Tíðindi
Trygdarnevndirnar skulu til arbeiðis
Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum arbeiðsplássum, har ið tíggju ella fleiri starvsfólk eru, at samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum í eini trygdarnevnd. Í trygdarnevndini í skúlunum sita umboð frá leiðsluni og lærarunum. Trygdarnevndin leiðir arbeiðið við arbeiðsumhvørvinum. Sálarliga arbeiðsumhvørvið er partur av hesum. Tað er tó misjavnt, hvussu virknar trygdarnevndirnar í skúlunum eru, tí tøl frá Undirvísingarstýrinum vísa, at lítið og einki er goldið í fundarpengum til limir í trygdarnevndini.
- Vit vóna, at meira fer at verða goldið í fundarpengum til limir í trygdarnevndini í hesum árinum. Lærarafelagið fer at fylgja við, hvussu gongur við Arbeiðsplássmetingum og vera við í ráðgevingini, segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Lærarafelagsins í røðu síni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 9. mai.
Við nýggja tilfarinum, sum er gjørt til arbeiðsplássmetingar, hevur trygdarnevndin eitt amboð at byggja arbeiðið á.
- Vit vóna, at trygdarnevndirnar taka væl ímóti tilfarinum og fara í gongd við at taka arbeiðsplássmetingar við sum grundarlag í sínum arbeiði. Eitt stað at byrja er at arbeiða fyribyrgjandi, at forða fyri, at skaðin hendir; tað kann gerast við at fáa vegleiðandi mannagongdirnar, sum Arbeiðseftirlitið hevur gjørt ímóti t.d. harðskapi og ágangi við í arbeiðið hjá trygdarbólknum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt vegleiðandi mannagongdir um sálarligt arbeiðsumhvørvi og sent Fíggjarmálaráðnum áheitan um at senda kunning út til allar almennar arbeiðsgevarar um skylduna at kunna Arbeiðs- og brunaeftirlitið um, hvørji trygdarumboð eru vald, og hvussu trygdarskipanin er samansett. Nakrir skúlar hava fingið hesi viðurskiftini í rætt lag.
Í samrøðu við Skúlablaðið í fjør greiddi deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum, Vagn Foldbo, á, at reisir ein lærari skúlans eitt mál, sum hevur við sálarliga arbeiðsumhvørvið at gera, kann viðkomandi venda sær til trygdarnevndina og fáa nevndina at arbeiða við málinum. Tað kann bæði vera ein tilburður, sum er farin fram, ið vísir, at sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er nóg gott, ella okkurt fyribyrgjandi átak at fremja gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Myndin er tikin á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag 9. mai 2026. Mynd: Ólavur Frederikssen.
Onnur tíðindi
-
12.06.2026Nú eigur flokslærarin endiliga tørn
-
12.06.2026Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst
-
11.06.2026Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum
-
11.06.2026Níggju vilja vera skúlastjóri á Løgmannabreyt
-
09.06.2026Týdning, at skúlin speglar nærumhvørvið
-
09.06.2026Lærarar vísa IMAK og grønlendska fólkinum stuðul