Tíðindi

Tilflytaranæmingar einstaklingar við ymiskum fortreytum

11.06.2026
Næmingar, sum flyta til Føroya, eru akkurát líka ymiskir, sum aðrir næmingar eru. Tí hevur tað týdning, at vit ikki fata teir sum ein homogenan hóp, men einstaklingar við ymiskum fortreytum og ymiskum tørvi. Tað sigur Paula Bøgesvang, lærari í føroyskum sum annaðmál í Eiðis skúla.

Tað verður sagt, at tað tekur um seks-sjey ár at læra eitt nýtt mál, og tað heldur Paula Bøgesvang, sum er lærari í føroyskum sum annaðmál í Eiðis skúla, passar rímiliga væl. Hon hevur dømi um næmingar, sum læra føroyskt eftir ógviliga stutta tíð, men tað er undantakið.

Næmingar, sum flyta til Føroya, eru akkurát líka ymiskir, sum aðrir næmingar eru. Tí hevur tað týdning, at vit ikki fata teir sum ein homogenan hóp, men einstaklingar við ymiskum fortreytum og ymiskum tørvi. Tá ið vit meta um næmingarnar, og hvussu nógvar tímar, teir hava tørv á av føroyskum sum annaðmál, hyggja vit at, hvaðani teir koma, og hvussu málsliga støðan er. Fortreytirnar eru ymiskar, um annað ella bæði foreldrini eru útlendingar, og um tey nýliga eru komin til Føroya ella hava verið her leingi. Ein týdningarmikil fortreyt er aldurin á børnunum.

Royndirnar hjá Paulu Bøgesvang eru, at yngri næmingurin er, skjótari kemur hann eftir málinum, serliga um hann er byrjaður í skúlanum í grunddeildini og fingið ljóðlæru og lært stavraðið saman við hinum næmingunum. Øvut, eldri næmingurin er, størri eru avbjóðingarnar at læra føroyskt, tí tað grundleggjandi, sum tú lærir í skúlanum, er ikki partur av undirvísingini.

Teir eldru næmingarnir hava sum heild nógv verri við at fylgja við í skúlanum. Nógvir næmingar missa hugin at læra, tí teir sita bara og skilja einki. Vit royna at eggja føroysku næmingunum at tosa føroyskt við næmingarnar, sum flyta til bygdina, bæði í tímanum og fríløtunum, og samanbera tað við at hjálpa einum vini. Men tað vísir seg vera ógvilga lætt hjá føroyskum børnum at skifta yvir til enskt; tey tosa eisini enskt við tey, sum ikki duga enskt, tá tey koma her.

Ein triðingur av næmingunum í Eiðis skúla hava meiri enn eitt mál heima. Í løtuni eru tað bara seks næmingar, sum fáa miðvísa undirvísing í føroyskum sum annaðmál; hinir hava fingið. Móttøkuflokkur hevur ikki verið tilboð, sum hevur verið umrøtt. Paula Bøgesvang er einasti lærarin í Sundalagnum, sum hevur útbúgvingina í føroyskum sum annaðmál.

Tað gevur ikki meining at flyta næmingarnar í móttøkuflokk í øðrum skúla, tá ið eg hava førleikar at undirvísa teimum.

At tilboð nú verða skipað ymsa staðni fyri næmingum, sum fara úr fólkaskúlanum við ov vánaligum førleikum í føroyskum, fegnast Paula Bøgesvang um.

Vit hava havt hesar næmingarnar og stúrt fyri, hvussu teir fara at klára seg í samfelagnum, tá kravið er at duga føroyskt so at siga lýtaleyst fyri at sleppa víðari í skúlaskipanini. Teir eru heilt vist nógvir í tali, nógvir teirra hava búð í Føroyum alt lívið, men kortini duga teir ikki føroyskt. Nógv kenna ikki kynini á orðum, duga ikki at benda, hava ikki orð fyri nógv og eru sum heild sera málsliga veik. Summi, sum koma henda vegin sum tannáringar, dragna aftur úr í øllum lærugreinum, ikki bara málsliga. Skal mann gera eitthvørt munagott fyri hesar næmingarnar, krevur tað nógv fleiri tímar enn vit hava at ráða yvir. Ein loysn kundi verið eitt intensivt snarskeið í føroyskum og føroyskari mentan, har tey burturav í flokki fyri seg fáa undirvísing nakrar mánaðir og so koma í vanligan flokk. Ein onnur loysn kundi verið at undirvísa teimum á teirra móðurmáli, soleiðis at teir ikki dragna aftur úr fakliga, men tað læra teir ikki føroyskt av.

Hetta skúlaárið eru til samans 94 næmingar í Eiðis skúla úr forskúla og til hádeild. Í løtuni eru næmingar úr Nepal, Filipsoyggjum, Póllandi, Meksiko, Brasil, Íslandi og Danmark; harumframt eru næmingar, har annað foreldrið er føroyingur og hitt úr Týsklandi, Kenja og Grønlandi.

Les alla samrøðuna við Poulu Bøgesvang í Skúlablaði nr 3, 2026.