Tíðindi
Vit mugu økja tilvitið um kt-didaktikk
Vitlíki er upp á stutta tíð vorðið ein partur av gerandisdegnum hjá bæði næmingum og lærarum. Nýggj amboð gera tað møguligt at skriva tekstir, greina dátur og finna upplýsingar við at tøppa nakrar ferðir. Hetta setur nýggj krøv til skúlaskipanina og serliga til læraran. Sambært Tóra Slættalíð á Námsvísindadeildini snýr spurningurin seg ikki bara um at læra at brúka vitlíki, men um at skilja tøknina og at grunda fakliga um, nær og hví hon skal brúkast í undirvísingini.
Samstundis vísir hann á, at menningin er farin so skjótt fram, at útbúgving og skúlaskipan ikki altíð fylgja við.
Talgildingin, sum fer fram í samfelagnum og í fólkaskúlanum, hevur broytt arbeiðið hjá lærarum munandi. Fyri nøkrum árum síðan høvdu flestir skúlar í Føroyum eina teldustovu, og næmingar fóru inn í slíka stovu og lærdu um teldutøknina. Í dag er tøknin flættað inn í næstan allar lærugreinir.
- Av tí at tað fyllir so nógv í skúlanum, mugu vit økja um tilvitið hjá lærarum um kt-didaktikk.
- Tað kann gerast torført at áseta, hvørjir førleikar eru grundleggjandi hjá einum lærara at duga, tá vit tosa um tøkni. Í øllum førum má lærarin hava eina grundleggjandi fatan av, hvat tøkni er, og síðani duga at knýta sína fakligu og námsfrøðiligu vitan at tøkniligu fatanini. Hesin kunnleikin ger læraran føran fyri at meta um tey ymisku tøkniligu amboðini og flyta tey inn í undirvísingina.
- Tað merkir eisini, at lærarin má duga at taka fakliga avgerð: Hví brúka vit tøknina her? Hvat gevur hon, sum aðrir arbeiðshættir ikki geva?
- Næmingar eru ofta passivir brúkarar, men vita ikki nógv um, hvussu tøknin virkar. Tað er tann munurin, lærarin má umboða, staðfestir hann.
Ein av størstu avbjóðingunum er, at menningin gongur skjótt; nýggj vitlíkisamboð koma støðugt, og nógvir lærarar kunnu kenna seg ótryggar. Samstundis brúka næmingar tøknina skjótt og natúrliga.
- Hetta skapar eina støðu í skúlanum, har lærarin ikki altíð er tann, sum dugir best at brúka amboðið, men tað er tó ikki ein trupulleiki í sær sjálvum, men ein áminning um, at lærarin hevur eina aðra uppgávu. Lærarin skal ikki kappast við næmingin um at duga at brúka alla tøkni og vitlíki best. Lærarin skal skilja samanhangin og hjálpa næminginum at brúka tað fakliga og kritiskt.
- Vit kunnu ikki leggja alla ábyrgdina á læraran, um hann ella hon ikki kennir seg tryggan við vitlíki og tøkni sum heild, tí skipanin hevur ikki altíð skapt karmar fyri hesum. Hvør hevur ábyrgdina av at vísa lærarunum kt-landslagið, sum er galdandi í fólkaskúlanum? Her hugsi eg um skrásetingarskipanir, samskiftispallar og forrit í eitt nú serrundirvísing.
Les alla samrøðuna, sum Beinir Bergsson hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2026
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul