Tíðindi
ADHD-diagnosur í fólkaskúlanum
Hvørjar implikatiónir fær tað fyri mátan, undirvíst verður, og hvussu vit møta hesum næmingum, um tú frameftir skalt seta spurnartekn við alt tað, tú helt teg vita um ADHD?
Hósdagin 4. juni 2026 verður sera áhugaverdur temadagur í Norðurlandahúsinum um ADHD, har vit seta ADHD-hugtakið undir lupp. Hvat er ADHD, hvussu hjálpa vit best teimum, sum hava ADHD, og ikki minst, hvussu møtir tú næmingunum við ADHD soleiðis, at tey fáa sum mest burturúr?
Vit fáa spennandi granskarar úr Onglandi og Danmark, sum hava granskað í ADHD og yvirdiagnostisering. Umframt útlendsku nøvnini luttaka eisini føroyskir stovnar við áhugaverdum framløgum. Eyðdis Hartmann Nichlassen, landsstýriskvinna í heilsumálum setir dagin.
Gitte Klein og Suni Poulsen fyriskipa dagin.
Skráin fyri dagin er henda:
12:30 – 14:00
- Vælkomin og atkvøðugreiðsla
- Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, setur dagin
- Fyrilestur, Sami Timimi: Question everything you thought you knew about mental health and neurodiversity (beinleiðis tulking til danskt tøk online)
- Styttri framløga, Tóra við Keldu, fyrrverandi forkvinna fyri MEGD gjøgnum 12 ár: Tá serfrøðingar skapa enn størri ótryggleika
- Styttri framløga, Suni Poulsen, sálarfrøðingur og fyriskipari: Verjurøða fyri klassiska ADHD-hugtakinum
Steðgur - kaffi, te og søtt.
14:20 – 16:00
- Fyrilestur, John Brodersen og Alexandra Brandt Ryborg Jønsson: Syg, rask eller helt normal? ADHD og andre mentale diagnoser i forandring
- Styttri framløga, Jóhanna Davidsen og Nina Mikkelsen, sálarfrøðingar frá Sernámi: Mann kann ikki samstarva seg burtur úr væntandi tænastum
- Styttri framløga, Camilla Henanger, leiðari av Familjutænastuni, Barnaverndarstovan: Børnunum tørvar hjálp nú – vit kunnu ikki bíða eftir tí røttu frágreiðingini
- Atkvøðugreiðsla og (skemtilig) endaviðmerking
Tryggja tær pláss nú, avmarkað pláss eru eftir. Tù kanst keypa atgongumerki á nlh.fo ella send ein teldupost til grit@grit.fo ella ring 730730.
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul