Tíðindi
Fimm eftirútbúgv-ingarskeið boðin út
Við einum eftirútbúgvingarskeiði fært tú nýggja vitan, nýggj sjónarmið og betri førleikar at menna undirvísing og námsfrøðiligt arbeiði í skúlaverkinum.
Í heyst 2026 verður aftur møguleiki at tekna seg til spennandi eftirútbúgvingarskeið á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Skeiðini venda sær til starvsfólk í skúlaverkinum, sum vilja menna sínar yrkisfakligu førleikar, sum kunnu nýtast beinleiðis í verki.
Bjóðað verður út eitt fjølbroytt úrval av skeiðum, sum bæði kunnu vera partar av einari masterútbúgvingarrøð, men eisini kunnu takast sum einstøk skeið. Tú kanst velja millum fimm skeið:
• Alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak
• Inkluderandi sernámsfrøði sum hugsjón og í verki
• Konflikthandfaring og didaktiska tilgongdin í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum
• Samfelag, skúli og heim
• Menning av talgildari undirvísing í verki
Skeiðini eru skipað soleiðis, at tey knýta ástøði og praksis saman og geva tær vitan og ítøkiligar førleikar, sum tú kanst nýta beinleiðis í tínum arbeiði. Tú kanst lesa meira um skeiðini á heimasíðu setursins https://www.setur.fo/fo/utbugving/adrar-utbugvingar-og-skeid/eftirutbugvingarskeid-a-masterstigi
Tú kanst melda til nú; tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya. Umsóknarfreistin er 1. mai á midnátt.
Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarar hava bachelorútbúgving innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving, umframt minst tvey ára viðkomandi starvsroyndir.
Onnur tíðindi
-
21.04.2026Knýt undirvísingina í alis- og evnafrøði til gerandisdagin
-
17.04.2026Lærarin er lykilin til ein góðan fólkaskúla
-
16.04.2026Akkerslærarar í føroyskum dansi muna væl
-
15.04.2026Lærarum tørvar hjálp at undirvísa í føroyskum dansi
-
15.04.2026Tvey vilja vera skúlastjóri á Fossánesi
-
13.04.2026Breið semja um at raðfesta fólkaskúlan