Tíðindi

Tríggjar umsóknir til tvey stjórastørv

02.06.2026
Undirvísingarstýrið hevur lýst eftir skúlastjórum at taka við stjórastørvunum í Sørvágs skúla og Porkeris skúla. Bæði størvini eru farloyvisstørv.

Fyri sløkum tveimum vikum síðan var umsóknarfreistin til farloyvisstarvið sum skúlastjóri í Sørvágs skúla farin, og síðst í farnu viku somuleiðis til farloyvisskúlastjórastarvið í Porkeris skúla. Til starvið í Sørvágs skúla kom ein umsókn og til starvið í Porkeris skúla tvær umsóknir.

Dania Niclasen hevur røkt skúlastjórastarvið í Sørvágs skúla í trý ár. Farloyvisstarvið er lýst at vara til 1. apríl 2030. Skúlastjórin, sum upprunaliga hevur starvið, hevur tikið sætið á Løgtingi, og tí er fyrivarni við, at farloyvisstarvið kann enda fyrr, um farloyvistíðarskeiðið hjá verandi skúlastjóra verður stytt. 

Í Sørvágs skúla ganga 155 næmingar í 1.-9. flokki umframt 24 næmingar í sertilboðnum Pallinum, sum er ein samskipan við Skúlan á  Giljanesi. Tað eru normerað 17 fulltíðarstørv sum lærarar og 4 størv sum námsfrøðingar í Sørvágs skúla.  

Beinta G. Jacobsen er stjóri í Porkeris skúla; hon fer í farloyvi skúlaárið 2026-2027. Tað eru áleið 32 næmingar úr 1.-7. flokk í skúlanum skúlaárið 2026/27 og áleið 4 fulltíðar lærarastørv. 

Savnsmynd: Rannvá A. Egholm