Tíðindi

Næmingar og lærarar ganga undan á grønu kósini

06.03.2026
Í mai verður Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags handað á sætta sinni. Tað er Føroya Lærarafelag, sum í samstarvi við Betri og Føroya Náttúru og umhvørvisfelag skipa fyri Veðurlagsvirðislønini.

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum verður 9. mai, verður Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags latin einum skúla fyri sættu ferð. Veðurlagsvirðislønin var handað fyrstu ferð í 2020.

Í fjør var tað Skúlin við Løgmannabreyt, sum fekk Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags fyri matskiljiskipan, sum skúlin hevur ment. Skúlin hevur gjøgnum árini gjørt ymiskar royndir. Byrjað var við at skilja kaffi frá teimum mongu starvsfólkunum; annað stigið var at taka matleivdirnar uppí. Farið var í gongd í 2021. Innsavningin av matleivdum fer fram eina ferð um vikuna, og hon verður gjørd av einum skiljiliði, sum er mannað við næmingum og lærara. Ein týdningarmikil partur í allari tilgongdini hevur verið at upplýsa og kunna um týdningin av at skilja burturkast og at kompostera. Hetta er bæði galdandi fyri lærarar og næmingar. Arbeitt verður eisini við at skúla tey, sum eru í skiljiliðnum, serliga væl og geva teimum møguleika at vera ambassadørar hjá skúlanum í hesi verkætlanini. Skúlin ger eisini annað umhvørvisarbeiði í skúlanum, eitt nú planta trø og runnar kring skúlan, seta epli niður, klekja høsnarungar og annað.

Í 2024 var tað Eiðis skúli, sum fekk Veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. Eiðis skúli fekk virðislønina fyri stóra arbeiðið, sum tey í undirvísingarhøpi gera fyri at ávirka næmingarnar og geva teimum kunnleika um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar. Tey hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við burðardyggari menning, har tey serliga arbeiða út frá teimum staðbundnu loysnunum og umhvørvinum, sum næmingarnir kenna. Hetta er sostatt blivin ein inngrógvin partur av skúlaárinum.

- Endamálið er at økja tilvitanina um, hvussu vit kunnu taka ábyrgd og ogna okkum vitan um verðurlagsbroytingar og loysnir, siga tey í Eiðis skúla.

Í 2023 var tað Runavíkar kommunuskúli – A-gongin við Løkin, sum vann veðurlagsvirðislønina. A-gongin tók til sín íverksetanarhugskotið hjá 10. flokki í skúlanum. Tey vunnu skúlaFM við hugskotinum. Hugskotið hevur til endamáls at brúka ull í sambandi við, at epli verða sett niður. Ullin verður løgd undir eplini, tá tey verða sett niður. Hetta ger stóran mun, tí ullin inniheldur nitrogen, carbon, calsium, magnesium, jarn og annað, sum er gott fyri moldina. Ullin er eisini natúrlig fyribyrging móti smákyktum. Aðrir fyrimunir eru við temperaturskipanini, tað er at í staðin fyri, at tað er kalt summar dagar og heitt aðrar, so fært tú umleið sama temperatur hvønn dag. Ullin upptekur eisini vatn, til umleið 20 ferðir sína egnu vekt, og hetta gagnar vakstrarumstøðunum.

Tvey ár á rað – í 2022 og 2021 – vann Skála skúli Veðurlagsvirðislønina. Skála skúli hevur í nøkur ár arbeitt við tí burðardygga, og næmingarnir eru við í øllum og altíð fúsir at fara í gongd við okkurt nýtt. Alt fer fram í eini tilgongd. Sumt er komið í fasta legu, meðan annað er í eini byrjanartilgongd, og uppaftur annað er fyri framman. Tað, sum er komið í fasta legu, er at skilja rusk, at gera egna mold, einki einnýtistilfar at brúka og endurnýta pappír. Somuleiðis eru næmingarnir farnir undir at evna til og seyma einnýtisnet at hava heim við og til handilin at nýta. Eisini eru tey farin undir at velta epli, røtur og ymiskt grønmeti, at hava høsna- og dunnugarð, fletta og fiska og gera pappír.

Allir næmingar eru við í arbeiðinum, frá forskúlanum til sjeynda flokk. Skála skúli er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Fyrstu Veðurlagsvirðislønina – í 2020 – vann Eysturskúlin í Havn. Tað vann hann fyri eina verkætlan, ið er ein ringrás. Ringrásin er matrestir, sum verða til mold, sum síðan verður brúkt til at sáa í; grøðin verður etin, og tískil skal hon ikki flytast inn úr øðrum londum; trø verða plantað, og tað gevur góða luft.

Skúlin, sum vinnur Veðurlagsvirðislønina, fær handað veðurlagsprógv og ein kekk á 25.000 kr.

Freistin at senda umsókn er 13. apríl. Les meiri her

Á myndini eru vinnararnir frá í fjør. Les meiri um teir her.