Tíðindi

Masterskeiðini góða undirtøku

29.05.2026
- Vit síggja eina týðiliga ábending um, at nógv starvsfólk í skúlaverkinum vilja hava eftirútbúgving, sum er tætt knýtt at gerandisdegnum í skúlunum og teimum námsfrøðiligu og didaktisku avbjóðingum, tey arbeiða við hvønn dag, sigur Frida Poulsen, námslektari.

Mánadagin í farnu viku var freistin hjá lærarum at søkja um at sleppa at taka eftirútbúgvingarskeið á masterstigi á Námsvísindadeildini í heyst. Undirtøkan hevur verið sera góð. 

Áhugin hevur verið stórur fyri fleiri av skeiðunum. Umsóknirnar vísa greitt, at tað er ein veruligur tørvur á førleikagevandi eftirútbúgvingum innan undirvísing og námsfrøðiligt virki í Føroyum, sigur Frida Poulsen, námslektari.

Skeiðini venda sær til starvsfólk í skúlaverkinum, sum vilja menna sínar yrkisfakligu førleikar, sum kunnu nýtast beinleiðis í verki. Skeiðini í heyst eru í alis- og evnafrøði sum undirvísingarfak, inkluderandi sernámsfrøði sum hugsjón og í verki, konflikthandfaring og didaktiska tilgongdin í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum, samfelag, skúli og heim og menning av talgildari undirvísing í verki.

- Vit síggja eisini eina týðiliga ábending um, at nógv starvsfólk í skúlaverkinum vilja hava eftirútbúgving, sum er tætt knýtt at gerandisdegnum í skúlunum og teimum námsfrøðiligu og didaktisku avbjóðingum, tey arbeiða við hvønn dag. Tað tykist hava stóran týdning, at skeiðini taka støði í tí, sum fer fram í skúlunum, men samstundis er granskingargrundað og harvið tvinnar praksis og ástøði saman. Samlað sæð bendir undirtøkan á, at tørvurin á førleikamenning og eftirútbúgving er stórur. Masterskeiðini innan ymisk øki í undirvísing og námsfrøðiligum virki eru ein týðandi liður í arbeiðinum at nøkta henda tørvin og at skapa fleiri føroyskar eftirútbúgvingarleiðir á hægri støði.

Umframt skeiðini, sum longu eru í gongd, og tey skeiðini, sum verða bjóðað út í heyst, eru fyrireikingar eisini væl áleiðis til framhaldandi og nýggjar skeiðsrøðir, sum verða bjóðað út í 2027. Á yvirlitinum niðanfyri sæst hvørji tey skeiðini vera:

Masterskeið

 Á Námsvísindadeildini eru tey sera fegin um, at tað nú hevur eydnast at fáa sett á stovn masterskeið og masterútbúgving innan undirvísing og námsfrøðiligt virki – eitt øki, sum hevur verið eftirspurt í nógv ár.

At tilboðini eru so væl móttikin av starvsfólkum, skúlaverki og øðrum viðkomandi pørtum síggja vit sum sera jaligt. Samstundis vísir undirtøkan, at nógv síggja hetta sum ein týdningarmiklan møguleika at menna bæði seg sjálv, sítt arbeiðspláss og námsfrøðilga økið og skúlaverkið sum heild.

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjarar hava bachelorútbúgving innan undirvísing og/ella námsfrøði ella sambæriliga útbúgving, umframt minst tvey ára viðkomandi starvsroyndir.

Á Námsvísindadeildini eru vit sera fegin um, at tað nú hevur eydnast at fáa sett á stovn masterskeið og masterútbúgving innan undirvísing og námsfrøðiligt virki – eitt øki, sum hevur verið eftirspurt í nógv ár. At tilboðini eru so væl móttikin av starvsfólkum, skúlaverki og øðrum viðkomandi pørtum, síggja vit sum sera jaligt. Samstundis vísir undirtøkan, at nógv síggja hetta sum ein týdningarmiklan møguleika at menna bæði seg sjálv, sítt arbeiðspláss og námsfrøðilga økið og skúlaverkið sum heild.