Tíðindi

Brúka styrkirnar í flokkinum

05.03.2026
Næmingarnir koma við hesum tilfarinum betur at kenna sínar egnu styrkir, samstundis sum teir eisini gerast varugir við styrkir hjá hinum í flokkinum. Tey fáa størri og øðrvísi virðing fyri øðrum, og hetta elvir síðan til, at felagsskapurin styrkist, siga Vivian C. Guðjonsson, varastjóri á Skúlatrøð, og Ragnhild Ellingsgaard, lærari á Skúlatrøð.

Rúgvismikla undirvísingartilfarið Brúka styrkirnar í flokkinum, sum Ivan Jakobsen og Louise Tindmand hava gjørt, vísir á, at menniskju sum heild duga illa at greiða frá styrkjum sínum. Torført er at orða seg nóg væl, tá ið tey verða biðin um at greiða frá, hvat mennir og styrkir tey, og nær tey hava tað sera gott.

- Tað vísir seg, at vit hava lyndi til at leggja dent á tað, sum ikki er gott, og tí kenna vit vanliga betur veikleikar okkara. Tí verður í hesum tilfarinum lagt upp til eitt felags mál fyri tað, sum virkar væl bæði hjá okkum sjálvum og øðrum, sigur Vivian C. Guðjonsson og vísir til tilfarið um persónligu styrkirnar, sum hon eisini hevur verið við til at seta á tímatalvuna hjá næmingum á Skúlatrøð.

Søguliga sæð verður í tilfarinum víst á, at siðbundna sálarfrøðin serliga hevur kannað tað, sum ikki er í lagi, og harvið roynt at fingið sálarlíðingar at hvørva. Men við hesum tilfarinum sum grundarlag ræður tað um at varpa ljós á menniskjaliga tilfeingið og menningarmøguleikar. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at bøta um lívsgóðsku og at fyribyrgja teimum trupulleikum, sum eitt nú meiningsloysi skapar.

- Í hesum arbeiðinum verða styrkir hugsaðar sum tað, sum styrkir okkum, og sum tað, ið mennir persónliga treysti okkara, og sum ger okkum kná. Og tá ið vit brúka styrkir okkara, so fáa vit millum mangt annað eyka styrki at vera hugbundin. Eisini fara vit at kenna okkum sjálv betur, oftari at brúka tað, vit duga, og við tíðini at brúka hetta í samstarvi við onnur. Hesar styrkirnar kunnu tí eisini hugsast sum dygdir, næmingarnir hava og skulu brúka. Úrslitið er, at vit fara at avrika betur, sigur Ragnhild Ellingsgaard, sum seinastu árini hevur gjørt sær royndir bæði í mið- og hádeild við at gera næmingar varugar við persónligar styrkir. 

24 persónligar styrkir

Arbeiðið við styrkjum hjá næmingunum er í veruleikanum ikki so nýtt, vísir Vivian C. Guðjonsson á, og tó er tað í dag ein vinningur at gagnnýta nýggja føroyska tilfarið, sum Pálin Olsen hevur týtt og tillagað úr donskum. Tilfarið er bæði gott og rúgvismikið við læraravegleiðing, arbeiðsbók til næmingarnar og styrkispølum. Her hava næmingarnir sítt egna sett av styrkikortum, og hetta ger tilfarið deiliga ítøkiligt við teksti og sigandi myndum hjá bretsku Bryony James. 

- Tá ið tosað verður um heilar 24 ymiskar persónligar styrkir, verða hesar víðari flokkaðar í seks ymiskar styrkifamiljur við hvør sínum liti. So, sum tú sært, so eru styrkirnar nógvar, og tað vísir seg eisini, tá ið vit arbeiða í flokkinum við ymisku uppgávunum í tilfarinum, at avsetta røkkur tíðin ikki altíð til. Tí næmingarnir halda veruliga, at hetta er spennandi.

Ragnhild Ellingsgaard tekur ítøkiliga dømið úr eini løtu, har næmingarnir sjálvir sita við styrkikortum í hondini. Her skulu tey meta um seg sjálv og leggja styrkikortini á borðið í trimum ymiskum røðum. Ovast leggja tey tær tað, tey halda seg duga væl, og leggja síðani niðast tað, tey halda seg duga minni væl.

- Tað er áhugavert, eins og gransking eisini vísir, at tey oftari leggja fleiri styrkikort niðarlaga enn ovarlaga. Við øðrum orðum hava tey lættari við at meta um tað, tey halda seg duga minni væl. Men víðari kunnu tey so flyta styrkikortini upp og niður, til tey ovast hava eini fimm til átta styrkikort, sum vísa á toppstyrkir teirra. Hesar toppstyrkir nýtast tó ikki at vera tær somu alt lívið, men kunnu við tíðini broytast, tí umstøður broytast jú, og við fleiri persónligum royndum verða styrkirnar mentar. 

Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 1, 2026.