Tíðindi

Nýggj breyt í føroyskum sum annaðmál

29.06.2026
Ein nýggj breyt verður skipað í Námi X fyri næmingum, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Tá ið skúlaárið byrjar aftur í august, verður fyri fyrstu ferð breyt í Námi X í føroyskum sum annaðmál. Helmingurin av teimum sekstan næmingunum, sum hava valt ta breytina, eru ukrainar, sum hava gingið í Eysturskúlanum í nøkur ár. 

Skúlin fær tillutað eitt ávíst tímatal til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, har ein partur fer til flokkin í Nám X og ein partur til hinar næmingarnar í grunddeild og miðdeild, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum.

Næmingarnir, sum hava gingið í móttøkuflokkinum í Eysturskúlanum fyri ukrainar í ár, eru fyrst og fremst næmingar í hádeild. Seks teirra vórðu lidnir við 9. flokk í ár; teir fáa ikki fult 9. floks prógv, tí teir hava bara verið endaliga uppi í støddfrøði og enskum. Allir halda fram á nýggju breytini á Nám X. Ein ukrainskur næmingur í 9. flokki fer eisini á nýggju breytina; tað verður gjørt, fyri at so nógvir næmingar sum til ber kunnu fáa gagn av tilboðnum á nýggjum breytini.

Allir næmingarnir, sum fara á nýggju breytini, verða visiteraðir, soleiðis at tað frammanundan er greitt, um miðað skal verða eftir einum fullum fólkaskúlaprógvi ella einum tillagaðum. Vit hava eina ógviliga góða skipan og undirvísing í føroyskum sum annaðmál við eldhugaðum lærara í føroyskum sum annaðmál. Undirvísingin hevur verið ógviliga miðvís og góð, og næmingarnir fáa væl burturúr.

Eysturskúlin fær javnan fremmantmæltar næmingar. Í skúlaárinum, sum júst er liðugt, eru 30 komnir, umframt teir, sum byrjaðu í fyrsta flokki og eru tví- ella fleirmæltir.

Talið kann broytast frá degi til dags; talið, sum vit søkja tímar eftir 1. februar, kann verða nógv broytt 1. september, tá endaliga tímajáttanin verður givin. Vit fáa næmingar mitt í skúlaárinum, og tá søkja vit um tímar, men hóast vit fáa næming, sum ikki skilir eitt orð á føroyskum og ei heldur enskt, so er ikki vist, at tímar eru at fáa. Tí mugu vit ofta finna og gera aðrar loysnir, eitt nú brúka miðfirraðar tímar. Tað merkir so, at okkurt annað, sum miðfirraðu tímarnir eru ætlaðir at brúkast til, ikki kann verða raðfest. Sum heild er økið føroyskt sum annaðmál forsømt, tí tað krevur orku, tíð og tímar.

Í lýsingini á heimasíðuni hjá Eysturskúlanum av nýggju breytini á Nám X, sum verður boðin út til komandi skúlaár, stendur:

Ert tú tilflytari, so er breytin júst til tín!

Ert tú nýliga komin til Føroya, ella hevur tú búð her í longri tíð, bjóða vit tær vælkomnum á breytina “Føroyskt sum annaðmál”. Breytin hevur til endamáls at kunna teg um føroyska samfelagið, læra teg føroyskt mál og føroyska mentan. Breytin bjóðar tær í ein felagskap við sosialari samansjóðing, umframt at hon brynjar teg til útbúgvingarmøguleikar, lærupláss ella arbeiði í Føroyum.

Vit undirvísa á minst tveimum torleikastigum, alt eftir talinum á luttakarum, og vit leggja undirvísingina til rættis soleiðis, at tú lærir á tí støði, tú ert komin til í máltøkuni av føroyska málinum. Breytin hevur 6 tímar týsdag og 4 tímar fríggjadag.

Vit eru áhugað í tínum heimlandi, tínum móðurmáli og tínari mentan, samstundis sum tú ognar tær vitan um Føroyar og føroyska málið.