Tíðindi

Nú eigur flokslærarin endiliga tørn

12.06.2026
Nú er tíðin komin til lata gerð fylgja orðum. Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar.

Flokslærarin skal tryggja, at hvør einstakur næmingur trívist og mennist. Hann samskipar arbeiðið í flokkinum, fylgir við sosialu gongdini og er bindilið millum næmingar, foreldur, lærarar og leiðslu. Flokslærarin og avvarðandi toymi eru ofta tey fyrstu, sum síggja, tá ið ein næmingur hevur tað trupult – fakliga, sosialt ella sálarliga – og tað er flokslærarin, sum tekur fyrsta stigið, tá talan er um hjálp og samstarv.

Kunngerðin um flokslæraran fer í smálutir við, hvørjar uppgávur liggja hjá flokslæraranum. Umframt at skipa undirvísingina og samstarvið í flokkinum hevur flokslærarin ábyrgd av at tryggja, at flokkurin verður ein væl samanspæld heild. Hann skal hava innlit í arbeiðið hjá teimum ymsu lærarunum í flokkinum og tryggja, at næmingarnir fáa eina dygdargóða og samanhangandi undirvísing.

Samstundis hevur flokslærarin ábyrgd av foreldrasamstarvinum. Tað krevur tíð og nærveru at byggja upp álit millum heim og skúla, og tað er ofta flokslærarin, sum hevur samrøðurnar, tá ið eitt barn ikki trívist, stríðist fakliga ella hevur sosialar avbjóðingar.

Í dag uppliva nógv okkara, at uppgávurnar hjá flokslæraranum bara gerast fleiri og fleiri. Vit síggja fleiri børn og ung, sum hava tað trupult. Summi stríðast við strongd og ótta, onnur við tað fakliga.

Ofta verður flokslærarin settur at loysa uppgávur, sum í veruleikanum krevja onnur fakfólk og aðrar skipanir. Kortini stendur flokslærarin framvegis við ábyrgdini og skal fáa gerandisdagin hjá næminginum at hanga saman.

Hetta merkist eisini kring landið. Í fleiri skúlum gerst tað truplari at fáa lærarar at taka flokslærarauppgávuna á seg. Ikki tí lærarar ikki vilja gera mun, men tí arbeiðsbyrðan er vorðin ov tung, og tíðin ikki røkkur til tær nógvu uppgávurnar. Tað er ikki samsvar ímillum ábyrgd, arbeiðstíð og løn.

Seinastu árini eru nógv álit, kanningar og tilmæli komin um fólkaskúlan og trivnaðin hjá børnum og ungum. Kanningar um happing í fólkaskúlanum, tilmæli um børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum, álit um rúsevni, harðskap og serundirvísing vísa øll á sama veruleika: relatiónir og tryggleiki hava avgerandi týdning.
Og hvør hevur størsta møguleikan at skapa júst hetta í skúlanum? Tað hevur flokslærarin.

Politiski myndugleikin hevur leingi verið varugur við týdningin hjá flokslæraranum. Tað hevur verið nógv tosað um trivnað, inklusjón, happing og fakliga menning. Sum áður sagt, so verður staðfest í samgonguskjalinum, at “flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur”, og sostatt hevur samgongan bundið seg til at raðfesta flokslæraran.

Hetta er ein týdningarmikil viðurkenning av tí arbeiði, sum flokslærarar gera hvønn dag kring landið. Men orð mugu fylgjast av gerðum. Skal leikluturin veruliga styrkjast, krevst, at flokslærarar fáa fleiri tímar til uppgávuna, greiðari karmar og eina løn, sum samsvarar við ábyrgdina.

Nú er tíðin komin til at lata gerð fylgja orðum.

Einki er ókeypis her í lívinum. Heldur ikki flokslærarin. Framtíðin er heldur ikki ókeypis. Tískil er ein íløga í flokslæraran ein beinleiðis íløga í framtíðina og framtíðar ættarliðið.

Sjónarmið í Skúlablað nr 3, 2026.