Tíðindi
Tá skúlin verður til ein bý
Hetta er ein vika, har hugflogið sleppur at ráða. Børnini eru sjálv við til at ávirka, hvat skal vera í býnum, og tey ganga høgt upp í at skapa spennandi handlar og tilboð. Banki, tivoli, vakurleikastova, biografur og kafé eru ofta millum tey væl umtóktu støðini, men tað er bara hugflogið, sum setur mørk.
Ígjøgnum vikuna arbeiða næmingarnir við at leggja til rættis, samstarva og taka ábyrgd. Tey skulu finna uppá, byggja, gera klárt og taka ímóti gestum. Vikan endar við, at elstu børnini úr barnagarðinum verða boðin í skúlan at spæla og vitja býin.
Í Hósvíkar skúla síggja vit spæl sum ein týðandi part av læring og menning hjá børnum í grunddeildini. Gjøgnum spæl fáa børnini møguleika at menna hugflog, kreativitet, mál og sosialar førleikar. Tey læra at samstarva, samskifta og loysa avbjóðingar saman.
Evnisvikan er tí ikki bara ein stuttlig vika – hon er eisini ein týdningarmikil partur av læringini, har børnini fáa sjálvsálit, dirvi og møguleika at royna nýggjar leiklutir í tryggum og skapandi karmum.
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul