Tíðindi
Rørsla týðandi partur í skúladegnum
- Tað merkist ógviliga væl á næmingunum, um teir sleppa at røra seg, sigur Nomi Jacobsen, skúlastjóri.
Íblástur at fáa meiri rørslu inn í skúladagin hava lærarar og leiðsla fingið eitt nú á eini vitjan á skúla í Randers fyri nøkrum árum síðan. Í hesum skúlanum løgdu tey dent á at fáa rørslu inn í alla undirvísing, sama hvør lærugreinin var.
- Vit vóru ógviliga hugtikin av tí, vit sóu í Randers. Vit royna at hugsa rørslu inn so nógv tað ber til, hóast tað ikki er í øllum tímum. Hava næmingarnir rokning, sleppa teir at ganga runt og máta upp, ístaðin fyri at sita niðri. Vit síggja, at hevur tú havt okkurt millum hendurnar, rørt teg, mátað upp, lagt okkurt saman ella annað, so minnist tú tað betur, enn um tú situr við eini bók. Vit royna at skipa tað soleiðis, at tá vit leggja upp til rørslu í undirvísingini, verður tað gjørt í bólkum. Serliga lærararnir í rokning brúka tað nógv
Yvirskipaða endamálið við at fáa rørslu inn í undirvísingina er samansett, sigur skúlastjórin.
- Gransking vísir, at læringin festir seg betur, um næmingarnir sleppa at vera kropsliga virknir við jøvnum millumbilum í skúladegnum. Vit hava eisini fleiri og fleiri børn, sum ikki klára at sita still og taka ímóti undirvísing í langa tíð í senn. Nakrar lærugreinar eru meira sjálvsagdar at fara út um skúlan at hava undirvísingina í, t.d. náttúra og tøkni og heimstaðarlæru. Rásarúmið er størri enn í einari vanligari skúlastovu, tú kanst vera saman, men hevur eisini møguleika at fara eitt sindur burturfrá, um tú hevur brúk fyri tí.
Í skúlaárinum 2025-26 ganga 77 næmingar í Skála skúla. Av hesum ganga 13 næmingar í forskúlanum.
Onnur tíðindi
-
08.05.2026Tá skúlin verður til ein bý
-
07.05.2026Kanning munadygt leiðsluamboð
-
06.05.2026Lærarafelagið aðalfund leygardagin
-
06.05.2026Royndarverkætlan økt rørsluvirkni í skúlatíð í Suðuroy
-
04.05.2026Veronika Petersen skúlastjóri á Fossánesi
-
30.04.2026Lesitrupulleikar ofta samansettir