda seg duga væl at lesa; í 2018 hildu 69% av næmingunum í miðdeildini, at teir dugdu væl, og í 2025 63%. Tey, sum lósu av egnum hugi, vóru ávikavist 20% og 31% í ávikavist 2018 og 2025. Í hádeildini lósu 37% av næmingum í minsta lagi tríggjar ferðir um vikuna av egnum hugi í frítíðini samanborið við 25% í 2025. Í miðdeildini er støðan eitt sindur frægari, hóast talan eisini er um munandi minking hetta tíðarbilið; 50% av næmingunum í miðdeildini lósu tríggjar ferðir um vikuna av egnum hugi í frítíðini í 2018 samanborið við 39% í 2025.
- Vit vilja betra lesivanarnar, tað gera vit eitt nú við at skipa fyri ymsum tiltøkum á skúlabókasavninum. Vit trúgva uppá, at tað ber til at venda gongdini, soleiðis at fleiri næmingar fara at lesa og sjálvir velja at lesa av egnum hugi. Støðan er batnandi.
Fimm lærarar eru knýttir at skúlabókasavninum, og teir hava 32 tímar til samans. Lærararnir hava allir ymiskar førleikar; summir hava førleikar innan støddfrøði, summir í fablab; aðrir hava aðrar viðkomandi førleikar. At lærararnir hava so ymiskar førleikar, hevur ment skúlasavnið nógv, heldur Mette Dahl Schmidt.
- Starvsfólkini á bókasavninum eru ógviliga eldhugað og áhaldandi. Tey duga væl at síggja ymisku førleikarnarnar, sum ymsu lærararnir í skúlanum hava; tað kemur meiri enn so fyri, eru tey koma til leiðsluna og vísa okkum á, at nakrir ávísir førleikar hjá lærarunum kunnu gagna skúlabókasavninum. Vit royna at lurta og ganga ynskjunum á møti so væl tað letur seg gera. Skúlabókasavnið er á henda hátt ment ógviliga nógv síðstu 10 árini.
Starvsfólkini á skúlabókasavninum hava fastar toymisfundir, har tey eitt nú avtala skránna, tiltøk, átøk og annað. Tey hava allar ”garðvaktirnar” á bókasavninum og taka sær av allari umsitingini av øllum, sum fer fram á bókasavninum.
- Tað er umráðandi, halda vit í leiðsluni, at lærararnir, sum arbeiða á skúlabókasavninum, eisini hava vanliga undirvísing, soleiðis at tey hava góða føling við, hvat annars rørir seg millum børn. Á tann hátt kunnu teir betur vegleiða næmingarnar, tá teir spyrja eftir onkrum ávísum. Skúlabókasavnið er altíð opið, og har eru altíð næmingar. Vit halda, at tað er tálmandi fyri keðsemi og konfliktir, at næmingar kunnu vera í friði og náðum á bókasavninum við antin at lesa ella hugsavna seg um annað. Skúlaleiðslan og starvsfólkini á skúlabókasavninum hittast á fundi eina ferð um mánaðin; hesir fundirnir eru ógviliga gagnligir, tí vit fáa gott innlit í, hvat rørir seg á ymsu floksstigunum og millum næmingarnar.
Kolding kommuna, har Vonsild skúli er, er ein av kommununum í Danmark, sum rindar minst fyri hvørt skúlabarn. Í Vonsild skúla eru umleið 740 næmingar, har av 100 er í sertilboði. Tað, sum eyðkennir skúlan, er eitt bygdarumhvørvi í stórum vøkstri við nógvum miðalklassafamiljum og foreldrum, sum eru stuðlandi í skúlagongdini hjá børnum sínum. 65 lærarar og námsfrøðingar arbeiða í skúlanum, sum er trísporaður við næmingum úr forskúla til 9.flokk.
Tað var í fjør, at skúlabókasavnið í Vonsild skúla var kosið at vera ársins skúlabókasavn. ”Skúlin hevur megnað at gera skúlabókasavnið savningarstað fyri lesigleðina hjá næmingunum,” verður sagt í grundgevingini.
”Samstarvið millum bókasavnið, leiðsluna og lærararnar er fyrimyndarligt. Vonsild Skole arbeiðir skipað og áhaldandi at motivera næmingarnar, eitt nú við at taka lut í staðbundnum og altjóða verkætlanum. Hetta ger bókasavnið til ein orkudepil, bæði tá talan er um lesihug og felagsskap,” sigur Michael Nøhr, formaður í landsfegnum fyri skúla og bøkur, við heimasíðuna folkeskolen.dk
Vonsild skúli er í Kolding kommunu, og kommunan telist millum tær kommunurnar í Danmark, har flest børn læna bøkur á skúlabókasavni.
Onnur tíðindi
-
21.04.2026Knýt undirvísingina í alis- og evnafrøði til gerandisdagin
-
17.04.2026Lærarin er lykilin til ein góðan fólkaskúla
-
16.04.2026Akkerslærarar í føroyskum dansi muna væl
-
15.04.2026Lærarum tørvar hjálp at undirvísa í føroyskum dansi
-
15.04.2026Tvey vilja vera skúlastjóri á Fossánesi
-
13.04.2026Breið semja um at raðfesta fólkaskúlan