Tíðindi

Skúlastjórastarvið við Løgmannabreyt endurlýst

12.06.2026
Setanarbólkurin hevur á fundi í gjár tikið avgerð um at endurlýsa skúlastjórastarvið í Skúlanum við Løgmannabreyt fyri at fáa fleiri skikkaðar umsóknir.

Skúlastjórastarvið í Skúlanum við Løgmannabreyt var herfyri lýst leyst. Tá ið umsóknarfreistin var úti mikudagin, vóru níggju umsóknir komnar. Setanarbólkurin hittist ígjár. Tá var avgerð tikin um at endurlýsa starvið fyri at fáa fleiri skikkaðar umsóknir. Umsóknarfreistin hesa ferð er 26.juni.

Talan er um eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv, har skúlastjórin sleppur at mynda skúlan námsfrøðiliga og fyrisitingarliga og ganga undan í samstarvi við avvarðandi samstarvspartar og myndugleikar. 

Skúlastjórin í skúlanum við Løgmannabreyt, ið hevur leitt skúlan síðani hann varð stovnaður í 2008, Høgni Joensen, hevur sagt seg úr starvi.

Í skúlanum við Løgmannabreyt, ið er ein tvey sporaður skúli, verða 366 næmingar í 1.- 9. flokki skúlaárið 2026/27. Tað eru normerað 33 fulltíðarstørv sum lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað eru tvey varaskúlastjórastørv undir skúlastjórans leiðslu. 

Nýggi stjórin skal byrja 1.september.

Les meiri um starvið her