Tíðindi
Føroyskur dansur hoyrir undir flokslæraran
Í kanning, sum Dávid Nattestad hevur gjørt í sambandi við bachelorritgerð sína á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini, kemur fram, at flestu lærarar – ella 61 prosent – halda, at undirvísingin í kvæðum og føroyskum dansi eigur at verða løgd undir føroysklærugreinina. Hetta er ikki í samsvari við fólkaskúlalógina og nýggju námsætlanina til kravda undirvísingarevnið. Í leiðbeiningini til námsætlanina verður nevniliga lagt upp til, at kvøðing og føroyskur dansur ikki beinleiðis verður tongt at ávísari lærugrein, men lættliga kann verða samantvinnað við undirvísing í fleiri lærugreinum. Elin Maria Ó. Olsen er lærari og hevur verið við til at gera námsætlanina í kravda undirvísingarevninum føroyskum dansi og kvøðing. Hon hevur eisini tikið stig til og fyriskipað bæði kvæðahugna fyri lærarum og kvæðastevnur fyri næmingum.
- Hyggja vit í fólkaskúlalógina, so stendur har, at flokslærarin hevur ábyrgdina av øllum kravdum undirvísingarevnum, harundir føroyskum dansi og kvæði. Í kunnferð um flokslæraran verður í grein 7 sagt, at flokslærarin hevur ábyrgdina av at skipa fyri, at undirvíst verður í teimum kravdu undirvísingarevnunum, sbr. § 11 í fólkaskúlalógini. Føroyskur dansur og kvæði eru meiri enn føroyskt; tað er søga, landafrøði, heimstaðarlæra og mangt annað. Tað er tó upplagt, at flokslærarin í samráð við eitt nú læraran í føroyskum skipar undirvísingina í føroyskum dansi og kvæði, sigur hon.
At so nógvir lærarar vilja hava undirvísingina í føroyskum og kvæði undir føroyskt er helst orsakað av siðvenju, heldur Elin Maria Ó. Olsen. Áðrenn námsætlanin var broytt, stóð kvæði í námsætlanini fyri føroyskt, har tað var lagt upp til, at næmingar læra um kvæði sum tekstaslag.
Í ritgerðini hjá Dávidi Nattestad, Eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða, verður eisini spurt, hvørja ávirkan nýggja námsætlanin hevur í kvæðamentan í fólkaskúlanum. Tað tykist tó sambært ritgerðini sum, at nógvir lærarar ikki vita av, at námsætlan er komin. Bara helmingurin, sum hava tikið í lut í kanningini hjá Dávidi Nattestad, kenna til hana. Hetta undrar Elin Mariu Ó. Olsen.
- Tað hevur verið væl kunnað, at námsætlanin er komin; allar leiðslur hava fingið kunning og nógvir lærarar somuleiðis. Tá tað er sagt, so haldi eg, at flokslærarar altíð eiga at kunna seg við og seta seg inn í kravdu undirvísingarevnini og námsætlanirnar, sum fata um tær. Kravdu undirvísingarevnini eru altíð ábyrgdin hjá flokslæraranum, hóast summi undirvísingarevni lutvíst kunnu verða undirvíst av øðrum, so sum SSP-politistinum og Gigni. Eg eri væl greið yvir, at lærarar, ikki minst flokslærarar, fáa ógviliga nógvar teldupostar og kunning og onkursvegna mugu savna seg um tað, sum brennir mest á, men kortini haldi eg, at tað hevur týdning at kunna seg við alt, sum hevur við flokslærarauppgávuna at gera. Samanborið við onnur undirvísingarevni er føroyskur dansur og kvæði í serstøðu, tí eingin annar kemur inn og undirvísir fyri flokslæraran.
Námsætlanin í undirvísingarevninum føroyskum dansi og kvæði varð sett í gildi fyri hálvum øðrum ári síðan. Elin Maria Ó. Olsen ivast ikki í, at hon hevur týdning og er góð hjálp hjá lærarum.
- At lærarar í námsætlanini og vegleiðingini fáa at vita, hvørjum undirvísast skal í, hvat dentur skal verða lagdur á, og hvat næmingarnir eiga at duga, tá ið teir fara úr fólkaskúlanum, er sera góð hjálp, ikki minst hjá teimum, sum eru ókunnugir við føroyskan dans og kvæði.
Grundarlagið í kanningini hjá Dávidi Nattestad eru eldri keldur, sendingar í Kringvarpinum, blaðgreinir og nýggj spurnakanning, sum hann sjálvur hevur staðið fyri. Kanningin varð løgd út á facebook-bólkin, sum bert er ætlaður lærarum. 49 lærarar svaraðu kanningini, bæði eldri og yngri og lærarar við nógvum og fáum royndum, og teir undirvísa í øllum deildum fólkaskúlans.
Les meiri um evnið í Skúlablað nr 1, 2026.
Onnur tíðindi
-
21.04.2026Knýt undirvísingina í alis- og evnafrøði til gerandisdagin
-
17.04.2026Lærarin er lykilin til ein góðan fólkaskúla
-
16.04.2026Akkerslærarar í føroyskum dansi muna væl
-
15.04.2026Lærarum tørvar hjálp at undirvísa í føroyskum dansi
-
15.04.2026Tvey vilja vera skúlastjóri á Fossánesi
-
13.04.2026Breið semja um at raðfesta fólkaskúlan