Tíðindi

Við vitlíki hava vit fingið nýggjar møguleikar

13.05.2026
Nógvir lærarar vita ikki sambært Hans Fróða Jensen, lærara og varaskúlastjóra, hvussu mann kann nýta vitlíki á bestan hátt. Hann vísir á, at tað krevur eina greiða talgildisbúgving, sum fevnir um allar lærarar. - Mær dámar væl at arbeiða við tøkni, og eg seti meg inn tey nýggjaru rákini, men vansin við hesum er, at kt-førleikarnir hjá lærarum kring landið gerast ójavnir, og tað er óheppið.

Vitlíki er longu komið inn í føroyska skúlan, men skipanin fylgir illa við. Sambært læraranum og varaskúlastjóranum í Skúlanum á Argjahamri, Hans Fróða Jensen, testar vitlíki sjálva skúlaskipanina, tí tað er vorðið torførari at vita, hvat næmingar skriva sjálvir, og hvat amboðini gera fyri tey.

– Vit eru eitt sindur í eini panikkstøðu. Evnið vitlíki er so stórt, at tað verður ein partur av gerandisdegnum, um vit vilja tað ella ikki.

Sambært Hans Fróða Jensen lata summir lærarar framvegis sum um, at vitlíki ikki hevur broytt undirvísingina. Tað heldur hann ikki er haldgott í longdini.

- Vitlíki ávirkar longu arbeiðshættir og uppgávurnar hjá lærarum. Ikki minst, hvussu vit skulu meta um uppgávur og stílar hjá næmingum. Spurningurin er tí ikki, um skúlin skal hava støðu til vitlíki, men hvussu.

Sambært Hans Fróða Jensen snýr tað seg um eina grundleggjandi broyting í læraraumhvørvinum. Uppgávur, sum fyrr vóru ein góður máti at máta skriviførleikarnar og fakligu vitanina hjá næmingum, kunnu nú framleiðast við hjálp frá vitlíki. Tað ger, at lærarin má spyrja seg sjálvan: Hvat er tað, sum vit í veruleikanum vilja meta um? Er tað endaligi teksturin, t.v.s. úrslitið ella arbeiðsgongdina og førleikarnar aftan fyri tekstin?

Hann heldur, at vit mugu tora at viðurkenna, at arbeiðsgrundarlagið er broytt. Tað merkir ikki, at alt skal kollveltast beinanvegin, men at kjakið má takast í álvara.

Hans Fróði Jensen leggur dent á, at vitlíki eisini gevur nýggjar møguleikar. Hann brúkar sjálvur amboðið til at menna hugskot, framløgur og undirvísingartilfar.

– Vitlíki kann vera genialt til at finna hugskot. Um eg havi ringa tíð at fyrireika eina framløgu um eitthvørt evni, so kann vitlíki hjálpa mær við hesum. Vitlíkisamboð kunnu gera tað lættari at fyrireika vikarar, skriva uppgávur og arbeiða við námsætlanum. Hetta kann minka um tað fyrisitingarliga arbeiðið hjá lærarum, soleiðis at lærarin kann hugsavna seg um tað, sum hann dugir best: at undirvísa.

Tó so metir Hans Fróði, at nógvir lærarar ikki vita, hvussu mann kann nýta vitlíki á bestan hátt. Hann vísir á, at tað krevur eina greiða talgildisbúgving, sum fevnir um allar lærarar.

- Mær dámar væl at arbeiða við tøkni og seti meg inn tey nýggjaru rákini, men vansin við hesum er, at kt-førleikarnir hjá lærarum kring landið gerast ójavnir, og tað er óheppið.

Hans Fróði vísir eisini á, at vitlíki kann hjálpa næmingum í ávísum førum, men børn eru ikki nóg búgvin til at arbeiða við tí einsamøll:

- Ein vaksin má vera til staðar, um vitlíki skal nýtast sum eitt hjálpartól hjá børnum. Í summum førum kann tað vera hent, tí øll foreldur kunnu ikki altíð hjálpa sínum børnum við skúlatingum, so um foreldrini duga at arbeiða við slíkum, so kann tað vera ein hjálp. So vitlíki kann vera til gagns hjá børnum, men í skipaðum kørmum. 

Hóast vitlíki kann hava sínar ágóðar, so setir vitlíki eisini spurnartekn við, hvussu vit skipa próvtøkur í skúlanum.

– Ein próvtøka eigur at vísa, hvat tú dugir her og nú. Og tað kann vera trupult at skapa karmarnar rundan um eina próvtøku, so at vitlíki á ongan hátt kann nýtast. Vit hoyra frá myndugleikunum, at næmingar ikki kunnu nýta hjálpartól, ið framleiða vitan, men eg sakni, at myndugleikarnir vísa á, hvussu vit skulu samskipa próvtøkurnar á bestan hátt. Tað krevur nógva arbeiðsorku at tryggja, at vitlíki ikki verður nýtt í próvtøkuni.

Hans Fróði vísir á, at summir lærarar bera fram ta próvførslu, at um lærararin nýtir vitlíki í undirvísingini, so átti tað eisini verið ein partur av próvtøkuni. Men hesum er Hans Fróði ikki samdur í.

- Eg skilji væl, at tað er vorðið alsamt torførari at meta um innlatnar uppgávur. Tí lærarin fær illa eftirkannað allar stílar fyri vitlíki, men kortini má próvtøkan sýna tað, sum næmingurin dugir í løtuni. 

Les alla samrøðuna, sum Beinir Bergsson hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2026.