Tíðindi
Sernám og Undirvísingarstýrið løgd saman
Endamálið við bygnaðarbroytingini er at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild – serliga innan fólkaskúlan, har nógv av virkseminum hjá Sernámi er. Samstundis verður eisini arbeitt fyri góðum samstarvi við dagstovnaøkið og miðnámsøkið, sum bæði fáa ráðgeving frá Sernámi.
Í nýggja bygnaðinum verður Sernám ein faklig deild í Undirvísingarstýrinum við ábyrgd av sernámsfrøðiligari ráðgeving, fakligari menning og samstarvi við dagstovnar, skúlar og onnur tilboð. Dentur verður lagdur á at styrkja inklusjón og fyribyrgjandi arbeiði.
Samtíðis er hædd tikið fyri at tryggja gott og skipað samstarv við Nám á teimum økjum, har fakligur samanhangur er, millum annað innan námsætlanir, eftirútbúgving og menning av undirvísingartilfari.
Undirvísingarstýrið fer nú at søkja eftir deildarleiðara til Sernám. Ætlanin er, at viðkomandi byrjar í starvinum 1. august 2026.
Kelda: mmr.fo
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul