Tíðindi

Tørvur á politiskum átøkum

30.06.2026
Sigmund Jógvansson, lærari í Skúlanum á Fløtum, sær, hvussu føroyski fólkaskúlin stundum førkar seg út, har hann ikki grynnir, tá talan er um vitlíki. Næmingar hava fingið atgongd til nýggj amboð, men karmarnir fyri, hvussu hesi amboðini skulu brúkast, eru enn ullintir.

– Vit hava givið næmingum teldur og atgongd til netið, og tað tók langa tíð at finna fótafestið við tí, men vit hava ikki allýst, hvussu vitlíki skal brúkast í skúlahøpi. Tað er í grundini eitt politiskt mál.

Hann vísir á, at nógv av arbeiðinum tí fellur á tann einstaka læraran, sum sjálvur má finna út av, hvussu hann ella hon skal handfara støðuna.

– Í praksis merkir tað, at hvør lærari situr og roynir seg fram. Tað endar tí við eini ójavnari undirvísing, har næmingar fáa ymiskar reglur alt eftir, hvør undirvísir teimum. Næmingar spyrja: “Er hetta í lagi?” Og svarið er ikki altíð tað sama. Tað er ein trupulleiki.

Sambært Sigmundi eiga hesar avbjóðingar tí at verða lyftar upp á eitt hægri stig, har myndugleikarnir taka støðu.

– Eg haldi, at vit skulu leita við lummalykt eftir ítøkiligum støðum, har vitlíkisamboð kunnu brúkast á skilagóðan hátt í undirvísingini, har næmingarnir faktiskt læra og mennast, men í grundini er hetta eisini ein spurningur um dátuvernd. Næmingarnir hava atgongd til Microsoft Copilot. Her eru dáturnar vardar. Vit kunnu ikki forsvarliga lata næmingar brúka eina skúlateldu og brúka t.d. ChatGPT, Grok, Gemini ella líknandi, tí at har eru dáturnar hjá næmingunum ikki vardar.

 – Næmingar sleppa ikki at brúka ávís forrit á skúlateldum, og tað er vegna dátuverndarlógina, men samstundis brúka tey forritini heima ella á telefonini. Og vit kunnu ikki eftirkanna, hvørji vitlíkisforrit næmingar brúka við hús, tá teir skriva stílar.

Sigmund vísir eisini á, at í ávísum førum kundu myndugleikarnir ment serstøk forrit til fólkaskúlan.

– Um vit høvdu eitt føroyskt, stýrt vitlíki til skúlan, so kundu vit eisini sett treytir fyri, hvussu tað arbeiðir. Tað hevði givið eina tryggari og meiri gjøgnumskygda nýtslu. Í verandi løtu vita vit ikki, hvørji áhugamál vitlíki hevur, men neyvan eru læringin og námsætlanirnar fremstu áhugamálini hjá hesum forritum.

Hetta snýr seg í síðsta enda um ábyrgd, heldur Sigmund.

– Vit kunnu ikki lata børn og ung standa einsamøll við hesum. Tað er ein uppgáva hjá samfelagnum at skapa karmar, sum verja tey.

Les alla samrøðuna, sum Beinir Bergsson hevur skrivað, í Skúlablað nr 3, 2026.