Tíðindi

Føroysklærarin ella onkur annar, sum skal undirvísa í føroyskum dansi?

03.03.2026
Flestu lærarar halda, at undirvísingin í føroyskum dansi og kvæði hoyrir heima í føroyskundirvísingini. Tað kemur fram í kanning.

Hvør hevur høvuðsábyrgdina av at læra næmingar kvæði og føroyskan dans? Sambært fólkaskúlalógini er tað flokslærarin. Dávid Nattestad viðger í bacherlor-ritgerð síni á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini føroyskan dans í undirvísingini í fólkaskúlanum. Hann hevur kannað, hvønn hugburð vanligi lærarin hevur til føroyskan dans og kvæði, hvussu hugburðurin ávirkar góðskuna av undirvísingini, og hvør lærarin heldur eiga at hava høvuðsábyrgdina av undirvísingini.

Vanliga verður sagt, at tað er føroysklærarin, sum tekur sær av kvæðaundirvísingini. Kanningin vísir tó nakað annað, og tað er ein ávísur lærari, ein akkerslærari, og at hesin ofta undirvísir í føroyskum. Næst eftir ávísur lærari kemur føroysklærarin og á triðja plássi felags ábyrgd millum fleiri lærarar.

Flestu teirra, sum hava svarað – ella 61 prosent – halda, at undirvísingin í kvæðum og føroyskum danski eigur at verða løgd undir føroysklærugreinina. Hetta er ikki í samsvari við nýggju námsætlanina, har tað í leiðbeiningini verður lagt upp til, at kvøðing og føroyskur dansur ikki beinleiðis er tongt at ávísari lærugrein, men lættliga samantvinnast við undirvísing í fleiri lærugreinum.

Hugurin hjá lærarum at undirvísa í kvæðum og føroyskum dansi má sigast at vera góður, tí umleið 75 prosent siga seg annaðhvørt dáma tað væl ella sera væl; bara 16 prosent siga, at teimum dámar tað minni væl og 10 prosent als ikki. Tað kemur tó fram, at lærararnir eru ikki garvaðir kvøðarar, men heldur eldhugaðir lærarar, ið eru til dystin fús at undirvísa í kvæðum og dansi. Tá ið talan er um at skipa, so er myndin ikki so greið, helst tí at svarmøguleikin ikki hevur verið so nágreiniligur. 47 prosent siga, at tað fellur teimum miðallætt, 16 prosent ringt og 10 prosent lætt. Úrslitið kann sum heild tulkast soleiðis, at hóast lærarar ikki kenna seg heilt tryggar, so taka teir hesa uppgávuna upp á seg.

At hava nóg mikið og at hava gott tilfar at brúka í undirvísingini er afturvendandi spurningur. Sum við øðrum er talan um tveir bólkar av lærarum, teir, sum brúka tilfarið, sum er tøkt, og teir, sum gera sítt egna. 40 prosent av teimum spurdu brúka tilfar, sum fæst til vega frá eitt nú Námi, og líka nógv, 40 prosent, gera sítt egna. Her er áhugavert at síggja, at eingin samanhangur tykist vera millum starvsaldur, og hvørt tú velur at gera títt egna tilfar ella at brúka tað, sum er tøkt.

Til spurningin, um nóg nógv tilfar er at fáa, er svarið nøkulunda javnt, 55 prosent siga, at teir vilja hava meiri, og 45 prosent, at nóg nógv er. Hvussu hetta hongur saman við, at so nógvir lærarar nýta egið tilfar, er ilt at meta um, tí her sæst ikki samband.

Grundarlagið í ritgerðini hjá Dávidi Nattestad, Eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða, eru eldri keldur, sendingar í Kringvarpinum, blaðgreinir og nýggj spurnakanning, sum hann sjálvur hevur staðið fyri. Kanningin varð løgd út á facebook-bólkin, sum bert er ætlaður lærarum. Lærarar høvdu høvi at svara í tvær vikur. 49 lærarar svaraðu kanningini, bæði eldri og yngri og lærarar við nógvum og fáum royndum, og teir undirvísa í øllum deildum fólkaskúlans.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2025