Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt hava nýggjan stjóra

22.05.2026
Undirvísingarstýrið lýsir í dag eftir stjóra til Skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík.

Sóknast verður eftir dugnaligum skúlastjóra, ið umframt leiðsluevnir hevur áhuga í námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðsluábyrgd í skúlanum við Løgmannabreyt.

Høgni Joensen, sum hevur verið skúlastjóri síðani skúlin varð stovnaður í 2018, hevur sagt seg úr starvi. Nýggi stjórin skal byrja 1. september 2026.

Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har tann, sum verður settur, sleppur at mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar.

Í skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.- 9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu.

Freistin at søkja er 10. juni 2026 kl. 12.00.