Tíðindi
Lesikreppa ella lesiboom?
– Kanningar sum PISA og PIRLS vísa lítla lesigleði millum fimtan ára gomul og eisini afturgongd, tá talan er um lesiførleikar. Tað sigur Åse Kristine Tveit, granskari í bókasavnsvísindum í Noregi.
Hon heldur, at vit kunnu tosa um eina lesikreppu; hon sær, at nógv lesandi stríðast við at lesa langar tekstir.
Lesiboom – men ikki fyri øll
Samstundis verður bókafelagsskapurin BookTok á TikTok bara størri, nógvir ávirkarar á sosialum miðlum tosa um bøkur, og tað verður alsamt vanligari at stovna lesiringar. Bókahandlar og bókasøvn siga frá metsølu og stórum lánitølum og vilja vera við, at talan er um lesiboom. Vil tað siga, at kreppan er avlýst?
– Summi, serliga gentur, lesa ógviliga nógv, men tað er ringt at siga, hvussu nógv eru rakt av lesiboominum. Hyggur tú at, hvat er ovast á listunum á BookTok, so er tað serliga bøkur, sum tala til ungar gentur, sigur Sunniva Evjen, granskari.
Ringt at fáa dreingir at lesa
Væl umtóktu bøkurnar hava vanliga nógvan dialog og nógv drama og sterkar kenslur, sigur granskarin. Evjen heldur, at vit kunnu siga, at talan er um lesiboom – bara ikki í øllum samfelagsløgum ella millum øll. At fáa dreingir at lesa verður ofta sagt at vera tað truplasta.
– Ógviliga ofta, tá ið tosað verður um lesing og ung, verður tosað um lesing av fagurbókmentum í bókaformi, og tað er ikki akkurát tað, sum dreingjum dámar. Men tað er umráðandi at vita, at tað er nógv onnur sløg av lesing. Dreingir lesa kanska annað, so sum yrkisbókmentir ella tað, sum er tongt at telduspølum, sigur Evjen.
Verður lesing bara fyri tey fáu?
Heldur ikki á bókasøvnunum rakar vøksturin í útláninum øll.
– Hyggja vit at útlánshagtølunum á bókasøvnunum, er tað serliga útlán av barnabókum, sum veksur, sigur Åse Kristine Tveit.
Hon setir vøksturin av útláninum í samband við summarlesnaðátøk, sum eru sera væl umtókt.
– Og ikki minst at nógv foreldur ganga nógv uppí, at børnini ikki skulu sita so nógv við skíggjum, og at tey helst skulu duga væl at lesa, fáa útbúgving og klára seg væl í lívinum. Kanska eru tað foreldur, sum sjálv hava høga útbúving, sum eru mest upptikin av tí, sigur hon.
At summir bólkar lesa meiri kann gera gloppið størri
Evjen heldur, at orsøk er at halda, sum summir bólkar fylla meiri í útláninum í bókasøvnunum.
– Í Noregi hava vit ikki tøl, sum lýsa hetta, men í Danmark eru kanningar av, hvørji tey eru, sum læna, og har síggja vit, at bókasøvnini neyðturviliga ikki eru líka útjavnandi, sum ein skuldi hildið, sigur hon.
Í Danmark vísa tøl nevniliga, at tað eru tey við góðum fíggjarviðurskiftum og høgum útbúgvingum, sum oftast læna bøkur á bókasøvnum.
Granskararnir halda, at tað er sannlíkt, at tey, sum brúka bókasøvnini mest, eru tey, sum er væl fyri fíggjarliga og útbúgvingarliga, hóast at tað verður sagt, at bókasavnið eisini verður brúkt á annan hátt av eini fjøld av fólki. Tað at summir bólkar lesa meiri, meðan aðrir dragna afturúr, veksur um gloppið millum bólkarnar.
– Evnini at lesa og hugsavna seg snúgva seg eisini um at ogna sær vitan á nógvum økjum, sigur Tveit.
Hvussu venda vit lesikreppuni?
Ein bólkur, sum lesur lítið, er næmingar, ið eru í gongd við eina yrkisútbúgving. Tveit hevur granskað í lesigleðini millum hesar næmingar og sigur, at granskingin vísir, at teir í lítlan mun síggja seg sjálvar sum lesarar og heldur ikki uppliva gleði við at lesa. Tveit heldur, at tað at geva næmingunum bøkur at lesa, sum kann geva teimum lesigleði, er avgerandi, um vit skulu venda lesikreppuni.
– Næmingarnir, sum vit tosaðu vit, søgdu, at teir væl kundu hugsað sær at lisið okkurt, sum er tongd at yrkinum, sum teir eru holt við, tí tað høvdu teir valt av áhuga. Tað kundi vera faktasøgur ella kanska ævisøgur um fólk, sum hava gjørt seg galdandi í yrkinum. Um tú skalt verða motiverað/ur at lesa, so snýr tað seg bæði um at hava áhuga í onkrum, og um at vita, at tað gevur tær eina góða uppliving, sigur hon.
Skúlabókasøvn sum frírúm
Sunniva Evjen heldur, at tað eru tiltøk, sum vit vita rigga, um næmingarnir aftur skulu finna lesigleðina:
– Tað vit kunnu gera, er at gera tað lættari at gerast motiverað/ur ella inspirerað/ur. Har hava skúlabókasøvnini nógv at siga, sigur hon.
– Skúlabókasavnið kann gerast eitt frírúm, sum er øðrvísi enn skúlastovan, við einum fjølbroyttum útboði av bókum, sum næmingar tíma og vilja lesa og sum er á einum støði, teir megna, sigur hon.
Í Svøríki verða í hesum døgum nógvar milliardir brúktar at styrkja skúlabókasøvnini.
- At hava eitt skúlabókasavn við skúlabókavørðum til arbeiðis, har næmingarnir møta fakfólki, sum vita nógv um bøkur og sum miðla bøkur júst til tín, ger ógviliga stóran mun, sigur Evjen.
Ráð
Åse Kristine Tveit hevur hesi ráðini til foreldur, sum vilja hava børnini at tíma væl at lesa:
- Lat barnið sjálvt velja bøkur.
- Ver lesandi fyrimynd. Barnið sær, hvat tú heldur hevur týdning.
- Les hart fyri hvørjum øðrum. Eingin er ov gamal at hoyra søgu lisna.
- Tosa við børnini um, hvat tey lesa, og hvat tú lesur.
- Lat tað gerast ein hugnaligur vani at fara á bókasavn – og hav góða tíð har.
- Noyð ongan at lesa.
Kelda: forskning.no
Savnsmynd: Ólavur Frederiksen
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul