Tíðindi
Nýggir lærarar seta orð á lærarayrkið
Aftur á slóðina er fyrsta tiltakið av sínum slagi; tann fyrra stóra kanningin millum nýútbúnar lærarar var í 2012, og hon æt Aftursvar; tá tóku lærarar úr fimm árgangum lut; hesa ferð eru tað tríggir árgangir. Lærararnir fáa spurnablað við nógvum spurningum at svara; spurningarnir eru teir somu sum í 2012, tó eru summir tillagaðir samtíðina. Kanningin endar við eini frágreiðing, sum Hans Harryson, námslektari á Námsvísindadeildini, skrivar.
Tað eru Námsvísindadeildin, sum saman við Føroya Lærarafelag skipar fyri tiltakinum. Undirvísingarstýrið var eisini við á tiltakinum. Endamálið við tiltakinum er fyrst og fremst at savna vitan um, hvussu tað er at vera nýútbúgvin lærari, um læraraútbúgvingin brynjar teir nóg væl til uppgávuna umframt nógv annað, ið kann gera umstøðurnar enn betri hjá nýútbúnu lærarunum at fóta sær í yrkinum. Námsvísindadeildin, Lærarafelagið og Undirvísingarstýrið nýttu eisini høvið at kunna lærararnar um ymisk týðandi viðurskifti.
- Hjá okkum í Lærarafelagnum hevur eitt slíkt tiltak nógv at siga, tí vit fáa gott innlit í gerandisdagin hjá lærarunum, tað, sum kennist lætt, og tað, sum kennist tungt, ikki minst tá talan er um mál, sum vit hava arbeitt nógv við, eitt nú flokslærarauppgávuni og akkerslæraraskipanini. Hjá lærarunum hevur tað eisini týdning at møtast, tí teir kunnu siga frá sínum royndum, sum onnur kunnu læra av. Og hjá Námsvísindadeildini er eisini gott at hoyra, hvat lærararnir halda um útbúgvingina, teir hava fingið; lærararnir eru eisini áhugaðir í framhaldandi at hava samband við sítt útbúgvingarstað, og tey, ið tey lósu saman við. Samanlagt fáa allir partar nógv burtur úr ein slíkan dag, sum fer at geva okkum ein betri fólkaskúla, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
85 lærarar eru útbúnir á Námsvísindadeildini í tíðarskeiðinum 2023-2025, og nakrir í Danmark eisini; flestu teirra vóru við á tiltakinum; tey, sum ikki fingu møtt, eru kortini við í kanningini. Bara fáir av lærarunum hava fast starv í fólkaskúlanum; summir eru í tíðaravmarkaðum starvi, og summir arbeiða aðrastaðni; flestu teirra, sum arbeiða aðrastaðni enn í fólkaskúlanum, royna í mest møguligan mun at taka leysar tímar í skúlanum.
- Felags fyri øll er, at tað er eitt tilvitað val at útbúgva seg til lærara; tey vilja øll arbeiða sum lærari, og tey, sum hava starv, kenna seg væl í skúlanum, saman við lærarum og næmingum, og tey kenna seg vird og hoyrd og dámar ábyrgdina, tey fáa, tá tey fáa lærarastarv. Fleiri høvdu á orði, at tað er gott sum nýggjur lærari at arbeiða saman við royndum lærara. Tað kann t.d. vera trupult hjá nýútbúnum lærara at hava næmingar, sum hava tørv á serligari fyriskipan, so sum autismu, ADHD ella annað. Tað krevur mangan servitan, sum nýúbúgvin vanliga ikki kenna seg trygg í sum nýútbúgvin, og tá er gott at hava ein royndan lærara undir liðini at ráðføra seg við..
Einki av tí, sum kom fram henda dagin, kom óvart á formannin í Lærarafelagnum.
- Tað, sum kom fram, var ein staðfesting av tí, sum vit longu vita, og tað er altíð gott at fáa tað váttað og lýst betur við teirra orðum. Vit kunnu harmast um, at tað, sum fleiri stríðast við, enn ikki er loyst; eitt nú at fáa fleiri føst størv í fólkaskúlanum. Tað er týðiligt, at tað ávirkar lærararnar at vera í ótryggari setan. Vit fara framhaldandi at arbeiða fyri fleiri føstum størvum. Nú eru fleiri føst størv, men tað eru enn alt ov nógv tíðaravmarkað størv, og lærarastørv í skúlunum, ið onnur eru sett í, ið ikki eru læraraútbúgvin Tað, sum er galdandi fyri tey, sum ikki hava starv í fólkaskúlanum, er, at nógv teirra gera sær ógviliga stóran ómak at royna at fáa starv; tey taka allar leysar tímar, tey kunnu fáa og toyggja seg sum heild ógviliga langt at sleppa at arbeiða í fólkaskúlanum. Nógv av hesum, ið ikki hava fingið starv sum lærari, arbeiða við fólki, antin á dagstovni, frítíðarskúla, í ítrótti ella almannaverkinum.
At Undirvísingarstýrið eisini er við á tiltakinum, heldur Jacob Eli S. Olsen er gott, tí tað, sum lærararnir bera fram, er eisini týdningarmikil vitan hjá Undirvísingarstýrinum at fáa. Undirvísingarstýrið gav skúlaleiðslunum boð um, at nýútbúnu lærararnir skuldu fáa heimild at vera við uttan at missa løn.
- Hetta var eitt sera gott tiltak, bæði tá talan var um at fáa innlit og so fyri tað sosiala, sum sjálvandi eisini hevur týdning; lærararnir, sum vóru við, vóru fegnir og vilja gjarna hittast aftur; tey vóru ógviliga virkin í prátinum og høvdu nógvar viðmerkingar til tað, sum vit tosaðu um.
Somu lærararnir, sum vóru við Aftur á slóðina, taka lut í norðurlendskari verkætlan, ið er partur av NTI-samstarvinum. Henda kanningin fer eisini fram við spurnablaði.
Námsvísindadeildin, Føroya Lærarafelag og Undirvísingarstýrið hava avtalað, at um trý ár verða tiltakið Aftur á slóðina og stóra kanningin Aftursvar aftur við trimum nýggjum árgangum av lærarum.
- Vit vóna eisini, at hetta samstarvið fer at vera byrjanin til fleiri kanningar av umstøðunum hjá lærarum og skúlastjórum.
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul