Tíðindi
Sjúkradagar greið ábending um arbeiðsumhvørvið
Einki arbeiðspláss, sama hvussu væl fólk trívast, sleppur undan, at fólk onkuntíð eru heima sjúk. Men hvussu nógv og ofta fólk eru burtur frá arbeiði í styttri ella longri tíð, kann vera ábending um, hvussu arbeiðsumhvørvið er. Greitt samband er millum sálarligt arbeiðsumhvørvi og sjúkrafráveru.
- Strongd sæst týðiliga aftur í sjúkradøgum, vit síggja eina nærum trí-fýrfalding, sum er ein ógviliga ítøkiligur kostnaðarfaktorur. Tað er lætt hjá eini og hvørjari leiðslu at hava skil á, hvussu nógvar sjúkradagar fólk hava, og hvat dagarnir kosta. Á nógvum arbeiðsplássum merkir tað, at fyri eitt fólk, sum er sjúkt ella í sjúkrafarloyvi, skal eitt annað fólk setast ístaðin, sigur Heri Joensen.
Í almennu starvsfólkakanningunum, sum Lóður hevur latið gera fyri fyritøkur og stovnar, sæst greiður munur, tá ið talan er um trýst av ymsum slagi og aldur á fólki. Yngri parturin av arbeiðsmarknaðinum, tey, sum eru yngri enn 45 ár, eru undir størri trýsti enn tey, sum eru eldri enn 45 ár. Hetta sæst eitt nú í spurningum, sum lýsa, hvussu ofta tey eru í støðum, har stórt trýst er.
- Kanningarnar vísa, at starvsfólk undir 45 ár uppliva størri dagligt trýst enn eldri starvsfólkabólkar. Tað serliga er tó, at strongdin í minni mun kann forklárast av arbeiðsumstøðunum hjá teimum yngru. Greiningar kunnu tískil í minni mun staðfesta, hvør orsøkin er til munin, men tað bendir á, at yngri starvsfólk koma til arbeiðis við eini størri ”grundstrongd”, sum arbeiðsplássið hvørki er orsøkin til ella kann lastast fyri. Tað er tó týdningarmikið fyri leiðslur at skilja, hvørjir aðrir trivnaðardrivarar hava týdning fyri hendan bólkin.
Hóast eingin ávís kanning er gjørd av sálarliga arbeiðsumhvørvinum hjá lærarum, so síggja vit ógviliga týðiliga út frá øðrum kanningum, hvørjar avleiðingar tað hevur við sær, tá ið fólk eru undir sálarligum trýsti.
- Tá ið vit spyrja fólk, um tey føla seg motiverað í arbeiðinum, síggja vit, at meiri tey eru fyri happing, og strongdari tey kenna seg, minni motiverað eru tey. Tá ið talan er um loyalitet, er sama mynstur. Jú meiri happing og strongd tú upplivir, jú størri sannlíkindi eru fyri, at tú leitar tær annað arbeiði.
Ikki bara einstaklingurin líður undir vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi.
- Fyri tann einstaka kunnu upplivingar av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi vera so oyðileggjandi, at viðkomandi ongantíð fótar sær aftur. Fyri arbeiðsplássið kann tað eisini vera ein sera stórur missur, tá vit hugsa um vitan og royndir hjá viðkomandi, sum fara fyri skeytið, um starvsfólkið fer úr starvi. Og fyri samfelagið er tað sanniliga eisini ein stórur trupulleiki og missur, tí tað er samfelagið, sum at enda rindar prísin. Í okkara kanningum síggja vit afturvendandi mynstur av happing og mistrivnaði á nøkrum støðum. Tí er tað undranarvert, at so týðilig dátugrundarløg ikki fylla meira í almenna kjakinum. Slík úrslit eiga at hava við sær, at vit kanna orsøkirnar nærri og seta inn við ítøkiligum átøkum, sum kunnu venda gongdini.
Les alla samrøðuna við Hera Joensen í Skúlablað nr 1, 2026.
Onnur tíðindi
-
21.04.2026Knýt undirvísingina í alis- og evnafrøði til gerandisdagin
-
17.04.2026Lærarin er lykilin til ein góðan fólkaskúla
-
16.04.2026Akkerslærarar í føroyskum dansi muna væl
-
15.04.2026Lærarum tørvar hjálp at undirvísa í føroyskum dansi
-
15.04.2026Tvey vilja vera skúlastjóri á Fossánesi
-
13.04.2026Breið semja um at raðfesta fólkaskúlan