Tíðindi

Førleikamenning innan ADHD

27.05.2026
Á heysti 2025 var Katrina Nattestad á skeiði hjá ADHD-felagnum í Danmark. Endamálið við skeiðnum var at fáa betri innlit í, hvussu vit kunnu skapa og skipa betri læriumhvørvi fyri næmingar við ADHD/ADD.

Børn við ADHD/ADD hava altíð verið í fólkaskúlanum, men tað er ikki fyrr enn tey seinnu árini, at vit hava givið teimum gætur, og at tað verður tosað opið um, hvussu vit rúma teimum í fólkaskúlanum. Alt hetta var við til at kveikja mín áhuga fyri at fáa meira vitan og amboð til undirvísingina at rúma hesum børnum.

Eftir at hava arbeitt sum lærari í meira enn 10 ár hevði eg tørv á førleikamenning. Á heysti 2025 luttók eg á skeiði hjá ADHD-felagnum í Danmark. Skeiðið, ið serliga er ætlað lærarum og námsfrøðingum í fólkaskúlanum, er í 10 modulum. Endamálið við skeiðnum er at fáa betri innlit í, hvussu vit kunnu skapa og skipa betri læriumhvørvi fyri næmingar við ADHD/ADD.

 

ADHD3

 

Jenny Bohr undirvísti á skeiðinum. Hon er útbúgvin fólkaskúlalærari, hevur eina master í sernámsfrøði og er skúlað í Collaborative Problem Solving (CPS). Hon hevur í fleiri ár verið virkin í danska ADHD-felagnum og hevur undirvíst í ADHD/ADD. Sjálv er hon undangongufólk, ið hevur kent á egnum kroppi, hvussu tað er at hava eitt barn við ADHD, sum ikki rúmast í fólkaskúlanum.

Á skeiðnum fingu vit eina greiða gjøgnumgongd av teimum neuropsykologisku viðurskiftunum, sum liggja aftan fyri ADHD og ADD. Vit fingu innlit í, hvussu diagnosan ávirkar hugsavnanina, arbeiðsminnið og sosiala samskiftið. ADHD/ADD er ein kronisk støða, men eyðkennini kunna minka ella broytast við aldrinum. Vit skula minnist til, at vit eru øll somul menniskju, eisini tey við diagnosum. Tí er tað umráðandi, hvussu vit møta hesum næmingum. “Børn gera tað, sum tey megna.” Orðini eigur Ross Greene, ið er amerikanskur sálarfrøðingur. Hann hevur ment Collaborative Problem Solving. Greene arbeiðir út frá teirri áskoðan, at tá ið næmingurin ikki megnar t.d. eina uppgávu, so er tað ikki tí, at honum manglar viljan, men heldur, at honum vantar evnini. Tá ið okkurt ikki eydnast hjá næminginum, so eiga vit sum lærarar at seta okkum spurningin, hvat gekk galið í støðuni. Bøkurnar Fortabt i skolen og Det eksplosive barn hjá Ross Greene eru góðar, um ein vil læra meira um CPS, umframt Samarbejdsbaseret problemløsning eftir Jenny Bohr.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2026.